Persónliga gekk tað væl hjá báðum føroyingunum í bestu donsku hondbóltsdeildini í kvøld, men liðini hjá teimum vóru bæði fyri tapum á heimavølli.
Vilhelm Poulsen gjørdist við fimm málum saman við Jeppe Gade Nielsen og Jonathan Würtz deildur toppskjútti hjá Lemvig Thyborøn, ið tapti 27-31 fyri Bjerringbro/Silkeborg.
Í fyrra hálvleiki gekk framúr væl hjá Lemvig Thyborøn, ið var á odda 14-10 í steðginum. Í seinna hálvleiki vendi Bjerringbro/Silkeborg dystinum og vann við fýra málum.
Hákun West av Teigum skoraði fimm mál fyri Skanderborg Århus, ið á heimavølli tapti tepurt 31-32 fyri toppliðnum, GOG.
Í steðginum var GOG á odda 15-12.
Tá 42 minuttir vóru farnir var støðan javnleikur 21-21, men tað eydnaðist ikki Skanderborg Århus at leggja seg á odda. GOG skifti ímillum at vera millum eitt og trý mál á odda. Tá ein minuttur var eftir skoraði Lars Moussing til 31-32, men tað eydnaðist GOG at knógva sigurin heim.
Skanderborg Århus er nummar níggju i deildini við átta stigum. Lemvig Thyborøn er næstaftast við fýra stigum.
Leygardagin spælir Skanderborg Århus á útivølli móti Midtjyllandi. Sama dag hevur Lemvig Thyborøn torføran útidyst móti GOG.











