Skjern á odda 19-13. Hóast tapið stóð Vilhelm seg aftur væl í kvøld. Vilhelm gjørdist næstbesti málskjúttin hjá Lemvig-Thyborøn við fimm málum. Harumframt legði Vilhelm upp til tvey mál. Toppskjútti hjá [...] Í kvøld spældu Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Lemvig-Thyborøn grannauppgerð móti Skjern á útivølli í bestu donsku hondbóltsdeildini. Aftaná dystin eru tað leikararnir og viðhaldsfólkini hjá Skjern [...] røn var Jeppe Gade við átta málum. Lemvig-Thyborøn er nummar níggju í deildini við fimm stigum. Vilhelm og liðfelagarnir eru eitt stig frá áttanda plássinum, ið gevur pláss í endaspælinum tá grundspælið
steðginum var ÍBV á odda 17-16. Tað var bert ein føroyskur málskjútti í dystinum, og tað var Vilhelm Poulsen sum noteraði seg fyri heili níggju mál í kvøld. Allan Norðberg og Pætur Mikkjalsson skutu eitt mál [...] bestu íslendsku hondbóltsdeildini í kvøld. Í Reykjavík var føroyinga-uppgerð, har Fram við Vilhelmi Poulsen og Rógva Dal-Christiansen tók móti ÍBV við Dánjali Ragnarssyni. ÍBV vann dystin 32-28. Í steðginum
dystum. Vilhelm skoraði 80 mál upp á 146 málroyndir. Vilhelm gagnnýtti sostatt 54,8 prosent av málroyndunum hjá sær. Vilhelm er á einum 42. plássi á toppskoraralistanum. Staðfestast kann, at Vilhelm í mun [...] Landsliðsleikarin, Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Lemvig-Thyborøn vóru fyri tí tungu lagnu at enda aftast í grundspælinum í bestu donsku hondbóltsdeildini, og tí mugu teir tungu leiðina niður í næstbestu [...] . Hóast Lemvig endaði á aftasta plássinum, so var Vilhelm tann ellinti besti assist-leikarin í grundspælinum í bestu donsku hondbóltsdeildini. Vilhelm legði upp til 73 mál hjá liðfeløgunum í 26 dystum
Føroyski landsliðsleikarin, Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Lemvig-Thyborøn tóku í kvøld móti sterka liðnum, Bjerringbro/Silkeborg á heimavølli, Bjerringbro/Silkeborg vann ein greiðan 39-31 sigur. Í [...] Í steðginum var útiliðið á odda 19-17. Vilhelm avrikaði tó væl. Hann skoraði seks mál og legði upp til eitt mál. Vilhelm gjørdist næstbesti málskjúttin hjá Lemvig-Thyborøn. Toppskjútti gjørdist Emil Jessen
Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Lemvig-Thyborøn tóku í kvøld móti Holstebro í bestu donsku hondbóltsdeildini. Lemvig-Thyborøn vann greiðan 28-21 sigur. Í steðginum var Lemvig-Thyborøn á odda 13-10. [...] Tað gekk væl hjá Vilhelmi Poulsen, ið gjørdist við seks málum besti málskjúttin hjá Lemvig-Thyborøn saman við Jeppe Gade. Vilhelm legði eisini upp til tvey mál. Lemvig-Thyborøn er nummar sjey í deildini
Tróndi Mikkelsen og Ísaki Vedelsbøl, HF Karlskrona og Sävehof seg í bólkaspælið, og í kvøld hava Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Hannover-Burgdorf vunnið seg í bólkaspælið. Hannover hevði eina 37-27 leiðslu [...] gjørdist tó um ein greiðan samlaðan sigur á 66-55. Í steðginum í kvøld var støðan javnleikur 14-14. Vilhelm var við sjey málum næstbesti málskjúttin hjá Hannover. Toppskjútti hjá Hannover við átta málum var
Vilhelm Poulsen skoraði tvey mál uppá fýra málroyndir, tá hann og liðfelagarnir í Lemvig-Thyborøn taptu stórt 24-37 móti toppliðnum, Aalborg á útivølli í dysti í bestu donsku hondbóltsdeildini. Millum
kappingini. Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Lemvig-Thyborøn taptu 30-33 fyri Sønderjyske á útivølli. Í steðginum var heimaliðið á odda 15-14. Persónliga gekk tó framúr væl hjá Vilhelmi Poulsen, ið gjørdist
Vilhelm Poulsen gjørdist toppskjútti hjá Fram við sjey málum, tá hann og liðfelagarnir taptu fyri oddaliðnum, Haukar á útivølli í kvøld. Haukar vunnu 35-29. Í fyrra hálvleiki leikaði meira javnt á. Tá
avgerðin ikki fall fyrrenn móti endanum. Talan var um ein góðan dyst hjá føroyingunum hjá Fram. Vilhelm Poulsen gjørdist enn einaferð toppskjútti, hesaferð við níggju málum. Rógvi Dahl-Christiansen skoraði [...] tey ovastu av teimum 12 liðunum í deildini, hetta fyri at røkka endaspælinum. Liðið hjá Vilhelmi Poulsen og Rógva Dahl-Christiansen, Fram er bert ein verri málmun frá áttanda plássinum aftaná 29-27 heimasigur