landið. - Vit settu okkum í samband við nakrar kommunur og spurdu, um tey vóru áhugað í at fáa bókina og fleiri tóku av. Eg síggi eisini, at í øllum støðunum, sum bókin hevur verið, eru fólk komin og hava [...] vikurnar hava fólk havt høvi at skriva eina samkenslukvøðu til kongshúsið, og sambært ríkisumboðnum eru tey mong, sum hava nýtt høvið. - Eg vil meta at okkurt um 150 fólk hava skrivað í bókina, sigur Lene [...] Onkrir skúlaflokkar hava eisini nýtt høvi at senda eina heilsan og hava teknað nakrar tekningar, sum nú verða sendar til Kongshúsið saman við kondolansubókini.
Sigurin hjá SÍ merkir, at spenningur av álvara er komin um oddasessin í Eik-liguni hjá monnum, har tað tó bara eru hesi bæði liðini, sum í løtuni eru við heilt har frammi. Í dag vóru sørvingar sera uppsettir [...] omaná og vann 3-0. ? Fyri okkum hevði tað sera nógv at siga, at vit vunnu. Hetta vísir, at tað ber til at taka Mjølnir, og tað er gott at vita, nú eisini steypafinalan nærkast, sigur spælandi venjarin hjá SÍ
onnur. – Vit hava hugsað stórt við nýggju høllini, men tá ið vit fara undir eina so stóra ætlan, kunnu vit akkurát tað sama ganga plankan, hóast hann kostar nakrar milliónir meiri, tí so hava vit møguleikan [...] Javnaðarflokkin, vísir á, at 4,5 milliónir eru settar av til endamálið og hann heldur, at tað er rætt at fara undir arbeiðið nú, soleiðis at tað ikki verður útsett. Og hann er vísur í, at vit fáa aldrin eina [...] sindur dýrari, men hon heldur at vit eiga at hugsa stórt, og er svimjihøllin fyrst gjørd, uttan at lúka altjóða krøv, er ógjørligt at koma afturumaftur. Men sum støðan er nú, er hvørki fíggjarlig ella um
góðum toski komin upp á land. Tá ið líður út á summarið, fækkast teir, ið hava hug at royna við snellu. Tó so, eru altíð nakrir, sum royna so gott sum alt árið. Hesir eru fyri tað mesta menn, ið eru komnir [...] uttan, tá ið várróðurin er. Tá gýtingarfiskurin er komin á várgrunnin, er ein stórur floti av størri og smærri fiskiførum úr øllum Føroyum, ið leitar á Norðhavið at royna eydnuna við snellu. Og okkurt árið [...] komnir nakað upp í árini og somuleiðis yngri menn, ið hava starv sítt á sjónum, men eru heima í feriu. Árið í fjør mundi vera eitt av teimum allarbestu hjá snellubátunum. Veðrið var til vildar, og eisini teir
Føroyar gerast nú eitt av teimum londunum, sum hava flest smittað fyri hvønn íbúgva. Ansa vit ikki eftir nú, so gerst hetta talið bara størri, sigur Heilsumálaráðið. Nógv eru smittað á ólavsøku Tá ið tað [...] Heilsumálaráðið. Í løtuni eru fleiri enn 80 persónar, sum hava fingið staðfest koronasmittuna. 32 av teimum eru tó farnir av landinum aftur, meðan ein útlendingar er innlagdur á sjúkrahúsinum. Eftir ætlan [...] 900 kanningar vórðu gjørdar á sjúkrahúsunum í gjár. Tað sigur Landslæknin, og Heilsumálaráðið ásannar, at støðan nú er sera álvarsom. – Tað er mest sannlíkt, at enn fleiri tilburðir verða staðfestir, sigur
Hann er í góðum hýri, Petur Skeel, veðurmaður. Nú mai máni er komin, kemur lýkkan eisini, sigur hann og væntar, at veturin er av á hesum sinni. Vit fara at fá lýggjari veður, um ikki so stabilt hvønn dag [...] sindur av regni verður eisini, men kuldin skuldi verið burtur nú, heldur Petur Skeel Jacobsen, veðurmaður hjá Sosialinum, sum eins og vit onnur heilsar sólini hjartaliga vælkomnari. Og veðrið verður gott
skorta upp á vælvild frá okkum at fáa í lag at verja fornminnini í Kirkjubø. At tey eru komin soleiðis fyri, er ein aldargomul søga. Kanska varð avgerandi leyst millum land og Kirkjubøhólm á Kyndilsmessuni [...] orðaskifti um, hvat vit í veruleikanum vilja við hesum fornminnunum. Tað er ikki nóg mikið at stríðast um tey. Vit mugu eina ferð semjast um kósina, áðrenn ov seint er. Fornminnini í Kirkjubø eru eitt aktiv fyri [...] søguhøpi og ferðavinnuhøpi. Hetta er tað besta, vit eiga av sínum slag. Hetta er okkara tráður aftur í fornar tíðir, sum vit ikki hava aðrastaðni. Hetta eru ítøkilig prógv um okkara umstøður og okkara samband
tjóðini. Leingi var at bíða, men so mikið fegnari eru vit nú. Hin stórhendingin er sum nevnt, at okkara tjóðsavni, Føroya Fornminnissavn fylti hundrað ár á ólavsøku. Til tess at markera hesa hending hevur [...] frá andstøðuni verður. Annars peikar løgmaður á nógvar av teimum broytingum, ið standa fyri og fara vit at viðgera tær nærri í blaðnum, so hvørt sum tær koma á politisku dagsskránna. Samanumtikið var løg [...] kom út og Fornminnissavnið fylti 100 ár. Tað hevur leingi verið stórur saknur í orðabókini. Nú er hon so komin og hon er eitt dygdarverk og ein varði í føroyskari málsøgu. Orðabókin er týdningarmesta amboði
verið eitt gott høvi til at stuðla fótbóltin. – Vit hava í øllum førum verið fegin um, at vit hava fingið hjálpt føroyskum fótbólti hesa tíðina, og vit hava allan vegin ígjøgnum havt eitt gott samstarv [...] – Alt hevur sína tíð, og eftir fýra ára samstarv var tíðin nú komin til, at onkur annar kundi taka yvir, sigur forstjórin í Formula.fo, Hákun Steingrímsson, sum ikki ivast í, at besta mansdeildin í fótbólti [...] hevur millum manna eisini verið tosað um Formulaspælarar og alt møguligt annað. Hóast vit ikki hava roknað upp á hetta krónu fyri krónu, so er einki at ivast í, at hetta hevur brandað okkum sera væl.
eitt verkstað á Bornholm. Fyri tað mesta eru tað umvælingar og tíverri sera sjáldan nýbyggingar, sum vit fáast við, sigur Moses. Feðgarnir arbeiða tó ikki bert á Bornholm, men koyra runt á Sælandi og eisini [...] lærurík, heldur hann jól á Bornholm. Men hvat nú um flúgvarin ikki flýgur? Tað man fara at ganga, sigur Moses við einum smíli og fortelur um ta ferðina hann og familjan hildu jól á einum flogvølli í Grønlandi [...] Bornholmarin Moses Løvstad, sum síðstu vikurnar hevur verið í starvslæru heima á Sandi hjá bátasmiðinum Jóan Peturi Clementsen. Vit skiftu orð við hann, meðan hann gevur Jóan Peturi eina hjálpandi hond. Nýggjur