Tað eydnaðist ikki, tá vit fyrr í vikuni royndu vit at fáa eina viðmerking frá Heðini Mortensen, formanni í ÍSF, til tíðindini, sum vit bóru frá Torleifi Sigurðsson, formanni í FSF, um, at hann var so misnøgdur við viðurskiftini í ÍSF, at hann hevði boðað formanninum í Ítróttarsambandinum frá, at hann fyribils ikki ætlaði sær at møta á stjórnarfundum í ÍSF.
Í fyrrakvøldið fingu vit fatur á ÍSF formanninum, sum var í sjónleikarahúsinum í Havnini, har teir vóru við at fyrireika aðalfundin hjá Ítróttarsambandinum, sum verður hildin har fyrrapartin í dag, og Heðin var ikki samdur við Torleif um, at talan er um nakra ósemju:
? Eg kenni einki til, at tað er nøkur ósemja millum Fótbóltssambandið og ÍSF, og eg kenni einki til, at formaðurin í FSF hevur boðað mær frá, at hann ikki ætlar at møta á stjórnarfundum hjá okkum. Og um tað hevði verið nøkur ósemja, so høvdu vit ? sum altíð ? megnað at loyst hana innanhýsis.
Hetta var tað, sum ÍSF formaðurin hevði at siga, og tá vit spurdu hann, um hann harvið segði, at FSF formaðurin hevði sagt ósatt fyri okkum, so helt hann, at hetta var ein spurningur millum Torleif Sigurðsson og Ítróttarsosialin.
Tá vit spurdu, um tað ikki er ein trupulleiki fyri Ítróttarsambandið, um limir í stjórnini ikki møta á fundi, so helt ÍSF formaðurin ikki, at hetta var nakar trupulleiki fyri Ítróttarsambandið:
? Tað er fyrst og fremst ein trupulleiki fyri sersambondini, um teirra limir ikki møta upp á stjórnarfundunum hjá ÍSF, og harvið ikki hava møguleika at vera við til at viðgera mál av felags áhuga. Tískil er hetta ein spurningur, sum sambondini skulu greiða innanhýsis og ikki nakað, sum vit skulu blanda okkum í, heldur ÍSF formaðurin.
Formaðurin í Fótbóltssambandinum hevur einki at leggja afturat tí, sum hann fyrr í vikuni segði við Ítróttarsosialin, men tað kann væl vera, at hann fer at møta á aðalfundinum hjá ÍSF fyrrapartin í dag.
Pengar eru á skránni
4. apríl í ár vóru seksti ár síðani ÍSF varð sett á stovn, men sambært formannin í Ítróttarsambandinum, so verður ikki serliga nógv hóvasták gjørt burturúr runda føðingardegnum, og skulu vit meta út frá skránni til aðalfundin, so er leikluturin hjá ÍSF ikki serliga dominerandi í føroyska ítróttarlívinum.
Á skránni eru tey punktini, sum sambært ásetingunum skulu vera á einum aðalfundi, og tað vil fyrst og fremst siga formansfrágreiðing, roknskapur og val av tveimum starvsnevndarlimum. Næstformaðurin og skrivarin standa fyri vali, og Sverri Midjord og Petur Elias Petersen taka báðir við afturvali. Einki annað uppskot er komið um nevndarlimir, og sersambondini hava ikki lagt nøkur mál til ÍSF aðalfundin at viðgera.
Ivaleyst er ein av mest spennandi málunum, ið kunnu koma til umrøðu, spurningurin hvussu pengarnir, sum føroyskur ítróttur nú fær frá donsku veddingini, skal býtast millum sersambondini.
Vit hava skilt tað soleiðis, at eitt uppskot um býtislykil hevur verið frammi á stjórnarfundi í ÍSF fyri einari viku síðani. Uppskotið leggur upp til, at býtið skal roknast út frá virkseminum í kappingum heima á landi og í altjóða høpi ? bæði fyri ung og vaksin. Sambært uppskotinum, sum hevur verið frammi, skal flogbólturin fáa størstu upphæddina og hondbólturin ta næststørstu. Fótbólturin er á triðja plássi ? frammanfyri svimjingina. Formaðurin í Fótbóltssambandinum heldur uppskotið vera púra burturvið, og Fótbóltssambandið vil undir ongum umstøðum vera við til at samtykkja uppskotið, ið hevur verið á borðinum.
? Tað er rætt, at eitt uppskot um býtislykil hevur verið frammi, og eg rokni við, at hetta málið fer at fáa umrøðu á aðalfundinum, men talan verður ikki um nakra samtykt, tí málið er ikki liðugt viðgjørt, sigur Heðin Mortensen, sum roknar við, at spurningurin skal viðgerast í ÍSF stjórnini nakað afturat, áðrenn býtislykilin verður klárur.
Anfinn talar
Løgmaður er boðin við á aðalfundin sum gestarøðari. Løgmaður er verji hjá ítróttini í landinum, og sum allir hinir løgmenninir, ið hava verið frammanundan, hevur Anfinn Kallsberg fingið gullnálina.
Sum vit onkuntíð hava sagt áður, so hevur løgmaður eina fortíð í fótbóltinum. Hann var hálvbakkur á dreingjaliðnum hjá KÍ, sum vann FM í 1962. Millum viðspælararnar vóru t.d. Páll Sigmund Sørensen og John Sigurð Joensen, sum seinni vóru við á kenda 66 liðnum hjá KÍ, og so Árni Dahl, sum frá miðskeiðis í seksti árunum og í tíggju ár fram var ritstjóri á Ítróttarteiginum í Dimmalætting.