Vilhelm og Lemvig-Thyborøn eru nú næstaftast

Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Lemvig-Thyborøn taptu á útivølli í kvøld

Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Lemvig-Thyborøn ferðaðust úr Vestur-Jútlandi til Sælands fyri at spæla dyst móti Ringsted í bestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Ringsted vann dystin 28-26. Í steðginum var støðan javnleikur 11-11. 

 

Lemvig-Thyborøn hevur bert fingið eitt stig seinastu fimm dystirnar.

 

Tað byrjar at síggjast aftur á stigatalvuni. Lemvig-Thyborøn er næstaftast í deildini við seks stigum fyri 10 dystir.

 

Vilhelm skoraði tvey mál í dystinum.

 

Komandi leygardag hava Vilhelm og liðfelagarnir møtumikla uppgávu á heimavølli, tá toppliðið, GOG kemur á vitjan.