Passið tikið frá Jógvani

? Tað stendur væl til hjá okkum. Nei, sjálvandi kundi tað staðið betri til, sigur Jógvan Vilhelm, skipari á Golden Eagle, sum ikki enn hevur fingið passið aftur

Skiparin á Golden Eagle, sum er fyrrverandi Borðoyarnes, Jógvan Vilhelm úr Kunoy vil ikki gera nakrar viðmerkingar til støðuna hjá teimum og manningini, nú teir eru førdir inn til oynni Reunion. Heldur ikki vil hann siga, hví teir eru tiknir, ella nær málið kemur fyri rættin.

Hann vil tó siga, at teir eru fimm mans eftir umborð, fýra føroyingar og ein normaður.

? Tað stendur væl til hjá okkum. Nei, sjálvandi kundi tað staðið betri til.

? Men tað hevur ikki verið hald í øllum tíðindunum, sum hava borist. Tað var ikki soleiðis, at ein maður fekk sníkt seg at telefonini, tá ið vit sigldu inn fyri at geva boð. Menninir, sum komu umborð, gingu og mólu ímillum okkum. Eg havi heldur ikki viðgingið meg sekan í nøkrum, sum tað hevur ljóðað. Eingin ákæra er heldur komin.


Vilja ikki geva skiparanum passið aftur

Støðan hjá Golden Eagle sær út at líkjast nógv støðuni sum Explorer, skipið, sum Sigmundur Andreasen førdi, hevur verið í.

Danska Uttanríkisráðið upplýsir, at tað var franska sjóverjan, sum tók skipið og førdi tað til Reunion. Enn er ikki nøkur beinleiðis ákæra komin, men alt er á einum kanningarstøði. Passið hevur verið tikið frá manningini og dómarin hevur ikki vilja givið skiparanum, Jógvan Vilhelm passið aftur. Alt tíðir uppá, at hinir av manningini hava fingið passið aftur.

Sigmundur Andreasen hevur verið og tosað við manningina á Golden Eagle, men hann vil ikki upplýsa nakað um teir.


Men Jógvan Vilhelm, ert tú ikki bangin at koma í somu støðu sum Sigmundur Andreasen, at tú ikki fært passið aftur, og tú á tann hátt verður afturhildin á oynni?

? Nei, eg veit ikki. Tað er ringt at siga, hvat hendir, sigur Jógvan Vilhelm.