Skála skuldi í Vági í dag liva upp til trygga sigurin á GÍ seinasta vikuskiftið, og hetta megnaðu teir til fulnar. Ein frálík byrjan hjá nýggja venjaranum á Skála, John Petersen. Ov stórur biti var Skála [...] málmøguleikar. VB/Sumba kann takka málmanninum, Vlada Filipovic, fyri, at teir ikki vóru aftanfyri í hálvleikinum. Í 2. hálvleiki helt sama spælið fram, men VB/Sumba vóru raskir at verja fyri. At halda nullinum [...] og AB, og eru á 8. plássi. VB/Sumba hevur enn ikki fingið stig síðan sigurin í fyrsta umfari ímóti AB, og VB/Sumba er niðast í Formuladeildini. VB/Sumba?Skála 0-1 0-1: Slavisa Kaplanovic
Einki er at ivast í, at stóri sigurin hjá VB kann gerast gull verdur. Sum støðan er í løtuni, so er javnt í stigum millum oddaliðini bæði, og skal roknast í málum, so er VB væl betri fyri. Stigatalvan [...] undantiknir, so hevur VB 58 mál at geva av í mun til Stjørnuna, og tað er nú ikki so lítið. Og tá 32 av hesum 58 stava frá dystinum sunnudagin, hava tey í Vági alla orsøk at fegnast um júst tað úrslitið [...] sigur, at VB hevur heili 169 mál í yvirskoti á kontini, meðan talið hjá Stjørnuni er 82. Altso ein munur á 87 mál. Heilt so stórur er veruligi munurin tó ikki. Stjørnan hevur nevnliga vunnið tann eina
arbeiðir sum avloysari, áðrenn hann fer til Danmarkar at lesa víðari. Kristian í Vági, sum er ættaður úr Leirvík, og sum í januar mánaði byrjaði at læra til anlegsgartnara hjá Búgva Róin, sum stendur fyri [...] hetta í blaðnum). Teir tríggir hava longu gjørt ein stóran part av arbeiðinum, og eru nú farnir at nærkast ovaru síðu av húsinum. Flisar og steinar verða lagdir við kønari hond, soleiðis at fólk í framtíðini [...] felags uppgávu Teir tríggir menninir, sum eru við í hesum arbeiðinum eru: Rasmus Larsen úr Danmark, sum er útlærdur anlegsgartnari. Hann verður ætlandi í Føroyum til heystar. Rólant Dam úr Havn, sum arbeiðir
verið góð. Í fyrsta umfarinum spældu vit illa ímóti EB/Streymi, og tá høvdu vit ikki uppiborið at fáa nakað burturúr. Ímóti KÍ og serliga í Fuglafirði haldi eg, at vit vóru óhepnir. Eg var í hvussu so er [...] venda hjá tykkum? - Tað hevur í hvussu so er stóran týdning, at vit komu á stigatalvuna. Tað tyngir, tá ið einki fæst burturúr, og tað lættir, tá ið tað gongur væl. Nú skulu vit í Gundadal at spæla ímóti HB [...] at vinna ímóti teimum, heldur GÍ venjarin, sum rósar sínum monnum fyri at hava víst góðan hugburð í Vági.
