Jógvan Martin Olsen er hægst útbúni venjari í Føroyum, hevur verið landsliðsvenjari og venjari hjá NSÍ og seinast Víkingi.
Sum flestu onnur, hevur hann eisini hoyrt um hendingina í Gundadali týskvøldið, tá Hans Jørgin Djurhuus gav Poul Ingason ein upp á kjaftin.
Hann heldur, at í slíkum førum handla spælarar ósjálvráddir.
– Í eini tílíkari dystarstøðu kókar adrenalinið í kroppinum. Fært tú tað eina harða takling, ella eitt skump, so er skjótt at undirvitskan tekur yvir og tú svarar aftur, uttan at hugsa um avleiðingarnar, sigur Jógvan Martin Olsen.
Hann metir tó, at hetta er ein vandi í øllum ítrótti, av tí, at ítróttarfólki tørvar ein ávísan neista fyri at avrika á hægsta stigið.
– Temperament er ein tann besti og týdningarmesti eginleikin hjá einum fótbóltsspælara. Sum venjari, so ynskir tú altíð, at spælarin er tendraður til ein dyst og á tann hátt megnar at geva sítt allarbesta. Tað er tó týdningarmikið, at hann ikki fer ov langt og so gerst ein mótleikari í staðin, við at verða vístur av vølli, sigur Jógvan Martin Olsen.
Jógvan Martin Olsen sigur, at sum venjari arbeiddi hann nógv við at hjálpa spælarunum at kenna seg sjálvar og sítt egna lyndi.
– Avbjóðingin er at vita, nær tú kemur upp í reyða feltið, og so skapa tíni egnu amboð fyri at hjálpa tær at kølna eitt sindur aftur. Í einum liðítrótti sum fótbólti arbeiða vit sjálvandi eisini í toymum, har spælarar skulu hjálpa hvørjum øðrum, sigur Jógvan Martin Olsen.
– Liðskiparin spælir ein stóran leiklut í so máta, sum leiðari á vøllinum. Tað er hansara uppgáva at halda spælarunum í teymum undir dystinum, sigur venjarin.
Les longri samrøðu við Jógvan Martin Olsen um málið í Vikuskiftissosialinum.