- Síðani ES setti handilstiltøk í verk ímóti Føroyum, hava vit fiskað sløk 45.000 tons av makreli og 55.000 tons av norðhavssild. Tað staðfestir Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.
Høgni Hoydal hevur spurt hann, hvat landsstýrið hevur gjørt í sambandi við ES boykottið. Hann staðfestir, at síðani boykottið, hava føroyingar verið noyddir at finna aðrar marknaðir enn ES londini. Í hesum sambandi nevnir hann, at hesa tíðina, vit hava verið boykottað, hava vit útflutt 77.000 tons av uppsjóvarfiski til lond uttanfyri ES.
- Vinnan hevur víst á, at slíkar tillagingar føra til øktan kostnað og lægri inntøkur í stutttíðarhøpi. Hinvegin er tað er torført at gera eina neyva meting av, hvussu nógv tiltøkini hava kostað. Men handilstiltøkini hava so havt við sær, at Føroyar hava tvey altjóða rættarmál ímóti ES.
Hinvegin skulu vit eisini hava í hugað, at tað eru eisini áhugaverdir marknaðir uttanfyri ES, og at eftirspurningurin eftir fiski er stórur. Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at løgmaður hevur nýtt hvørt høvi uttanlands at føra fram almennu støðu Føroya.
Hann hevur havt fleiri fundir við danska forsætismálaráðharran og aðrar viðkomandi danskar ráðharrar. Hann hevur somuleiðis havt formligar og óformligar fundir við umboð fyri ES limalond.
- Eisini hevur løgmaður fleiri ferðir borið fram almennu støðu Føroya í samskiftinum við ES nevndarliminum í fiskivinnu og formanninum í ES Nevndini, sigur Kaj Leo Holm Johannesen. Harumframt hevur løgmaður eisini umrøtt málið við starvsfelagar sínar í grannalondunum Noreg, Íslandi og Skotlandi.
Sendistovur Føroyar hava harumframt miðvíst og áhaldandi arbeitt fram móti at varpa ljós á almennu støðu Føroya í hesum máli. Harafturat hevur long røð av fundum verið á embætismannastigi við WTO sendiharrar í Geneve, har greitt hevur verið frá almennu støðu Føroya í hesum sera týdningarmikla máli.
Harafturat hevur Uttanríkistænastan havt kunningarátøk uttanlands í silda- og makrelmálinum, sigur løgmaður.
|