teir næstbestu hjá B68 vitja. B68 er niðast í 2. deild. TB spælir í kvøld jóansøkudyst ímóti VB. Talan er um teir bestu á Tvøroyri ímóti teimum næstbestu úr Vági. Fyri TB, sum er á fjórða plássinum við tíggju [...] teir fluttu niður úr í 1999. Eftir seks tey fyrstu umførini hava teir átjan stig, og teir eru sjey stig undan næstu kappingarneytunum. Millum kappingarneytarnar er AB. Seinnapartin í dag skal ÍF spæla á [...] deildarlið. Teir hava ? eins og TB hevur tað ? tíggju stig. B71 liggur eitt sindur tungt í sjónum. Teir skulu vitja í Klaksvík, har 2. deildarliðið ikki hevur verið so bragdligt, sum tað onkuntíð hevur verið
Starlight byrjaði í seinnu helvt av sjeytiárunum, og spældi nógv til dans kring landið í sjeyti- og áttatiárunum. Eftir langan steðg hevur bólkurin luttikið á tveimum Ljósfestum í Vági ávikavist í 2023 og 2024 [...] menn", sum hevur verið sera væl móttikin og er nógv spældur í útvarpi og talgildum pallum. Nú er so tað næsta lagið hjá bólkinum givið út. Limirnir í bólkinum eru: Fimmboði Lisberg, sang og kassaguitar Jákup [...] Bólkurin Starlight, sum hevur røtur úr syðru helvt av Suðuroynni og spælir tónleik, ið hevur røtur í sjeyti- og áttatiárunum, eru nú aktuellir við einum nýggjum sangi, ið kallast “Rótasúpan”. Sangurin
verður meiri um umhvørvið og um tað einastandandi náttúruna, vit liva í og eru partur av. Allir toyposarnir hava áprentað “ Í Vági hugsa vit um UMHVØRVI ”. Á posarnar eru harumframt prentaðar reglur úr [...] skrivar Vágs Kommuna millum annað á síni heimasíðu síni. Ein liður í hesum átøkunum er, at Vágs kommuna hevur gjørt av at geva hvørjum húsarhaldi í kommununi toyposa við áprenti, sum skal fáa okkum at frávelja [...] at taka við sær toyposa, tá tey fara til handils, soleiðis at sleppast kann undan plastposum í handlunum og í náttúruni – plastposar, sum sannlíkt taka meiri enn hundrað ár hjá náttúruni at niðurbróta,
Talan var um sannan gysara í Vági í kvøldi, tá VB og VÍF avgreiddu dystin, sum fyri nøkrum vikum síðani varð útsetur, tí ein misskiljing bar við sær, at dómararnir til dystin ikki møttu. VÍF visti undan [...] allar sínar dystir – eisini hava hjálp frá øðrum liðum, um pláss í finaluni skal røkkast. Størstu vónirnar til hetta hevur VÍF helst í annaðkvøld, tá Neistin og Kyndil spæla grannauppgerð. VB-VÍF 24-23 [...] dystinum, at tær skuldu vinna, um tær framvegis sjálvar vildu sleppa at gera av, um tær skulu hava pláss í FM-finalunum. Talan var allan vegin um sera tættan dyst, har liðini bæði skiftust um at hava leiðsluna
at kommunurnar framvegis hvør sær greiða hendan spurningin. Umsitingin fyri eldraøkið í Suðuroynni verður í Vági. [...] aður í Hvalba, og hann sigur, at fyri teirra viðkomandi er talan um góða loysn. - Tá tað nú skuldi verða soleiðis, so má eg siga, at eg eri fegin um úrskurðin, sum landsstýrskvinnan hevur gjørt í hesum [...] Leingi hava kommunurnar í Suðuroynni tingast um, hvussu felags eldraøkið skal skipast. Tað hevur tó gingið striltið við at finna eina endaliga semju, og tá hendan ikki varð funnin innan 1. juli, hevði
Ellivu ára gamla Tórun K. Vilhelm í Vági fekk í gjárkvøldið eina øðrvísi uppliving, tá ein spøk kráka setti seg á arm hennara. Tórun kom í gjárkvøldið framvið einum træ, har nakrar krákur sótu. Tann eina [...] krákan millum annað á høvdunum hjá húsfólkunum, og hetta gekk alt fyri seg í friði og uttan størri hóvasták. Tórun fór seinni í gjárkvøldið útaftur við spøku krákuni, og slepti henni, har tær báðar hittust [...] eina krákan tóktist ikki leggja stórvegis í, um Tórun nærkaðist. Heldur hinvegin. Krákan hevði onki ímóti hesum. Tórun, ið hevur fuglar heima við hús, hevur fyri kortum nevnt heima, at stuttligt hevði verið