Stóðu ikki verts­landinum mát

Hondbóltur Tað rakk til silvurheiðursmerki í Challenge Trophy hesaferð. Føroyska U23-landsliðið tapti greitt finaluna fyri vertunum Bulgaria

Uni Holm Johannesen

Svikaliga føroyska verjuspælið var høvuðs­orsøkin til, at Bulgaria streyk avstað við gullmerkjunum í Challenge Trophy í gjár. Tað eydn­aðist ikki at vinna finaluna, og tí rakk tað til silvurheiðursmerki til Føroyar á hesum sinni. Mót­støðan var ein heilt onnur enn í bólka­spæl­inum, og tað var lítið, sum før­oysku kvinnurnar kundu gera við Bulgaria. Mótstøðuspælararnir vóru bæði kvikari og kropsliga sterkari enn okkara. Tað var eisini beinan­vegin, at føroyska liðið dragn­aði á máltalvuni.

Stórur munur
Bulgaria, sum hevði vunnið á Moldova, Armenia og Litava, vísti meiri áræði fyri steðgin, og før­oysku kvinnurnar vóru trýstar. Føroyar gjørdu nógv mistøk, og tað gav serliga mótstøðuspælarunum lætt spæl, tá tær fóru í álop. Laka føroyska avrikið bar við sær, at spenn­ingurin var mest sum horvin í hálv­leik­inum. Tá var Bulgaria á odda 20-11, og spurningurin var tá bara, hvussu trivaligur sigurin fór at verða.
Leikgongdin var tann sama eftir steðgin. Bulgaria syrgdi fyri at varðveita leiðsluna, og føroyska liðið hótti ongantíð somikið, at leiðslan varð í vanda. Úrslitið var 36-27.
Besti føroyski málskjúttin var Turið Arge Samuelsen úr Kyndli. Hon stóð fyri átta av málunum, Før­oyar fingu.

Føroyingar á all-star
Hóast finalutapið, so gjørdu før­oysku kvinnurnar vart við seg í Bulgaria. Marjun Falkvard Danberg, Neistin, og Liljan Djurhuus, VÍF, komu báðar á all-star liðið – eitt lið, har venj­ararnir hava kosið bestu spælar­arnir í kappingini.
uni@sosialurin.fo

Føroyar – Bulgaria 27-36 (11-20)
Áskoðarar: 750
Dómarar: Malgorzata Gutowska
og Urzula Gutowska
10 min.: 6-8
20 min.: 9-12
40 min.: 18-28
50 min.: 20-30

Føroyar: Turið Arge Samuelsen 8, Liljan Djurhuus 6, Marjun Falkvard Danberg 6, Bára Hansen 1, Brynja Høj 1, Bjarta Osberg Johansen 1, Helga Kjærbo 1, Lovisa Lassen 1, Agnas Olsen 1,
Tóra Seloy 1. Útvísingar: 3
Bulgaria: Nenkova Kalakunova 9, Dobreva 8, Maksimova 4, Radeva 4, Hristova 3, Keranova 3, Omoregle 3, Burneva Petrova 2. Útvísingar: 3

FØROYAR - ESTLAND 32-23
Tað var sera umráðandi at byrja kappingina væl, og sannførandi sigurin á Estlandi var eitt frálíkt startskot. Føroysku kvinnurnar komu á odda beinanvegin, og tær varðveittu leiðsluna allatíð. Estland royndi at svara aftur eftir steðgin, og eina løtu var støðan 19-18 til Føroyar. Tá drógu føroysku kvinnurnar frá aftur og vunnu trivaligt tá avtornaði. Liljan Djurhuus, VÍF, varð kosin dagsins spælari eftir dystin.

FØROYAR - MALTA 41-5
Talan var um eina sanna eyðmýking, tá Føroyar bukaði Malta. Føroysku kvinnurnar tóku sær ongantíð av løttum, hóast tryggu leiðsluna, men dýktu á allatíðina. Verjuspælið var væl skipað, og tað bar við sær heili skjótálop, sum Føroyar gagnnýttu til fulnar. Malta fekk bara eitt mál í seinna hálvleiki. Bára Hansen, Neistin, varð kosin dagsins spælari eftir dystin.


FØROYAR - ÍSRAEL 32-23
Hesaferð skuldi røkka ella støkka. Kravið var ein sigur, um føroysku kvinnurnar skuldu vinna seg í finaluna. Føroyar høvdu tamarhald á støðuni allatíð, og sigurin var ongantíð í vanda. Ísrael royndi at skifta sítt upplegg í hálvleikinum, men føroyska liðið var væl skipað. Viviann Petersen, VÍF, varð kosin dagsins spælari eftir dystin.