Leingi hava kommunurnar í Suðuroynni tingast um, hvussu felags eldraøkið skal skipast. Tað hevur tó gingið striltið við at finna eina endaliga semju, og tá hendan ikki varð funnin innan 1. juli, hevði landsstýriskvinnan heimild at skera ígjøgnum.
Og tað hevur Annika Olsen nú gjørt. Ein av stóru knútunum var, hvussu ognarskapurin fyri ymsu bygningarnar innan eldraøkið skal skipast, og her verður leisturin, at eigaraviðurskiftini verða óbroytt, hóast raksturin av eldraøkinum verður miðsavnaður.
Trygvi Gudmundarson er bygdarráðsformaður í Hvalba, og hann sigur, at fyri teirra viðkomandi er talan um góða loysn.
- Tá tað nú skuldi verða soleiðis, so má eg siga, at eg eri fegin um úrskurðin, sum landsstýrskvinnan hevur gjørt í hesum. Okkara støða hevur verið eitt sindur serlig, tí vit hava onga skuld í sambýlinum. Skuldi ognarskapurin verið felags, so vildi hetta merkt ein eyka kostnað upp á einar 5,5 mió kr. fyri okkara viðkomandi, so tað var ikki nakað, sum vit ynsktu sigur Trygvi Gudmundarson.
Hann vísir eisini á, at tað fyri einstøku kommunurnar hevur stóran týdning, hvar framtíðar útbyggingar verða gjørdar, og at hann tí er fegin um, at kommunurnar framvegis hvør sær greiða hendan spurningin.
Umsitingin fyri eldraøkið í Suðuroynni verður í Vági.