at móttøkuni hon hevur fingið á Tvøroyri og sigur at hon hevur kent seg væl líka síðani hon setti fótin á land. ? Fólk eru einastandandi fitt og fyrikomandi, og tað er stuttligt at samastarva við teimum [...] her enn t. d. í Danmark, og tað heldur hon vera spennandi og gagnligt fyri ítróttina, ? Í Danmark er borðtennis ikki tann ítróttin, sum liggur fremst í huginum hjá gentum, og tí er tilgongdin ikki so stór [...] leingi fólk vita um, og tí man tað vera ein sonn kollvelting, at ein 19 ára gamal leikari skal læra teir gomlu fakið. Men hvussu taka teir tað, og kanska serliga, at tað er ein ung dáma, sum er lærari?
, sum eru doyptar Gull 2000. Onnur er við popp- og rocktónleiki, og hin er við fólka- og spælimanstónleiki. Næsta ár koma tvær slíkar fløgur afturat, og tær verða við øðrum sjangrum. Fýra frá 3?aranum [...] fløgusølunum. Og bæði ung sum eldri kunnu ynskja sær ein digitalan pakka undir jólatræið, tí útgávurnar spenna víða. Plátufelagið Tutl fer at ríka føroyska fløgumarknaðin við átta nýggjum fløgum, og tann fyrsta [...] hava spælt nógv saman, bæði í Frændum og í øðrum høpi, og nú hava teir upptikið tónleik til nýggja fløgu. Á fløguni hjá teimum verður melodiøsur popptónleikur, og útgávan verður trúgv móti tí tilfarinum
Tá Eikin byrjaði vóru tað fyrst og fremst enskir møblar, ið seldir vóru, men í dag er úrvalið størri. ? Nú keypa vit eisini møblar úr Fraklandi, Danmark og Italia, og vit leita serliga eftir møblum, sum [...] vorðin ein sera vakur og snotuligur bygningur - bygdur í gamlan føroyskan stíl tá hann er huganligastur. ? Vit hava lagt nógva orku í at gera innrættingina so hugnaliga sum tilber - og vit hava eisini lagt [...] staðið fyri innrættingini og sjálv gjørt alt arbeiðið innan, meðan handverkarar hava gjørt arbeiðið uttan, sigur hon. Gamla Spinnaríið varð bygt í 1906, men er fleiri ferðir um- og útbygt síðani. Tað var
august, og óveðrið hevði leikað í tvey samdøgur. Hjálmar og eg høvdu vakt saman. Eg bannaði og blótaði inn á veðrið, vit sigldu langt av kós, og alt var vátt, ikki ein turr koyggja var umborð og lítið og [...] eitt gistingarhús. Har høvdu tey svimjihyl, og vit trongdu øll til at slappa av og njóta eitt sindur av luksus. Har sat ein ung genta og las. Hon æt Sonya og var úr Kanada, hon hevði arbeitt í fýra mánaðir [...] Eg helt tankan vera ræðandi og syndarligan og dugdi væl at skilja, hví so nógv vanlig fólk eru so strongd og óeydnusom ? ei undur í at fólk nýta so nógva orku til grenj og ónøgd. Tey fyrstu trý samdøgurini
sær til Cuba og lovaði at koma at vitja Gregorio, tá hann kom. Og soleiðis varð. Teir báðir gjørdust vinmenn fyri lívið. Og tá Hemingway fekk sær egnan bát, bað hann Gregorio til skipara. Og hesum livdi [...] væntandi kundi verið. Heilsan er góð, og minninum bilar einki, har hann situr í ljósareyðari skjúrtu og myrkabláum buksum við reim um miðuna. Hann er í bláum inniskóm og roykir sigar. Á høvdinum hevur hann [...] Capitan? Gregorio Fuentes«. Og tá hann skal avmyndast, biður hann um at fáa tráðuna hjá vinmanninum, Hemingway, í hondina. Á vegginum hanga myndir av Gregorio og Hemingway, og beint yvir stólinum, hann situr
verður millum seldu atgongumerkini, og fáa hepni vinnararnir onkran munagóðan vinning úr hesum. Eitt nú lata Maersk Air og Flogfelagið ein ferðaseðil til Danmarkar, og eisini ber til at vinna onkran av teimum [...] stuttum ber til at siga, at har var ikki bara eitt sindur, men rættuliganógv av hvørjum. Til børn, ung, tilkomin og gomul, undirklæði, kjólar, buksur, skógvar, troyggjur, jakkar, frakkar o.s.fr. Snøgt sagt eitt [...] fingið so dygga hjálp frá føroysku hjálparfólkunum, og lata teir í hesum sambandi eina serliga tøkk til Elsu Mariu úr Yndi, Ann Mari úr Vero Moda og Gissur úr 3-aranum.
