Eirikur Lindenskov
Tey sum eiga møblahandilin »Eikina« á Argjum nýtast í øllum førum ikki at fara um ánna eftir vatni, tí handilin liggur, sum helst einasti møblahandil í landinum, í eini á - í Sandá.
Tað var fyri einum ári síðani at tey trý, Birgith Høj, Gunnar Breckmann og Tummas Jákup Høj stovnaðu møblahandilin Eikina, sum selur serliga forkunnugar møblar. Handilin byrjaði í gomlu handilshølunum hjá Sørensen á Argjum, men har vísti seg skjótt at vera ov trongligt.
Fyrr í ár keyptu tey tí saman við øðrum gamla spinnaríið í Sandá, sum seinastu nógvu árini hevur hýst smiðju. Húsini vóru sum vera man ikki í besta standi til ein møblahandil, men eftir alt arbeiðið, sum nýggju eigararnir hava lagt í bygningin - er hann vorðin ein sera vakur og snotuligur bygningur - bygdur í gamlan føroyskan stíl tá hann er huganligastur.
? Vit hava lagt nógva orku í at gera innrættingina so hugnaliga sum tilber - og vit hava eisini lagt stóran dent á at fáa teir røttu litirnar, greiðir Birgith Høj Sosialinum frá, tá vit vitjaðu gjáramorgunin.
? Vit hava sjálv staðið fyri innrættingini og sjálv gjørt alt arbeiðið innan, meðan handverkarar hava gjørt arbeiðið uttan, sigur hon.
Gamla Spinnaríið varð bygt í 1906, men er fleiri ferðir um- og útbygt síðani. Tað var gamli spinnarin Johan Evensen, sum átti spinnaríið nógvu tey fyrstu árini, síðani tók Edvard Spinnarin yvir. Seinni gjørdi versonur hansara, Anfinn Debes smiðju í húsunum.
Húsini eru í dag tilsamans 740 fermetrar, so tey eru vælegnað til møblasølu.
Tá Eikin byrjaði vóru tað fyrst og fremst enskir møblar, ið seldir vóru, men í dag er úrvalið størri.
? Nú keypa vit eisini møblar úr Fraklandi, Danmark og Italia, og vit leita serliga eftir møblum, sum frammanundan ikki eru at fáa í Føroyum, greiðir Birgith Høj okkum frá.
Hon sigur, at møblarnir ikki eru bíligir, men at tað kortini vísir seg at vera marknaður fyri hesum í Føroyum.
? Vit hava eisini møblar á veg heim, sum meira eru í einum miðalklassaprísi - og vit fara eisini at hava eitt sindur av antikkum møblum seinni, sigur hon.
Birgith Høj sigur, at tað eru fólk í øllum aldri, ið keypa slíkar møblar, men at tað kortini eru fleiri ung fólk, enn hon hevði roknað við.