Vilhelm og Lemvig-Thyborøn vunnu uppflytingarfinalurnar

Lemvig-Thyborøn vann stórsigur á Team Sydhavsøerne í seinna uppflytingarfinaluni

Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Lemvig-Thyborøn spæla eisini í bestu donsku hondbóltsdeildini komandi kappingarárið.

 

Lemvig-Thyborøn vann í kvøld á útivølli stórsigur 34-22 (13-12) á Team Sydhavsøerne. Lemvig-Thyborøn vann eisini fyrru uppflytingarfinaluna, og teir vunnu sostatt samanlagt uppflytingarfinalurnar samanlagt 2-0.

 

Vilhelm gjørdist næstbesti málskjúttin hjá Lemvig-Thyborøn við fýra málum.