Vilhelm mátti av vøllinum við einum knæskaða

Skaðin hendi í dysti hjá Lemvig-Thyborøn móti Aalborg ígjár

Vandi er fyri, at føroyski landsliðsleikarin hjá Lemvig-Thyborøn, Vilhelm Poulsen verður uttanfyri við skaða í longri tíð.

 

Tá Lemvig-Thyborøn ígjár tapti 29-36 (13-18) fyri Aalborg í heimadysti í bestu donsku hondbóltsdeildini mátti Vilhelm av vøllinum við einum skaða í knænum aftaná ein samanstoyt við ein leikara hjá Aalborg.

 

Vilhelm var fluttur á sjúkrahús, og sambært handbolti.is er talan um ein álvarsaman skaða, ið merkir, at Vilhelm verður uttanfyri í nakrar mánaðir. Handbolti.is skrivar, at tað er knæskelin sum er farin úr lið hjá Vilhelmi, so talan verður um eina drúgva skaðafráveru. 

 

Vilhelm skifti frá Fram Reykjavík til Lemvig-Thyborøn fyrr í ár.