og finna út av hvør tú ert og hvat tú gert. Áðrenn eg fór til Svøríkis, føldi eg tað, sum um eg var við at koyra av sporinum. Í Svøríki búði eg púra einsamallur og hevði nógva tíð til at hugsa. Eg fekk nógv [...] millum annað Eg flýggi til tónleikin, Tú og Hvussu kann eg vita. ? Eg fekk nógv burtur úr yviri í Svøríki. Eg kom líkasum upp undan. Tá tú alla tíðina koyrir í einum resi, gloymir tú at hyggja í speglið við [...] torført at halda seg á toppinum og altíð fornýggja seg, tá tú hevur spælt í hvørjum króki í landinum, og tað eru tey somu tiltøkini, tú kemur aftur til. Tí tosaði eg nógv fyri at vit skuldu við í Prix Føroyar
russiskum, og nótarnar hjá Musorgskijs, dugir hann valla at lesa, so hann hevur lært seg alt uttanat. Arbeiðsdissiplinina hevur hann heimanifrá; á bóndagarðinum í Fámará lærir ein skjótt, einki kemur av [...] Slíkt er óivað vónleyst at greiða øðrum frá. Rúni fór so til Keypmannahavnar. ? Eg hevði ikki sungið solo áður, men tað kravdist til upptøkuroyndina til Radiokórið. Eg mátti finna ein sanglærara skjótt. Tey [...] tímdi at ómaka sær til at geva mær sangtímar - hansara ráð kann eg brúka so leingi eg livi. ? Rúni er skjótur til látur, og hann flennir, tá hann tosar um seg, sum seriøsan bass ella basso profundo. ? Í
Gongdin er alla tíðina tann, at rentan gongur upp og niður. Og nú hevur hon verið sera lág nokk so leingi. So tað er ingin ivi um, at fyrr ella seinni fer hon uppeftir aftur. Spurningurin er bara nær. Av [...] Tað vísir seg, sum um at tð er sera trupult at skilja teknini í búskapinum við atliti til rentuna. Men fyrr ella seinni fáa teir sjálvandi rætt, sum spáa rentuhækking. Ein fyrimunur á summum økjum Bjarni [...] veldst sjálvandi um, hvønn part av búskapinum, vit tosa um. Og tað veldst sjálvandi um, antin tú ert ognari ,ella skuldari. Tosa vit um føroyska búskapin mótvegis útlandinum er støðan tann, at uttanlandsskuldin
morreytt við grønum prikkum ella hvat tað nú verður. Bara tað er føroyskt, umboðandi ein borgara í føroyska ríkinum, og hann kann væl vera kinverji ella suðurafrikani, bara hann hevur føroyskan ríkisborgararætt [...] stórtýska felagsskap, hinum Fjórða Ríkinum, um tú vilt. Men hesin »trupulleikin«, sum als ikki er til, verður loystur av sær sjálvum, møguliga innan eitt ár ella so. Í núverandi samgonguskjali stendur klárt [...] nú knappliga kallast hitt føroyska passið, er hvørki fuglur ella fiskur. Kortini stendur orðið »føroyingur« í tí. Men nakað føroyskt pass hevur tað aldri verið og verður aldri annað enn eitt danskt pass
vil ikki gera nakrar viðmerkingar til støðuna hjá teimum og manningini, nú teir eru førdir inn til oynni Reunion. Heldur ikki vil hann siga, hví teir eru tiknir, ella nær málið kemur fyri rættin. Hann [...] eftir umborð, fýra føroyingar og ein normaður. ? Tað stendur væl til hjá okkum. Nei, sjálvandi kundi tað staðið betri til. ? Men tað hevur ikki verið hald í øllum tíðindunum, sum hava borist. Tað var ikki [...] Andreasen hevur verið og tosað við manningina á Golden Eagle, men hann vil ikki upplýsa nakað um teir. Men Jógvan Vilhelm, ert tú ikki bangin at koma í somu støðu sum Sigmundur Andreasen, at tú ikki fært
