Familjur syndrast meðan einki hendir

Ótrygg foreldur vilja hava greiði á, hvørji tilboð okkara samfelag hevur til børn við serligum undirvísingartørvi. Men niðurstøðan eftir pallborðsfundin mánadagin um hendan spurning bendir ikki á, at tey kunnu vænta sær mennandi tiltøk til frama fyri børnini í bræði

Foreldur at børnum, ið hava serligan undirvísingartørv, vilja hava greiði á, hvørji tilboð Sernámsdepilin hevur til teirra børn. Tí skipaði Meginfelag teirra brekaðu fyri almennum pallborðsfundi mánadagin í MBF-húsinum við luttøku av landsstýriskvinnuni í almanna- og heilsumálum, landsstýrismanninum í undirvísingar- og mentamálum, leiðaranum á skúlanum á Sernámsdeplinum, og øðrum.

Nógvar broytingar eru farnar fram tey seinastu árini á Sernámsdeplinum, tað sum fyrr æt Skúlanum á Trøðni. Hetta hevur ført við sær, at foreldur at børnum við serligum undirvísingartørvi eru vorðin ótrygg, tí tey meta seg vita alt ov lítið og verða ov illa kunnað.

Endamálið við pallborðsfundinum var at lýsa málið frá øllum síðum. Ein spurningur var, hvussu Almanna- og heilsumálastýrið og Undirvísingar- og mentamálastýrið samstarva um børn og ung, sum hava serligan tørv og sum bæði stýrini varða av í felag. Ein annar spurningur er, hvørji tilboð Sernámsdepilin hevur til børn undir skúlaaldri og børn í skúlaaldri.

Best at lýsa støðuna hjá teimum, ið hava serligan undirvísingartørv, var foreldraumboðið við pallborðið, Óluva Vilhelmsen. Hon hevur arbeitt innan MBF í fýra ár, serligan innan sálarlig brek, hon hevur sitið í nevndini í Autistafelagnum, og arbeitt í neyvum samstarvi við Javna, Sinnisbata og MBD-Damp-felagið. Sum foreldur at barni við serligum undirvísingartørvi saknar hon heilt greitt at fáa at vita, hvørji tilboð okkara samfelag hevur til hesi børn.

- Tá ið ein tosar um tilboð ella veiting, má tað metast í mun til ein tørv, og tørvurin má so aftur síggjast í mun til nakrar trupulleikar. Og áðrenn vit kunnu meta, um ein veiting er nøktandi ella ikki, mugu vit fyrst staðfesta trupulleikar og tørv, sigur Óluva Vilhelmsen.


Strævin gerandisdagur

Í innleggi sínum á pallborðsfundinum vísti Óluva Vilhelmsen á nakrar trupulleikar, sum tann brekaði og avvarðandi hansara hava at takast við í gerandisdegnum.

- Tað eru familjur, sum ikki sleppa at sova um næturnar orsakað av, at tann brekaði hevur svøvntrupulleikar. Tað eru familjur, har onkur alla tíðina má hava eyguni við tí brekaða, og harvið er lítil orka eftir til hini systkini. Kanska hevur tann brekaði agressiva atferð, so hini kenna seg ótrygg, ella kanska tosar viðkomandi alla tíðina, so hini ikki fáa tosað. Kanska er tann brekaði vorðin næstan vaksin, men er ikki sjálvbjargin í persónligum viðurskiftum, greiðir Óluva frá.

- Tað eru familjur, sum ikki megna at røkja sítt arbeiðslív, orsakað av ov tungari byrðu, og tað eru systkin, sum kenna seg svikin, tí ongin tíð er til tey. Tað kann tí ikki undra nakran, at vit sum foreldur mest av øllum ynskja okkum eina skikkaða menning av børnum okkara. Í dag fáa tey ikki skikkaða menning. Fakligi kunnleikin er á Sernámsdeplinum, men ikki í dagliga umhvørvinum hjá barninum. Og tað er har, hann skal brúkast, um barnið skal fáa nakran ágóða av tí.


Munur á dygd

Óluva Vilhelmsen vísir á, at hvørja ferð vit hava fyribyrgt einum atferðartrupulleika og tann brekaði hevur lært eitthvørt, hevur fakpersónurin gjørt eitt stórt menningararbeiði.

- Tann brekaði verður glaður, fær ein persónligan vinning, og familjan fær meiri orku til onnur ting. Samfelagið fær eisini væl burtur úr, tí familjurnar hava tá ikki tørv á so nógvari sosialari veiting sum tíðin líður.

Munur er sjálvsagt á, hvat ein faklærdur kann og hvat ein ófaklærdur kann.

- Tann faklærdi kann orsakað av síni vitan um brekið fyribyrgja ella steðga einum óynsktum atburði. Viðkomandi dugir í góðari tíð at síggja, hvønn veg tað ber, og er førur fyri at seta tey røttu tiltøkini í verk beinanvegin. Hesi børnini eru so serlig, tá ið tað kemur til samskifti. Tey hava heilt serligar mátar at gera vart við seg uppá og tey hava eisini heilt serligar mátar at fata verðina uppá. Kennir tú ikki til hesi fyribrigdi, finnur tú heldur ikki inn til barnið. Tann ófaklærdi hevur av røttum ikki fingið rætta reiðskapin til at loysa hesar trupulleikar. Verður ein ófaklærdur settur at taka sær av einum brekaðum, er talan tá um ansing og ikki menning.


Tíðin komin at broyta hugburð

Á fundinum setti Óluva Vilhelmsen báðum landsstýrisfólkunum ítøkiligar spurningar. Landsstýrismaðurin í undirvísingarmálum varð spurdur, um vit skulu hava ansing ella menning til hesi børn, og landsstýriskvinnan í almannamálum varð spurd, hví sparast skal uppá tiltøk, ið kunnu menna tey brekaðu, tá ið avleiðingarnar ikki eru til at rokna út. Spurd eftir fundin, um hon varð nøgd við svarini, sigur Óluva Vilhelmsen.

- Har kom lítið ítøkiligt á borðið. Tí er ikki nógv gott í væntu, tá ið fremstu politikarar okkara ikki hava stórvegis meiri at siga. Spurningurin er so, hvør kann gera nakað, tá ið politikararnir ikki kunnu. Undanførslan hjá øllum er raðfesting og avmarkað orku. Eg havi búð aðra staðni og fingið góða og mennandi hjálp. Har fært tú eina diagnosu og so kemur hjálpin í stundini av sær sjálvum. Í Føroyum fært tú diagnosuna, og so hendir einki meir. Eg kann ikki góðtaka, at einki kann gerast.

- Vit gevast kortini ikki so, hvíla okkum nú eitt sindur, men so herja vit á aftur. Tíðin er komin til at broyta hugburð. Vit eiga at hugsa um barnið sum eina heild, ið hevur brúk fyri øllum, og síðani samskipa økið á bestan hátt, har barnsins tørvur er í miðdeplinum, sigur Óluva Vilhelmsen at enda í viðtali.