Avskeplandi um politikarar ikki kunnu hava annað starv

Bjarni Djurholm heldur, at umstøðurnar hjá tingmonnum eru ov vánaligar, men hann vil ikki taka frælsi frá teimum til at varðveita sambandið við arbeiðsmarknaðin

Tað tykist vera breið semja um, at lønin hjá politikarunum er ov lítil. Men Bjarni Djurholm, sum er 1. næstformaður í núverandi formansskapi í tinginum, og sum eisini røkti hesa uppgávuna í gamla tinginum, ávarðar ímóti, at krøvini verða skerpað, soleiðis at tað ikki fer at bera til hjá løgtingsmonnum at varðveita sítt borgarliga yrki:

? Eg havi áður havt ta áskoðan, at tað hevði verið betri við politikarum, sum einki annað starv høvdu, men nú eri eg meiri ivasamur. Eg haldi, at lønarviðurskiftini skulu vera soleiðis, at tað skal bera til hjá tingmonnum at fara úr sínum borgarliga starvið, meðan teir eru í tinginum, men tað skal ikki vera nakað krav, at teir skulu gevast at arbeiða.

Og næstformaðurin heldur fram:

? Sjálvur eri eg sera glaður fyri mítt borgarliga starv, ið eg eftir førimuni royni at røkja so væl, sum tað ber til, samstundis sum eg eri tingmaður. At vera politikari man vera eitt tað ótryggasta starvið, sum er til. Tú veitst ikki, um tú situr í starvinum um ein mánað ella um eitt ár. Skuldi eg valt millum borgarliga yrkið og politiska arbeiðið, so høvdu tað verið fleiri góðar orsøkir til at valt borgarliga starvið.


Vandi við livibreyðs- politikarum

Men ert tú ímóti fulltíðar politikarum?

? Nei, men tað skal standa upp til politikararnar at velja, og eg eri fyri at hækka lønina, soleiðis at tað skal bera til at velja burturav at fáast við politikk. Vandin við livibreyðs politikarunum kann vera, at teir ikki hava tað sambandið við fólki og fólkahugsanina, sum tú annars hevur í tínum dagliga arbeiði, men tað skal vera upp til tann einstaka at gera av, hvat hann vil.

? Fáa vit eina skipan, har tað ikki ber til at hava annað starv við síðuna av, so beri eg ótta fyri, at tað vera færri samfelagsbólkar, sum fara at manna tingið, enn tað eru í dag, og tað hevði verið sera óheppið.


Ikki nýtt uppskot

Bjarni Djurholm vísir annars á, at spurningurin um lønarhækking og betraðar umstøður ikki er nýggjur, og at gamli formansskapurin viðgjørdi hetta málið. Løgtingsskrivstovan gjørdi ikki so lítið av fótarbeiðið, sum teir kalla tað, men tá valið varð útskrivað í mars, valdi formansskapurin at steðga við hesum spurninginum.

? Hetta er eitt eymt mál, sum lættliga kann misnýtast í einum valstríðið. Tí eri eg fyri, at nakað verður gjørt við spurningin so tíðliga í valskeiðinum, sum tað ber til, og tað vil í hesum førinum siga longu í heyst.


Íslendingar

nógvar sømdir

Í sambandi við at formansskapurin í tinginum, sum sat til 30. apríl í ár, umhugsaði broytingar í fíggjarligu umstøðunum hjá tingmonnum, var formansskapurin eina kanningarferð í Íslandi í oktober 1997. Tað vildi so illa til, at tað barst Jógvani Ingvardi Olsen, tingformanni, frá tann morgunin, sum teir skuldu fara, og tí var tað Bjarni Djurholm, sum á ferðini var høvuðsmaður fyri formansskapinum.

? Ein frágreiðing varð skrivað eftir ferðina, og hon finst á løgtingsskrivstovuni. Tað stutta av tí langa er, at vit staðfestu, at umstøðurnar hjá altingsmonnunum eru nógv betri enn hjá okkum, sigur Bjarni Djurholm, og hann útgreinar:

? Eitt er, at teir fáa hægri løn, og eitt annað er, at teir fáa so nógvar aðrar sømdir, sum ger tað lættari at liva og arbeiða sum politikari. T.d. fáa teir telefongjald, teir ferðast ókeypis, teir fáa telduútgerð frá altinginum fyri ein lítlan penga, og teimum stendur serkøn hjálp í boði á fleiri økjum.

Tað er ikki so langt síðani, at helmingurin av løgtingsmannalønini var óskattað og at politikarnir ferðaðust ókeypis við strandferðsluni. Vit spyrja Bjarna Djurholm, um hann gongur inn fyri, at henda skipanin verður sett í verk aftur:

? Nei, tað geri eg ikki. Eg haldi, at tað er rudduligast við einari orduligari løn, men eg haldi eisini, at tað hevði verið rímuligt, um tingmenn fingu neyðug hjálpartól, t.d. telefaks og kanska internet samband eisini.


Nógv hongur uppií

Næstformaðurin í tinginum heldur eisini, at tað eigur at síggjast á lønini, at talan er um tignarfult arbeiði.

? Men tað eru nógv onnur viðurskifti tengd at spurninginum um løn, t.d. pensiónsviðurskiftini. Eg kenni dømi um tingmenn, sum í sínum borgarliga starvi hava kent dyggan sviða av, at teir hava verið í landsstýrinum. Teir hava mist pensiónsuppsparing í fleiri ár, og tað ger, at teir koma ikki á fulla pensión, áðrenn teir skulu leggja frá sær. Tað kann ikki vera rætt, at tú skalt sektast fíggjarliga, tí tú tekur við politiksa starvinum, sum tú ert valdur til. So lat okkum halda fram at viðgera henda spurningin beinanvegin. Fólkaflokkurin sum so hevur ikki viðgjørt spurningin, men eg eri persónliga fyri, at vit fáa eina loysn, sum kann galda frá á nýggjárinum komandi.