Ævintýrarar eru nú á veg til Føroya

Tveir norðmenn eru farnir undir eina møtimikla ferð

Nú eru teir báðir norsku ævintýrararni, feðgarnir báðir, Andreas og Alexander Øverland, á veg til Føroya.

 

Men Føroyar er bara ein lítil steðgur á vegnum, tí skjótt ætla teir sær víðari, til Íslands, Grønlands, Kanada, og heilt til Chicago.

 

Teir báðir norðmenninir hava sett sær fyri at sigla í kjalarvørrinum á teimum gomlu víkingunum, heilt úr Suðurnoregi, til Chicago í USA. Og tað gera teir í einum 8,5 metra langum, skjóttgangandi, RIB –báti.

 

Túrurin byrjaði í Horten í Vestfold í næstsíðstu viku og fer væntandi at taka tveir mánaðir. Fyrst sigldu teir framvið norsku strondini, til Bergen, og mánadagin løgdu tveir yvir um hav, til Hetlands.

 

Tað tók teimum sjey tímar at stima til Hetland, og har hava teir so bíða eftir veðrið, til í dag, og nú eru teir á veg í ein útnyrðing, ímóti Føroyum.

 

Teir eru longu komnir næstan hálva leið, og verða her seinni í kvøld.

 

Hóast báturin siglur skjótt, er hann opin, og teir hava einki skjól, so tað verður kalt.

 

- Víkingarnir ferðaðust ikki við nýmótans, seglskipum, har teir kundu vera undir taki við koyggjum, wc og vatnkókarum, siga teir báðir við Båtliv. Andreas Øverland er 55 ára gamal, men sonurin, Alexander, er 27 ára gamal.

 

Leiðin fer at fylgja í kjalarvørrinum hjá víkingunum, úr Noregi umvegis Hetland, Føroyar, Ísland, Grønland, yvir til New Foundland og síðani niðan eftir St. Lawrenceá, til teir leggja at bryggju í Chicago. Hetta er sama leið sum forfaðir teirra, Magnus Andersen sigldi, tá hann sigldi við einum víkingaskipi tvørtur um hav í 1993.

 

Tað gjørdi hann, tá ið amerikanarar hátíðarhildu 400 ára dagin fyri, at Columbus fann Amerika. Magnus Andersen vildi við hesum minna á, at Christopher Columbus ikki var fyrsti evropeari í Amerika.