Broytingarnar í útlendingalógini eru ein vánalig loysn, tí neyðuga arbeiðið er ikki gjørt, hóast ríkilig tíð hevur verið til hetta. Úrslitið kann gerast tann reini ruðuleiki, tí fylgilógir, eftirlit o. a. mangla
Fyri einum ári síðani kom landsstýrið fram við loysnini um at seta grein 9a í donsku útlendingalógini í gildi. Gjørt var beinanvegin vart við trupulleikarnar í lógini. Fylgilógir manglaðu, har var onki eftirlit, útlendingar hava framíhjárættindi til arbeiði, føroyski arbeiðsmarknaðurin er øðrvísi samansettur enn tann danski, og tí er trupult at kopiera lógir umframt at onnur teknisk viðurskifti vóru ógreið.
Atfinningarnar, ið tá vóru førdar fram, eru framvegis viðkomandi, tí løgmaður og flokkur hansara, sum nú fyrisita málið, halda ikki lyftini, ið førd hava verið fram seinastu mánaðirnar.
Ein fylgilóg um setanarbræv er gjørd og eitt arbeiðsloysi mark á 3,5% er ásett í lógina, men hetta er langt frá nóg mikið til at viðurskiftini við útlendskari arbeiðsmegi kunna roknast sum skipaði.
Skeivt útgangsstøði
Í Føroyum hava vit seinastu árini havt ein frálíkan møguleika at gera arbeiði ordiligt frá grundini av, nú lógin um útlendska arbeiðsmegi skal broytast. Við at gera tingini røtt frá byrjan kann sleppast undan fleiri av teimum klassisku brotunum á lógir, sáttmálar og faklig rættindi.
Arbeiðsmarknaðirnir í hinum Norðanlondunum hava verið rættiliga opnir í nøkur ár nú, so tað átti at verið sjálvsagt at kaga var eftir lógum, sáttmálum og øðrum viðurskiftum fyri síðani at fáa tí best hugsandi loysnina at galda her á landi.
Men hetta hevur landsstýrið ikki vilja gjørt – ístaðin skulu vit kopiera donsku grein 9a og seta hana í gildi, hóast henda lóg eru gjørd út frá donskum fyritreytum og ikki okkara egnu
Framíhjárætturin og eftirlit
Grundleggjandi spurningarnir um framíhjárættindi til arbeiði og eftirlit er ikki loyst. Soleiðis sum lógin sær út í løtuni, so er einki til hindurs fyri, at føroyingar vera sendir til hús og útlendingar fáa arbeiði, tí hesi eru tryggjað 30 tíma arbeiðsviku, meðan føroyingar onga trygd hava.
Løgmaður seg hava fingið vissu frá arbeiðsgevarunum fyri, at nú verður fastlønarsáttmáli gjørdur fyri fiskivinnuna – hetta er bara ikki so. Arbeiðsgevararnir hava sent landsstýrinum eitt bræv, sum sigur, at tey vilja »binda seg til at fara undir eina tilgongd har samráðst verður um fastlønarsáttmála fyri starvsfólk á fiskavirkjum....«
Hetta skriv er eitt ætlanarskriv, sum á ongan hátt bindur nakran part, tí er tað í løtuni ógjørligt at siga, um komið verður nakran veg við hesum arbeiði.
Fakfeløgini eru hørm um, at landsstýrið ikki treytar sær í lógini, at framíhjárættindini til útlendingarnar eru burtur, áðrenn arbeiðsmarknaðurin verður latin upp.
Fakfeløgini høvdu eisini vónað, at landsstýrið gjørdi eitt veruligt eftirlit, umframt at feløgunum var tryggjað nakrar lógligar heimildir, so tey eisini kunna hava eftirlit og fáa arbeiðsfólki innlimað í feløgini. Á henda hátt eru útlendingarnir partur av tryggingunum og fakfeløgini hava møguleika at kanna um røtt løn, eftirløn, frítíðarløn, yvirtíð o.a. verður rindað.
Tað vísir seg í hinum Norðanlondunum, at flestu sáttmálabrotini snúgva seg um, at útlendingar ikki fáa yvirtíð, eftirløn, trygging, frítíðarløn o.t. Hetta kunna vit í Føroyum fyribyrgja við einum góðum eftirliti.
Góða loysnin
Hvat er so ein góð loysn í spurninginum um útlendska arbeiðsmegi? - Ein góð loysn er ein loysn við skipaðum viðurskiftum. Ein góð loysn er ein loysn, sum er rímuliga løtt at fyrisita. Ein góð loysn er ein loysn sum hevur gott eftirlit.
Ein góð loysn inniheldur eisini neyðugu fylgilógir og annað, so sum tilboð um málundirvísing til teir útlendingar, sum koma hendavegin umframt víðfevnda kunning um hetta land, og hvøri rættindi útlendingarnir hava.
Ein góð loysn setur ikki føroyska arbeiðsmegi til viks fyri útlendskari arbeiðsmegi.
Tað hevði borið til – um vilji var til tess – at sett nakrar fyritreytir sum grund fyri lóggávuarbeiðnum og síðani gjørt lógarsmíði út frá hesum fyritreytum. Men nei, landsstýrið heldur rimmar fast um grein 9a. Tað syrgiliga er, at tað er ikki so nógv sum skal til uttan vit og skil og ein vilji at loysa málið.
Løgið, sum veruleikin hjá flokki løgmans er so nógv øðrvísi nú 3 mánaðir eftir valið í mun til undan valinum. Løgmaður gav nøkur ítøkilig lyfti um skipaði viðurskifti á arbeiðsmarknaðinum – enn sita fakfeløgini spent og bíða.