Vit fara ikki at bjarga løgmanni. Tað situr eingin sambands-løgmaður ein tann einasta dag í sessinum við hjálp frá Tjóðveldisflokkinum so leingi eg ráði í flokkinum.
Heini O. Heinesen, formaður Tjóðveldisfloksins á tingi, vísir heilt avgjørdir tí aftur, sum floksfelagið hansara, Finnbogi Ísakson førdi fram í útvarpinum mánakvøldið
Vit hava spurt Heina Heinesen hvørja støðu Tjóðveldisflokkurin fer at hava, skuldi tað hent, at samgongan heldur fram sum minnilutasamgonga.
Heini O. Heinesen ger púra greitt, at samgongan fær ongan stuðul frá Tjóðveldisflokkinum í royndunum at halda fram.
Hetta samsvarar ikki heilt við tað, partamaður tín, Finnbogi Ísakson hevur ført fram. Í útvarpinum mánakvøldið segði Finnbogi Ísakson, at legði samgongan mál fram, sum Tjóðveldisflokkurin helt, gagnaði Føroyum, roknaði hann við, at flokkurin fór at taka undir við teimum?
Eg veit ikki, hvat einstakir Tjóðveldismenn siga og gera, og tað blandi eg meg heldur ikki uppí. Ongin hevur spurt meg, sum formann í flokkinum um floksins støðu. Men eg skal bara gera púra greitt, at so leingi eg ráði í flokkinum, sleppur hvørki Edmund Joensen, løgmaður, ella samgongan sum so, at sita ein tann einasta dag við Tjóðveldisfloksins hjálp, sigur Heini O. Heinesen.
Hann fýlist annars á, at fjølmiðlarnir miðvíst leypa hann um, táið politiskar viðmerkingar skulu gerast, hóast hann er formaður Tjóðveldisfloksins.
Men kanska hava Útvarpið og Sjónvarpið skift flormannin út, uttan at eg veit av, leggur hann afturat.
Nýval sum skjótast
Tað hevur leingi verið alment kunnugt, at Heini O. Heinesen hevur verið sera misnøgdur við førda politikkin hjá samgonguni.
Tað einu tíðina var hann enntá til reiðar at leggja uppskot fyri tingið um misálit løgmann.
Støðan er einki broytt í so máta. Eg dugi ikki at síggja, at henda samgongan er før fyri at stýra landinum framá, tí hon hevur ongan politikk, hon hevur onga linju og menn og konur tosa hvør í sína ætt.
Tí er tað heilt skilligt, at vit fara ikki hjálpa samgonguni at verða verandi.
Tað er er so heilt sjálvsagt, at Tjóðveldisflokkurin ikki fer at bjarga politiska lívinum á einum sambandsløgmanni eina einastu ferð. Tað er fullkomiliga meiningsleystø
Annars hevur Tjóðveldisflokkurin ikki tosað um málið innanhysis.
Við fjálgu radiatorarnar
Hann sigur, at tað mesta av førda politikkinum er tað bera valagn.
Tað einasta, sum umræður hjá teimum, er ikki at koma ov langt burturfrá teimum fjálgu radiatorunum í Tinganesi.
Men sambært Finnboga Ísakson hava tit fleiri ferðir hjálpt samgonguni við at taka undir við málum, sum Tjóðveldisflokkurin hevur hildið hava verið skilagóð
Tað dugi eg slett ikki at síggja. Hatta er tað reina tvætl, hóast Tjóðveldisflokkurin altíð roynir at føra uppbyggjandi politikk. Men eg hoyrdi kortini, at løgmaður takkaði og rósti Finnboga Ísaksyni í løgmansrøðuni.
Eg haldi nú, at tað mátti verið lítið at erpa sær av hjá tjóðveldismanni, at hann hevur fingið rós frá sambandsløgmanni, heldur Heini O. Heinesen.
Fiskimenn betala skattalættan sjálvir
Heini O. Heinesen heldur at skattalættin til sjómenn er bara eitt dømi um, at samgongan er farin at hugsa ov nógv um kmandi val.
Eg havi altíð hildið, at fiskimenn í Føroyum eru órímiliga hart skattaðir, afturímóti fiskimonnum í øðrum londum.
Men vit eiga at hugsa okkum væl um, áðrenn vit geva einum einstøkum bólki skattalætta framum onnur.
Hinvegin er tað blóðskeivt at koma við skattalættanum, nú kommunurnar akkurát hava lagt fíggjarætlan fyri komandi ár. Skattalættin fer at kosta fleiri kommunum so nógv, at tað er ein spurningur um tær ikki mugu leggja fíggjarætlan av nýggjum.
Formaður Tjóðveldisfloksins fýlist eisini á, at útróðrarmenn verða brúktir sum jarnbort at fíggja skattalættan til fiskimenn.
Tað er heilt burturvið, at inntøkutrygd hjá útróðrarmonnum skal skerjast fyri at fíggja ein skattalætta til fiskimenn.
Annars sigur Heini O. Heinesen, at hann leggur høvdið á blokkin uppá, at í síðsta enda verða tað fiskimenninir sjálvir, sum koma at betala skattalættan.
Eg eri púra vísur í, at næstu ferð samráðingar verða, fara hýrurnar niður við umleið somu upphædd, sum skattalættin gevur.
Tað er kongstankin hjá samgonguni Tí fer skattalættin at enda sum ein studningur til reiðararnar, táið samanum kemur, sigur Heni O. Heinesen