HB klintrar víðari

Tað var sjáldan, at sandoyingar gjørdu um seg í Gundadali. Og tá teir so hóttu eina løtu, fingu teir gulu reytt kort, og so var leiðin hjá HB púrasta opin

Fótbóltur

 

Sandoyingarnir tóktust hava fingið í minsta lagið annað beinið skeivt úr seingini sunnudagin.

Fyrsta partin av dystinum var vanliga væl skipaða B71 nevnliga als ikki til at kenna aftur. Miðvøllurin hekk slettis ikki saman, og tað gav HB óvanliga lætt spæl at spæla seg oman móti B71-málinum. At tað so ikki gav meira enn tað eina málið, sum Hans á Lag avrættaði inn um strikuna eftir bara fýra minuttum, komst meira av óneyvum HB-spæli heldur enn góðum verjuspæli. Tí veruleikin er, at fyrsti hálvi tímin í nógvar var átøkur innandura fótbólti, har menn spæla runt og runt um verjuna, áðrenn ein roynd verður gjørd at sparka í málið.

Í so máta mundi skjóta HB-leiðslan eisini órógva B71, sum við hesum fyri tað nógva misti møguleikan at spæla kvika kontra-spælið, sum hevur eyðkent liðið. Og tað gjørdi tað ikki lættari, at HB hesa ferð hevði lisið uppá, soleiðis at teir dupult-kekkaðu Clayton Soares, mest sum hvørja ferð hesin fekk nakað at arbeiða við.

 

Reytt til teir gulu

Fyri undirhaldisvirðið í dystinum gjørist fyrri hálvleikur tí ein størri oyðimarkargongd, men spenningurin vaks tó eftir steðgin.

B71 var nú raknað við, og teir byrjaðu eisini at skapa spentar støður móti HB-málinum. Næst við var Clayton Soares, tá hann sendi á stólpan, men løtu seinni mistu sandoyingarnir at kalla alt á gólvið.

Eirikur Poulsen var sjónliga ónøgdur um tað, sum var gingið fyri seg millum seg og HB-málverjan, og tá hann gjørdi Petur Reinert vart við hetta undir næsta HB-álopinum, tímdi Petur Reinert ikki meira. Næsta gula kortið til Jónsvein, og so mátti B71 spæla restin av dystinum við 10 monnum.

Og tað gav HB møgueleikan at dusa sær. Jákup á Borg økti til 2-0, og saman við øðrum taldist hann millum stóru syndarnar, meðan gestirnir royndu at økja enn meira.

At sandoyingar samstundis royndu at trýsta niðaneftir gav HB bara enn betri møguleikar at kontra, og tá ein púrasta leysur Páll M. Joensen stútaði í netið til 3-0, reyk seinasti spenningurin. Clayton megnaði tó at minka um munin, tá hann varð feldur í brotsteiginum og sjálvur avgreiddi úr 11 metrum, men stórt meira enn tað sama gjørdist talan tó ikki um.

 

Fimm á rað

Fimti HB-sigurin á rað ber við sær, at meistararnir enn eina ferð minkaðu um munin fram til oddin. Hesin er nú tódnaður niður í seks stig, men enn vilja teir reyð/svørtu ikki hoyra talan um nakra endurtøku av søguni frá í fjør. Kanska ikki so løgið, tí fyrst og fremst, so eru seks stig nógv at skula vinna í eins nógvum dystum. Og hartil eigur HB eisini dyst á móti teimum trimum, sum kappast verður við í oddinum.

Hjá B71 er støðan hinvegin als ikki so hugalig, sum hon hevur verið tað. Úrtøkan síðani summarsteðgin hevur verið sera soltin, men tapið hjá AB fyri GÍ mundi tó koma væl við. Tað skal í øllum førum vilja heilt illa til, um sandoyingar skulu missa átta-stiga leiðsluna, sum teir hava niður til strikuna.