152 síðu drúgvu bókina, sum viðgerð Kaggan og limir tess seinastu 30 árini. Sonne sigur víðari: ? Sigurd Bech og eg tóku stigið til at stovna Kaggan í 1969, og nevndin helt tí, at tað kanska fór at spyrjast [...] við síðuna av Talvhúsinum, og bara menn kundu fáa limaskap har. Teir fýra vildu hava frægari umstøður og fremja nýggj hugskot í verki. Fundurin varð settur klokkan átta, og um tíggjutíðina fóru teir út [...] eina viku eftir at Sigurd Bech og Eyðun Jensen guftust. ? Tá kom Sigurd Bech við hugskotinum um at stovna eitt alternativ til Mim, men ætlanin var at taka alt stigið, og alt stigið var at limir í tí nýggja
raðfesting og avmarkað orku. Eg havi búð aðra staðni og fingið góða og mennandi hjálp. Har fært tú eina diagnosu og so kemur hjálpin í stundini av sær sjálvum. Í Føroyum fært tú diagnosuna, og so hendir [...] vita alt ov lítið og verða ov illa kunnað. Endamálið við pallborðsfundinum var at lýsa málið frá øllum síðum. Ein spurningur var, hvussu Almanna- og heilsumálastýrið og Undirvísingar- og mentamálastýrið [...] samstarva um børn og ung, sum hava serligan tørv og sum bæði stýrini varða av í felag. Ein annar spurningur er, hvørji tilboð Sernámsdepilin hevur til børn undir skúlaaldri og børn í skúlaaldri. Best
yrkingar fyri pensjónistunum og spældu tónleik, ið hoyrir ungdóminum til. Síðani fóru gomul og ung í bólkar, har tey ungu greiddu teimum gomlu frá teirra gerandisdegi, og tey gomlu greiddu frá, hvussu [...] burtur úr hesum. Tey gomlu vóru í Tilhaldinum í gjár frá klokkan 10 til 15, og umframt at stoyta kertu fingu tey eisini døgurða og kaffi. Í dag skulu pensjónistarnir vitja á Studentaskúlanum í Hoydølum, har [...] ø. lærugreinum, sum tey ungu har á skúlanum stríðast við. Síðani bjóðar skúlin kaffi í kantinuni, og tá tað er fingið frá hondum verður farið upp á gólv. Í morgin vitja tey í Fíggjarmálastýrinum á Argjum
frítt, og har tit (sum so ofta sagt) hava møguleika at vinna eina fløgu frá 3-aranum. At byrja við varð ikki so nógv sent inn til okkum, men seinastu tíðina tykist tað sum at ferð er komin á, og fegnast [...] hildnar, men fyri tað fyrsta er hetta alt ov sjáldan, og fyri tað næsta er prísurin aloftast somikið høgur, at fleiri halda seg aftur, tí tey rætt og slætt ikki hava ráð at gjalda einar 200 kr. fyri atg [...] Yngd hesu ferðina hava vit roynt at latið upp fyri hesum spurningi, og lesarar eru meira enn væl komnir til at senda okkum hugskot og spurningar, soleiðis at hetta kjakið kann koyra víðari. Eisini hevur