Vágs kommuna á grønari leið

Vágs kommuna gevur hvørjum húsarhaldi toyposa, sum skal fáa fólk at frávelja plastposar.

Fyri at minka um nýtsluna av plastikki fer Vágs kommuna undir miðvís átøk, sum skulu skunda undir, at vit – føroyska brúkarasamfelagið – brúkar sum minnst av plastikki.

 

 

Hetta skrivar Vágs Kommuna millum annað á síni heimasíðu síni.

 

 

Ein liður í hesum átøkunum er, at Vágs kommuna hevur gjørt av at geva hvørjum húsarhaldi í kommununi toyposa við áprenti, sum skal fáa okkum at frávelja plastposar, samstundis sum hugsað verður meiri um umhvørvið og um tað einastandandi náttúruna, vit liva í og eru partur av.

 


Allir toyposarnir hava áprentað “Í Vági hugsa vit um UMHVØRVI”. Á posarnar eru harumframt prentaðar reglur úr ymiskum yrkingum um náttúruna og Vág, sum lokalir yrkjarar hava yrkt. Til dømis áprent: “Hoyr tú brimið á Vágseiði brýtur”, “Fram við fjørðinum vakra liggur hon”, “Skapt eitt eden við Vágs fjørð” – tilsamans reglur úr 10 ymiskum yrkingum.

 

 

Endamálið við toyposunum er at geva fólki møguleikan og samstundis koma við eini áheitan um at taka við sær toyposa, tá tey fara til handils, soleiðis at sleppast kann undan plastposum í handlunum og í náttúruni – plastposar, sum sannlíkt taka meiri enn hundrað ár hjá náttúruni at niðurbróta, skrivar Vágs Kommuna millum annað á síni heimasíðu síni.