GÍ
GÍ venjarin, Krzystof Popczynski, fjalir ikki yvir, at hann var ógvuliga lættur, tá ið hann í nógva vindinum seinnapartin sunnudagin fór av vøllinum, sum var fyrsti heimavøllurin hjá honum, tá ið hann fyri seks árum síðani kom til Føroya.
- Tað kann skjótt gerast ónd ringrás, tá ið stig ikki fáast burturúr, hóast avrikini hava verið góð. Í fyrsta umfarinum spældu vit illa ímóti EB/Streymi, og tá høvdu vit ikki uppiborið at fáa nakað burturúr. Ímóti KÍ og serliga í Fuglafirði haldi eg, at vit vóru óhepnir. Eg var í hvussu so er nøgdur við avrikini, og hesa ferð var eg nøgdur bæði við avrikið og úrtøkuna, sigur Popczynski, sum setti seg sjálvan á vøllin, tá ið seinna umfarið var gott og væl hálvrunnið.
Roknar tú nú við, at tað fer at venda hjá tykkum?
- Tað hevur í hvussu so er stóran týdning, at vit komu á stigatalvuna. Tað tyngir, tá ið einki fæst burturúr, og tað lættir, tá ið tað gongur væl. Nú skulu vit í Gundadal at spæla ímóti HB, og vit halda, at vit hava góðan møguleika at fáa stig og kanska at vinna ímóti teimum, heldur GÍ venjarin, sum rósar sínum monnum fyri at hava víst góðan hugburð í Vági.










