væl, og sannførandi sigurin á Estlandi var eitt frálíkt startskot. Føroysku kvinnurnar komu á odda beinanvegin, og tær varðveittu leiðsluna allatíð. Estland royndi at svara aftur eftir steðgin, og eina [...] Tað eydnaðist ikki at vinna finaluna, og tí rakk tað til silvurheiðursmerki til Føroyar á hesum sinni. Mótstøðan var ein heilt onnur enn í bólkaspælinum, og tað var lítið, sum føroysku kvinnurnar [...] vóru bæði kvikari og kropsliga sterkari enn okkara. Tað var eisini beinanvegin, at føroyska liðið dragnaði á máltalvuni. Stórur munur Bulgaria, sum hevði vunnið á Moldova, Armenia og Litava, vísti meiri
kvinnur eru tríggjar. Hjørdis Mortensen og Alvilda Ólavsdóttir við TV55 úr Keypmannahavn og Maria Skaalum við HIK Ålborg. Sosialurin hevur fingið orð á Alvildu og Hjørdis. Tær hava báðar gjørt nógv við [...] Báðar hava tær verið fastir leikarar bæði á unglingalandsliðnum og A-landsliðnum seinastu árini, og tær hava tikið lut á Oyggjaleikunum og smálandakappingini. Danska kappingin munandi harðari Í donsku [...] vikuna við bólti, einar 8-10, og einaferð styrkivenjing. Venjingarumstøðurnar í Danmark eru eisini munandi betur. Hjørdis heldur tó frá, at størsti munurin á venjingini í Føroyum og í Danmark, er tali av
bert ein trappa og so ein lítil vegur niðan frá parkeringsøkinum. Ella kanska er hetta størsti skúlagarðurin í heiminum, tí her er einki, ið avmarkar garðin. Einki hegn og einki portur. Og tí røkkur skú [...] tikið bøkur sínar fram. Og sum orðatakið sigur: "Tá næmingurin er klárur, er lærarin klárur". Nú kann undirvísingin byrja. Lærarin Magna Thomassen stendur har frammi við pultin, og frammanfyri sær hevur [...] Hóast bygningurin er gamal, so er hann innrættaður og útgjørdur við øllum tí, sum hoyrir til ein slíkan skúla. Har er tó bert eitt stórt flokshøli. Og har savnast allir næmingarnir til allar tímarnar saman
gangast Elektron, sum avgreiðir lønarflytingarnar. Og sum hevur ment sína egnu telduskipan. ? Hetta ársskiftið hevur líkst einum og hvørjum øðrum ársskifti, og vit hava ikki staðfest nøkur ár 2000-brek, sigur [...] Føroya Tele hevur fyrst og fremst lagt dent á, at tryggja telefonsambandið. Harnæst, at teldurnar duga at halda skil á og skriva út telefonrokningarnar, tá tær koma fyri í næstum. Og eingin vandi skuldi verið [...] túsundára skiftið. Vóru tilbúgvin Orsøkin til at fyritøkur og stovnar fyribils eru sloppin so snikkaleys er, at tey hava tikið 2000-trupulleikan í álvara og hava búgvið seg til ársskiftið, verður sagt. ? Tað hevur
fíggjatmálum. - Eg kann ikki koma og siga, at vit skulu tálma, uttan at koma við onkrum ítøkiligum, og tí havi eg sagt, at míni boð eru, at vit útseta Sandoyartunnilin og minka fiskimannafrádráttin. Tað [...] Tað er nú einaferð so, at 90% av eini fíggjalóg liggja føst og so eru tað 10%, sum ein kann gera nakað við. Tí er spælirúmið ikki so stórt og tí er t.d. ætlanin um Sandoyartunnilin eitt gott boð uppá eina [...] s. Fyri Magna Laksafoss snýr tað seg um, at nú skal búskapurin tálmast og okkurt skal bíða og hanasra boð er Sandoyartunnilin, og so kann fiskimannafrádrátturin eisini minkast. Men trýr Magni Laksafoss