film, so brúkar Jens Okking stóran part av tíð síni at skriva til bløð. Í løtuni hevur hann fingið til uppgávu at gera nakrar greinar til m.a. Ekstrabladet og Familiejournalen. Hann er júst heimkomin av [...] Okking hevur annars altíð havt forkjerligheit fyri oyggjum og oyggjarfólki, og tað er helst eisini ein orsøk til, at hann longu leitar aftur til Føroya, so stutt eftir Barbarafilmin. Sjálvur hevur hann leingi [...] Jens Ok-king eisini siga, at ein eigur ikki at flúgva til Føroyar. Skal tú uppliva landið og fáa tær røttu kenslurnar fram, so skal tú sigla. Tá kanst tú uppliva hetta fantastiska nátúrpanoramaið, sum tað
høgt støði At tað er á henda hátt hevur eisini sína grund. Tað hevur so at siga einki tónleikalív verið í Oman. Ella tað vil siga, at tey syngja sum arábarar gera: 1/3 ella 3/4 tónar, meðan vit syngja 1/2 [...] Um tað av fara til Oman var ein størri avbjóðing enn at vera í Føroyum, dugir Ken tó ikki heilt at siga. ? Tá ið eg kom úr Skotlandi til Føroya, hevði eg ikki ánilsi av, hvat eg kom til. Eg hevði fingið [...] um hettta var ein maður, eg skuldi seta meg í samband við, ella hvat tað var. Tá ið vit komu til Oman, vistu vit heldur ikki so nógv um, hvat vit skuldu í gongd við, men vit hava tikið tað sum tað er komið
Svangaskarði klokkan 17 ella tveir tímar fyri dystarbyrjan. Drúgvar royndir Venjarin ljóðar, sum um hann veit, hvat tað snýr seg um, og tað ger hann ivaleyst eisini. Hann hevur í hvussu so er royndirnar: [...] vit 1-1, og so kom Benfica í finaluna, tí teir høvdu skorað á útivølli. Hvat mál hjá tær sjálvum í Europa Cup minnist tú best til? ? Tað var í triðja umfarinum í 1982. Vit høvdu tapt 1-0 á útivølli ímóti [...] teir siga, at hann hevur ógvuliga nógv at geva teimum og læra teir. Tí kennist tað hugaligt, sjálvt um tað viðhvørt er stríggið at venja so nógv, sum teir í HB hava vant í ár. Stúrir tú ikki fyri, at spælararnir
tað eina ella hitt staðið, so eru vit nøgdir við tað. Tor Lund vil tí ikki her og nú velja millum Drelnes og Sund ella annað pláss í Føroyum. Hann sigur, at hevur tú eina útgerðarhavn, sum hevur gott atløgupláss [...] føroyska landgrunninum. Higartil hevur so Amerada Hess fyri tað mesta umboðað bólkin. -Vit hildu tað tí vera rætt at koma til Føroya og greiða frá, hvat vit standa fyri og hvat íkast vit kunnu geva leitingini [...] góðar goymsluumstøður, so hevur tað minni at siga, um útgerðarhavnin liggur í Havn ella aðrastaðni. -Teinurin til ein boripall verður so mikið langur, at nakrir kilometrar meira ella minni hava ikki so nógv
so væl, sum tað ber til, samstundis sum eg eri tingmaður. At vera politikari man vera eitt tað ótryggasta starvið, sum er til. Tú veitst ikki, um tú situr í starvinum um ein mánað ella um eitt ár. Skuldi [...] rætt, at tú skalt sektast fíggjarliga, tí tú tekur við politiksa starvinum, sum tú ert valdur til. So lat okkum halda fram at viðgera henda spurningin beinanvegin. Fólkaflokkurin sum so hevur ikki viðgjørt [...] tað verið fleiri góðar orsøkir til at valt borgarliga starvið. Vandi við livibreyðs- politikarum Men ert tú ímóti fulltíðar politikarum? ? Nei, men tað skal standa upp til politikararnar at velja, og eg