teknisk viðurskifti vóru ógreið. Atfinningarnar, ið tá vóru førdar fram, eru framvegis viðkomandi, tí løgmaður og flokkur hansara, sum nú fyrisita málið, halda ikki lyftini, ið førd hava verið fram seinastu [...] útlendingar fáa arbeiði, tí hesi eru tryggjað 30 tíma arbeiðsviku, meðan føroyingar onga trygd hava. Løgmaður seg hava fingið vissu frá arbeiðsgevarunum fyri, at nú verður fastlønarsáttmáli gjørdur fyri fi [...] veruleikin hjá flokki løgmans er so nógv øðrvísi nú 3 mánaðir eftir valið í mun til undan valinum. Løgmaður gav nøkur ítøkilig lyfti um skipaði viðurskifti á arbeiðsmarknaðinum – enn sita fakfeløgini spent
Sosialurin kundi greiða frá í blaðnum í gjár ? við eini frágreiðing kortini. Men Anfinn Kallsberg, løgmaður, hevði eftir samráðingarfundin einki gott at bera hesi frágreiðing, sum hann helt verða eitt skot [...] at vit eru sloppin undan verjuútreiðslum, tí hetta málsøki er danskt. Skulu gera verjupolitikk Løgmaður sigur seg ikki kunna prógva, at danir hava havt fíggjarligan fyrimun av at brúka Føroyar í hernaðarligum [...] sloppið bíligari í verjuútreiðslum, tí tað hevur brúkt Føroyar og Grønland sum part av gjaldinum. Løgmaður væntar, at danska stjórnin fer at koma við fleiri upplýsingum um hernaðarmálið. Ein onnur orsøk
Tey flestu munnu minnast, hvussu avgjørdur táverandi løgmaður, Atli Dam, var, tá Paul Watson vitjaði í Føroyum fyri umleið 15 árum síðani. Tá kallaði Atli Dam Paul Watson fyri búskaparligan terrorist. [...] til móttøku av Paul Watson, er hann langt úti og skjýtur fullkomiliga við síðuna av heldur fyrrv. løgmaður. Hann vísir eisini til eina áheitan frá Grindamannafelagnum til allar føroyingar um at vera hóvligar [...] er politimeistarin sjálvur, sum er sera lítillátin men roynir at vera fyrireikaður. Fyrrverandi løgmaður sigur seg annars undrast á, at føroyskir fjølmiðlar gera so nógv burtur úr. Hann heldur teir við
sigur Høgni Hoydal. Høgni Hoydal sigur seg onga løtu ivast í, at løgmaður hevur stýr á, hvat gongur fyri seg í Fólkaflokkinum. Tí løgmaður hevur higartil verið púra greiður í sínum útsagnum um fullveldismálið [...] m, ger Høgni Hoydal greitt. Landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum vísir somuleiðis á, at tað er løgmaður, ið er samráðingarleiðari, og tað er Høgni Hoydal, ið hevur ábyrgdina av at fyrireika samráðingarnar
láni, sigur løgmaður. Hann er eisini bjartskygdur um at verulig útlit eru fyri at marknaðmálið við bretar verður loyst, men vil einki siga um, nær tað hugsandi verður endaliga avgreitt. Løgmaður tekur eisini [...] sigur Anfinn Kallberg, sum seinnapartin í dag fer á útferð við forsætisráðharranum. Mánadagin hava løgmað-ur og forsætisráðharrin ein fund, áðrenn Nyrup Rasmussen fer aftur til Danmarkar.
med det søde? sigur løgmaður. - Man fær ikki atgongd til EBS-samstarvið, uttan at ein eisini má seta tær lógir og reglur í gildi, sum eru fortreytin fyri hesum samstarvi. Løgmaður viðgongur, at hetta verður [...] vegin kann víðka EBS samstarvið til eisini at fevna um Føroyar. Tað kann blíva ein trupulleiki vísir løgmaður á, tí tá kann Danmark koma at sita báðumegin borðið sum ein partur av EFTA vegna Føroyar og hinumegin
tað fer at koma gongd á aftur samráðingarnar við bretar um undirgrundarmarkið.Anfinn Kallsberg. løgmaður segði við Sosialin í farnu viku, at hann fegin sær, at tað nú fer at ganga skjótari við samráðingunum [...] miðlinjumark. Spurningurin er at fáa tann neyðuga dynamikkin inn aftur í samráðingarnar, nú undanfarni løgmaður líkasum hevði hug til at parkera samráðingar fyri harvið at fáa bretar at reagera onkursvegna. Úrslitið [...] Síðani er tað hent, at danski forsætisráðharrin hevur boðið sær at mekla og í januar bað táverandi løgmaður Edmund Joensen Poul Nyrup Rasmussen fáa í lag fund á hægsta politiska stigi við Tony Blair. Síðani
heldur tú við?« spurdi hesin lítli. »KÍ,« svaraði løgmaður uttan at ivast. Men tað helt drongurin, at hann skuldi ikki gjørt. »SÍ er nógv betri,« fekk løgmaður púra greitt at vita. Góður gongumaður Í søguni [...] ætlan skuldi gangast út til brúnna út í Hólmin. so tað ráddi um at vera skøddur til slíkan túr. Løgmaður hevði fingið sær einar graslíkisskógvar við til endamálið. Bláir og hvítir á liti. Hann gekk og
Vit fara ikki at bjarga løgmanni. Tað situr eingin sambands-løgmaður ein tann einasta dag í sessinum við hjálp frá Tjóðveldisflokkinum so leingi eg ráði í flokkinum. Heini O. Heinesen, formaður Tjóð [...] eg skal bara gera púra greitt, at so leingi eg ráði í flokkinum, sleppur hvørki Edmund Joensen, løgmaður, ella samgongan sum so, at sita ein tann einasta dag við Tjóðveldisfloksins hjálp, sigur Heini O [...] hóast Tjóðveldisflokkurin altíð roynir at føra uppbyggjandi politikk. Men eg hoyrdi kortini, at løgmaður takkaði og rósti Finnboga Ísaksyni í løgmansrøðuni. Eg haldi nú, at tað mátti verið lítið at erpa
stjórnini nakað afturat, áðrenn býtislykilin verður klárur. Anfinn talar Løgmaður er boðin við á aðalfundin sum gestarøðari. Løgmaður er verji hjá ítróttini í landinum, og sum allir hinir løgmenninir, ið [...] frammanundan, hevur Anfinn Kallsberg fingið gullnálina. Sum vit onkuntíð hava sagt áður, so hevur løgmaður eina fortíð í fótbóltinum. Hann var hálvbakkur á dreingjaliðnum hjá KÍ, sum vann FM í 1962. Millum