gingið fyri seg millum seg og HB-málverjan, og tá hann gjørdi Petur Reinert vart við hetta undir næsta HB-álopinum, tímdi Petur Reinert ikki meira. Næsta gula kortið til Jónsvein, og so mátti B71 spæla restin [...] restin av dystinum við 10 monnum. Og tað gav HB møgueleikan at dusa sær. Jákup á Borg økti til 2-0, og saman við øðrum taldist hann millum stóru syndarnar, meðan gestirnir royndu at økja enn meira. At sandoyingar [...] møguleikar at kontra, og tá ein púrasta leysur Páll M. Joensen stútaði í netið til 3-0, reyk seinasti spenningurin. Clayton megnaði tó at minka um munin, tá hann varð feldur í brotsteiginum og sjálvur avgreiddi
byrjanina, og hóast Neistin helt fast, og eisini stundum hevði leiðsluna fyrsta korterið, gjørdist rættiliga skjótt greitt at H71 var betur fyri í kvøld. Serliga var Peter Krogh ágangandi í álopinum, og stóð [...] at H71 fekk skotið fleiri mál á rað, og lagt seg á odda við fýra og fimm málum. Neistin minkaði um munin til hálvleiksstøðuna 12-16, og teir bláu høvdu nógv at prátað um í hálvleikinum. Men loysnirnar [...] heldur ikki hetta bøtti. Fýra og ein hálvan minutt seinni var støðan 13-19 til H71 og Neistin tók sítt seinasta time-out. Neistin fór nú at royna seg við sjey monnum í álopinum, og kom eisini til nakrar møguleikar
á fremsta plássinum og Brøndby á næstfremsta plássinum í superliguni dragnaði eitt sindur í vikuskiftinum. Leygardagin var úrslitið 1?1, tá ið Brøndby var í Odense, og FCK vann 1?0 sunnudagin, tá ið Esbjerg [...] Um teir megna at fáa fult ta ferðina, so verður tað Farum og ikki Brøndby, sum verður í hølunum á FCK, og so verður munurin frá nummar eitt og til nummar tvey minni enn seks stig. Christian Andersen, venjarin [...] niðurflyting liggja Silkeborg og Viborg undir. Sunnudagin hittust jysku liðini, og tað endaði málleyst. Harvið eru tey bæði feløgini framvegis bestu boðini upp á niðurflyting. AB og Køge vóru partar í botngysara
longur, enn hinir gjørdu, og tá vunnu vit tað aftur, sum vit høvdu mist. Tá vit so at siga komu afturíaftur, og vit vistu, at vit vóru fremstir, kendist tað eitt sindur lættari, og tað kendist, sum um vit [...] ár. Yngsti drongurin gongur í 9. flokki. Hinir eru í 10., og onkur er farin úr skúlanum. Martin Venned er venjari hjá øllum manningunum í Klaksvík, og í hvussu so er hjá dreingjunum tykist tað hava hilnast [...] verður í hinum borðinum. Munurin frá Fípuni og aftur til Tjaldrið var leygardagin ein bátslongd. Frá Tjaldrinum og aftur til Blik var ein knøpp bátslongd, og so var Sílið aftur eina lítla bátslongd aftanfyri
vinkonuni ella vinmanninum av. Øll byrja samstundis, og Súkkluavbjóðingin og FM kappingin 2023 byrjar klokkan 10 leygarmorgunin. Starturin verður frá Løkshøll, og skulu øll møta klokkan 9. Higartil hava fleiri [...] Eliassen, Magna Hansen og Bergtór Thorsteinsson. Hesir skulu allir umboða Føroyar, og skuldu allir løttu fetini upp á sigurspallin í dag. Í dag varð kappast í Einkultstarti, og var tað Eysturoyggin, ið [...] var karmur um kappingina. Startur og mál var við Stranda Máling á Strondum. Súkklað var av Strondum og allan vegin inn á Skálabotn. Her bleiv vent við Effostøðina og so gekk leiðin aftur til Strendur.