Væl hýrdur veðurmaður

Veðrið verður gott restina av vikuni, sigur Petur Skeel, veðurmaður á Sosialinum. Serliga um vikuskiftið. Upp móti einum 15 hitastigum væntar hann, tað fer at verða leygardagin

Hann er í góðum hýri, Petur Skeel, veðurmaður. Nú mai máni er komin, kemur lýkkan eisini, sigur hann og væntar, at veturin er av á hesum sinni.

Vit fara at fá lýggjari veður, um ikki so stabilt hvønn dag. Eitt sindur av regni verður eisini, men kuldin skuldi verið burtur nú, heldur Petur Skeel Jacobsen, veðurmaður hjá Sosialinum, sum eins og vit onnur heilsar sólini hjartaliga vælkomnari.

Og veðrið verður gott restina av vikuni, sigur Petur Skeel. Serliga um vikuskiftið. Upp móti einum 15 hitastigum væntar hann, tað fer at verða leygardagin. Lágætt ella kanska eitt lítið lot av ymsum ættum. Eitt hátrýst er um okkara leiðir og verður væntandi beint yvir okkum leygardagin, sum fer at verða tann besti dagurin, sigur Petur.

Apríl mánaður hevur verið kaldur og turrur. Í ár var meðalhitin í apríl 3,3 hitastig, meðan tað vanliga er 4,9 stig. Og turt hevur eisini verið. Vanliga regnar tað 96 mm í apríl, meðan tað í ár bara komu 59,5 mm niður.