ÚTISETI
Fjarstøðan millum FCK á fremsta plássinum og Brøndby á næstfremsta plássinum í superliguni dragnaði eitt sindur í vikuskiftinum. Leygardagin var úrslitið 1?1, tá ið Brøndby var í Odense, og FCK vann 1?0 sunnudagin, tá ið Esbjerg var í Parkini. Munurin var í vetrarsteðginum tíggju stig.Í trimum teimum fyrstu umførunum eftir vetrarsteðgin minkaði hann til fýra stig, men nú er hann seks stig.
Farum er spildurnýtt felag í bestu deildini. Teir søgdu undan kappingarbyrjan í fjør, at fremsta málið hjá teimum var at varðveita plássið og harvið ikki at flyta niður aftur.
Á so mongum økjum hevur tað verið buldraligt hjá Farum, men fótbóltsliga gongur framúr. Sunnudagin vann Farum í Aalborg, og nú eru teir á uppflytaraliðnum á triðja plássi. Teir eiga framvegis ein útsettan dyst á ímóti AGF. Um teir megna at fáa fult ta ferðina, so verður tað Farum og ikki Brøndby, sum verður í hølunum á FCK, og so verður munurin frá nummar eitt og til nummar tvey minni enn seks stig.
Christian Andersen, venjarin hjá Farum, sigur, at tað er hugaligt, at liðið hjá honum, nú tað resta tólv umfør, hevur fingið fleiri stig, enn teir høvdu torað at rokna við, at teir skuldu fáa í øllum 33 umførunum, men hann undirstrikar framvegis, at málið er at sleppa undan niðurflytingini.
Í Brøndby vóru teir ikki misnøgdir við javnleikin i Odense, har OB hevur staðið seg rættuliga væl síðani vetrarsteðgin. Jón Rói Jacobsen var heldur ikki hesa ferð ímillum teir fyrstu ellivu. Hann varð settur á vøllin, tá ið tveir minuttir vóru eftir. Tað ljóðar ikki av nógvum bara at hava spælt tveir minuttir, men tað hevur stóran týdning. Eftir at hann hevur sitið uttanfyri tvær ferðir á rað, kann tað verða so skjótt, at ein ungur spælari fer at hugsa og spyrja seg sjálvan, um nú venjarin yvirhøvur roknar við honum, ella um hann hevur gloymt hann heilt.
At Michael Laudrup setti Jón Róa Jacobsen á vøllin boðar frá, at føroyski landsliðsspælarin ikki er gloymdur av toppinum í Brøndby.
Botnurin tjúkkur
Helmingurin av liðunum í superliguni eru framvegis í vandi fyri at flyta niður. Umframt ítróttarliga vónbrotið er tað stórur fíggjarligur smeitur at enda so aftarlaga. Farum venjarin, Christian Andersen, metti í síðstu viku, at um Farum hevði flutt niður, so hevði tað í hvussu so er kostað felagnum seks milliónir krónur.
Størstu hóttanina av niðurflyting liggja Silkeborg og Viborg undir. Sunnudagin hittust jysku liðini, og tað endaði málleyst. Harvið eru tey bæði feløgini framvegis bestu boðini upp á niðurflyting.
AB og Køge vóru partar í botngysara í Gladsaxe. Um AB hevði havt tapt, so varð roknað við, at venjarin hevði sitið rættuliga leysur í saðlinum. Men AB spældi væl og vann 3?1, og nú verður spurt, um Køge, sum stóð seg lutfalsliga væl í heyst, fer at fara niður við flagginum.
AGF hevði ikki fingið stig síðani vetrarsteðgin, og FCM hevði ikki tapt síðani vetrarsteðgin. Á heimavøllinum í Århus toldi AGF ikki at tapa, og tað gjørdu teir heldur ikki. FCM varð sent til hús við 3?2 tapi, eftir at AGF hevði verið á odda 2?0.