berum látri. Tann dagin fekk Valdi lítið burtur úr sínum biddarí men nógvan látur. Seinni var farið í land at keypa seyð frá Valda. Tað var forkunnugt hjá okkum at fáa lambskjøt. »Ikki ein kjaftur skal smakka [...] mín lívsveg. Eg mátti fyribils kvitta sjólívið, og hetta gjørdist med alla. Tá kom eg at búsetast í Danmark, og tá kom sambandið við tey á Heygum at gerast nakað fjart. Men tá ið eg árini 1963-68 var f
hava loyvt privatum fyritøkum at stinga ónormalt stór avlop í tilfeingisvinnum í egnan lumma. Kári D. Petersen, búskaparfrøðingur, vísti á, at tá Krúnborg varð seld, var skipið vert 150 mió. kr., men [...] skipinum var 4 mió. kr. Danski professarin, Jørgen Birk Mortensen, umrøddi oljuumsitingina í Danmark farnu 50 árini. Hann var ikki hugtikin av, at donsku politikararnir í 1962 gjørdu eina avtalu [...] gjørd varandi í 1990. Á hendan hátt skapti politiska skipanin sama fámannaveldið í Íslandi, sum Kári D. Petersen, búskaparfrøðingur, ávarar ímóti, at føroysku politikararnir skapa í Føroyum. Í 1998 staðfesti
Í dag, fríggjadagin 2. mars, eru liðin 50 ár síðani, at Dan Michael Knudsen varð borin í heim. Dan Knudsen er ríkisumboðsmaður í Føroyum og harvið fremsta umboðið her á landi hjá donsku krúnuni og donsku [...] steypakappingini í 1972, 1975 og 1977. Í 1981 leyk Dan studentsprógv á Rosborg gymnasium í Vejle. Eftir studentsprógvið og fyrifallandi arbeiði í eitt skifti fór Dan Knudsen undir at lesa sosialvísind á Odense [...] spældu við Odense KFUM. Dan Knudsen búði á Rasmus Rask, og hann spældi fótbólt í Odense KFUM. Eisini Margreta Justesen av Viðareiði las um hetta mundið í Odense. Tey bæði – Margreta og Dan – giftust í 1993,
meiriluti er á Løgtingi fyri, at fara undir miðvíst arbeiði m.a. í samstarvi við vinnuna, fyri at fáa eina fiskivinnunýskipan klára sum skjótast – t.d. 1. januar 2013. Hetta hevði givið fiskivinnuni greiða [...] at samgongan ikki ynskir at arbeiða fyri einari breiðari semju á hesum so týðandi øki fyri okkara land og fólk. Sterkar kreftir vilja forða fyri nýskipan Í staðin er settur ein innanhýsis samgongubólkur [...] nýskipan í 2018. Týðandi partar av samgonguni ynskja at ”privatisera” fiskatilfeingið endaliga, og m.a. seta í verk 12-ára rullandi loyvi. Fyrrverandi landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur enntá longu
hjá Jákupi Mikkelsen, frákoyrda landsstýrismanni, sum hevur sent sítt uppskot um rullandi fiskiloyvi í 12 ár til hoyringar. - Soleiðis arbeiða vit ikki í landsstýrinum framyvir, hevur løgmaður [...] loyvisgjaldi. Tá Sambandsflokkurin ikki fær fíggjað skattalættan til tey ríku við stuðuli í Danmark, so má hann taka onnur ráð fyri – og her er loyvisgjaldið kanska svarið – samstundis sum
ynglinum frá eitt nú toski og hýsu er etin.. Nevnast skal, at Jan frammanundan at verkætlanin ”Makrelur á Landgrunninum” fór í gongd, róði framundir, at makrelur ikki hóttir tosk, upsa ella nebbasild [...] nøgd ið makrelurin etur. Um leita verður á alnótini t.d. á Google eftir “raud åte”, so sæst, at reyð æti er nógv størsta føðikelda í norðuratlandshavi umleið 100 – 150 milliónir tons. Æti hevur skel [...] botnfiskastovnarnar undir Føroyum. Samrøðan tekur støði í einari verkætlan ið nevnist ”Makrelur á Landgrunninum. Hetta sera áhugaverda evni er eitt álvars mál. Reiðarafelagið hevur í einum roknistykki
---- Farin frá einari sosial-liberalari til eina høgraradikala kós. Skattalættar, sum m.a. kundi verið nýttir til m.a. sjúkrahúsviðgerð innan- og uttanlanda - til skúlar frá Fróðskaparsetri til miðnám- [...] millum Føroyar og onnur lond - til íverksetan og til lesnað, ið vit sum land og fólk hava brúk fyri, men sum ikki finst frammanundan t.d. kinesiskt. Hetta er tað, sum rann framm fyri meg, meðan eg skrivi, [...] sambandska fótfólkið steðga skeivu gongdini, áðrenn vassað er ov langt út og trupult verður at vinna upp land aftur. Tað hevði tænt teimum bæði til heiður og æru.
fótbóltsspælari. Í skreyti og gulli var úrtøkan trý DM og tveir steypasigrar og eitt silvurmerki í norsku landskappingini við Start, sum á seinasta leikdegi í 2006 misti gullkrónurnar á stokkinum. Eingin ivi er [...] hevur síðani tikið útbúgving sum venjari. Hann hevur havt privata venjing við talentum kring alt Danmark, og nú arbeiðir hann í FCK, bæði sum venjari og umboðsmaður. Todi er giftur Andreu Vinten, sum [...] tey fingið trý børn. Áhugin fyri føðilandinum hevur verið og er framvegis stórur. Todi spældi 45 landsdystir, og hann skoraði níggju mál fyri Føroyar. Tann fyrsti var í 1991, tá ið Turkaland við Sepp
møguleikanum at fáa útvega fiskiloyvi. Her vóru tungar avgerðir tiknar og dyggar íløgur framdar, tað m.a. gjørdi, at arbeiðsloysið her fór úr 20 prosentum niður í onki og festi íaftur føroyska útflutningin [...] tshavi. Almenni raksturin mettast ikki Hetta ger, at arbeiði er so gott sum til allar hendur, at lands- og kommunukassar fáa teirra stóru og øktu inntøkur við skatti, mvg og øðrum avgjøldum. – Men hetta [...] ikki nóg mikið fyri summi! Varð tilfeingisskattur brúktur til annað enn at økja almenna raksturin, t.d. til tiltrongda marknaðføring og menning av føroyskari framleiðslu, so var tað nakað. Almenni raksturin
T. Dalsgaard --------- Fleiri hava longu ummælt bókina ”Tey sóu reytt” hjá Pálli Holm Johannesen , m.a hevur Bergur Djurhuus eina skilagóða umrøðu av bókini í Dimmalætting medio december. Eg loyvi mær [...] feska søgu, mugu keldurnar verða nógvar ferðir breiðari og meira umfatandi, enn hjá Pálli. Hann hevur t.d. mest havt leysaprát við reydlingarnar sjálvar og letur teir vera krónvitni og høvuðskeldur um teirra [...] verður objektiviteturin hareftir. Hetta gevur bókini, sum Bergur eisini nevnir, risastóra slagsíðu. T.d. fær man næstan ta fatan, at Framamenn longu í 60´unum skuldu vera ein fryktaður maktfaktorur í tí føroyska