Hótta ongan fiskastovn

Umstøðurnar hjá teimum, ið royna við snellu norðanfyri, eru ikki góðar. Leiðirnar eru einki serligar, og eisini verður lína sett allastaðni

Tá talan er um útróður við snellu í norðanfyri, kann ikki sigast, at talan er um nakra stóra vinnu - uttan, tá ið várróðurin er.

Tá gýtingarfiskurin er komin á várgrunnin, er ein stórur floti av størri og smærri fiskiførum úr øllum Føroyum, ið leitar á Norðhavið at royna eydnuna við snellu. Og okkurt árið er heilt væl av stórum og góðum toski komin upp á land.

Tá ið líður út á summarið, fækkast teir, ið hava hug at royna við snellu. Tó so, eru altíð nakrir, sum royna so gott sum alt árið.

Hesir eru fyri tað mesta menn, ið eru komnir nakað upp í árini og somuleiðis yngri menn, ið hava starv sítt á sjónum, men eru heima í feriu.

Árið í fjør mundi vera eitt av teimum allarbestu hjá snellubátunum. Veðrið var til vildar, og eisini teir minstu bátarnir fingu roynt stóran part av árinum. Í ár hava teir smærru bátarnir verðið tarnaðir av veðrinum.
Snella oyðir ikki

Útróðrarmaður, sum Sosialurin skifti orð við, sigur, at tað er heilt vist, at snellufiskiskapur oyðir ongan fiskastovn.
- Heldur ikki rokni eg við, at vit nakrantíð fara at kunna siga, hvussu nógv kann fiskast árliga. Tað er náttúran alt ov viðbrekin til. Sjálvt ikki bóndin, sum hevur seyðin fyri eygunum hvønn dag, er vísur í, hvussu nógv hann sker um heystið, sigur útróðrarmaðurin.

Snellumenn norðanfyri siga, at umstøðurnar til snellufiskiskap hjá teimum eru alt annað enn góðar. Leiðirnar eru einki serligar, og eisini verður nógv lína setta allastaðni. Og har, ið lína er sett, fæst ikki nógv við snellu, siga teir.