Vilhelm Poulsen gjørdist saman við Jesper Kokholm og Thomas Damgaard toppskjútti hjá Lemvig-Thyborøn við fimm málum hvør, tá Lemvig-Thyborøn tapti tepurt fyri Ribe-Esbjerg á heimavølli í donsku steypakappingini í dag.
Ribe-Esbjerg vann dystin 30-28. Í steðginum var Ribe-Esbjerg á odda 17-14.
Talan er um fyrsta kappingardystin hjá Vilhelmi fyri Lemvig-Thyborøn.
Tað lá væl fyri hjá Vilhelmi at skjóta mál fyri Fram í bestu íslendsku deildini farna kappingarár, og tað vakti áhugan hjá Lemvig-Thyborøn fyri Vilhelmi.
Komandi fríggjadag spælir Lemvig-Thyborøn fyrsta dystin í bestu deildini hetta kappingarárið. Fyrstu dysturin er á útivølli móti Sønderjyske.