58 og ikki 87

Einki er at ivast í, at stóri sigurin hjá VB kann gerast gull verdur. Sum støðan er í løtuni, so er javnt í stigum millum oddaliðini bæði, og skal roknast í málum, so er VB væl betri fyri. Stigatalvan sigur, at VB hevur heili 169 mál í yvirskoti á kontini, meðan talið hjá Stjørnuni er 82. Altso ein munur á 87 mál.
Heilt so stórur er veruligi munurin tó ikki. Stjørnan hevur nevnliga vunnið tann eina dystin móti botnliðnum, Tjaldri, uttan dyst, og tí gerst málmunurin nakað misvísandi.
Kappingarreglurnar siga, at um lið tapir uttan dyst, og at hesin dystur kann fáa avgerandi ávirkan á endastøðuna, so skulu dystirnir hjá hesum liði ikki teljast við, tá málmunurin verður uppgjødur.
Tilsamans hevur VB vunnið 59 mál móti Tjaldri, meðan talið hjá Stjørnuni er 20. Tað vil siga, at stendur á jøvnum, so skulu hesi málini dragast frá. Hóast hetta, so er iki nakar ivi um, at VB hevur ein væl betri málmun enn Stjørnan. Dystirnir móti Tjaldri undantiknir, so hevur VB 58 mál at geva av í mun til Stjørnuna, og tað er nú ikki so lítið. Og tá 32 av hesum 58 stava frá dystinum sunnudagin, hava tey í Vági alla orsøk at fegnast um júst tað úrslitið.