Í dag, fríggjadagin 2. mars, eru liðin 50 ár síðani, at Dan Michael Knudsen varð borin í heim. Dan Knudsen er ríkisumboðsmaður í Føroyum og harvið fremsta umboðið her á landi hjá donsku krúnuni og donsku stjórnini.
Tað var í Vejle, at vøggan stóð. Foreldrini eru Ninna og Kaj Knudsen. Mamman doyði í 1996, og pápin býr framvegis.í Vejle. Dan er næstyngstur av fýra systkjum – tveir beiggjar eru eldri, og systurin er yngri.
Ítrótturin og serliga fótbólturin hevur altíð átt stórt pláss hjá 50 ára føðingardagsbarninum. Í dreingjaárunum spældi hann við Vejle Kammeraterne, og hann var ofta á Vejle stadion, har tað síðst í seksti og í sjeyti árunum var hugaligt at fylgja Vejle Boldklub, Johnny Hansen, Ulrik Lefevré, Allan Simonsen og hinum, sum bóru Vejle fram til DM í 1972, 1973 og 1978 og sigrar í steypakappingini í 1972, 1975 og 1977.
Í 1981 leyk Dan studentsprógv á Rosborg gymnasium í Vejle. Eftir studentsprógvið og fyrifallandi arbeiði í eitt skifti fór Dan Knudsen undir at lesa sosialvísind á Odense universiteti. Tá var tað, at hann kom í samband við føroyingar. Fleiri teirra, sum búðu á Rasmus Rask, vandu og spældu við Odense KFUM. Dan Knudsen búði á Rasmus Rask, og hann spældi fótbólt í Odense KFUM.
Eisini Margreta Justesen av Viðareiði las um hetta mundið í Odense. Tey bæði – Margreta og Dan – giftust í 1993, og í 1997 fluttu tey til Føroya. Tá fór hann í fulltrúastarv í Tinganesi. Trý ár seinni varð hann settur í fulltrúa starv hjá ríkisumboðnum, og har tænti hann hjá trimum ríkisumboðsmonnum – Vibeke Larsen, Birgit Kleist og Søren Christensen. Fyrst sum fulltrúi og síðani sum specialkonsulentur.
Á nýggjárinum 2008 varð Dan Knudsen settur í starvið sum ríkisumboðsmaður í eitt fimm ára skeið, og tá fluttu Margreta og Dan saman við børnunum báðum, Thomas (1993) og Mariu (1998) inn í amtmansborgina at búgva..
Tað eru neyvan fleiri meiningar um, at danska umboðið í Føroyum er ein sera fryntligur og nærlagdur maður, og at hann man hava øðrvísi fatan av føroyska samfelagnum og føroyskari umsiting, enn nógvir av teimum munnu hava havt, sum hava verið í drúgvari tænastu í danskari miðfyrisiting, áðrenn teir komu higar at umboða ríkið.
At ríkisumboðsmaðurin hevur familjusamband í Føroyum og royndir í føroyskari umsiting er ivaleyst fyrimunur á so mangan hátt, tá ið hann skal lýsa Føroyar og føroysk samfelagsviðurskifti fyri arbeiðsgevaranum í Keypmannahavn.
Amtmansborgin og stórsligni urtagarðurin bera boð um, at her hevur valdið í Føroyum verið miðsavnað. Ikki minst tá ið havt verður í huga, hvussu lítil Havnin var, tá ið borgin varð bygt fyri meiri enn 130 árum síðani, og hvussu smá og skirvislig húsini hjá havnarmonnum tá vóru.
Uppgávurnar hjá ríkisumboðsmanninum eru ikki tær, sum tær vóru, áðrenn umsitingin av tungu vælferðarøkjunum varð yvirtikin í sjeyti árunum, og blokkstuðulin í átti árunum avloysti mongu refusiónsskipanirnar.
Ríkisumboðsmaðurin er tískil ikki so sentralur og eyðsýndur, sum hann var, tá ið Mogens Wahl og aðrir danskir umboðsmenn í eyðkenda búnanum gingu skrúðgongu á Ólavsøku og við danskari manning viðgjørdu og avgjørdu umsóknir um rakstur og íløgur kring landið.
Nú er stovnurin mest sum eitt vanligt føroyskt arbeiðspláss. Tað tykist sum hesin ríkisins umboðsmaður hevur lagt seg eftir at manna borgina við føroyingum, sum harvið hava gott innlit í spurningar um ættleiðing, sundurlesing og hjúnaskilnað. Hetta eru økini, sum mesta tíðin og orkan hjá ríkisumboðnum nú verður brúkt til.
Talan er altso fyri tað mesta um uppgávur fyri borgararnar. Ríkisumboðsmaðurin sjálvur tekur sær av uppgávunum yvirfyri landsstýrinum, løgtinginum og hinum ráðunum og yvirfyri arbeiðsgevaranum í Danmark, sum er forsætismálaráðið, og annars hini ráðini og aðrir umsitingarstovnar í Danmark.
Ríkisumboðsmaðurin hevur talurætt, men ikki atkvøðurætt í løgtingum. Dan M. Knudsen er ikki títtur á pallinum. Hann hevur svarað onkrum fyrispurningi, og tað vakti miklan ans, at hann tók orðið, tá ið pensiónsspurningurin varð viðgjørdur undan ársskiftinum. Ríkisumboðsmaðurin hevur ikki diplomatiskan status, men tað er einki at ivast í, at sessurin krevur diplomatisk evni, bæði henda og hin vegin, og tey evnini verður nú 50 ára gamli fryntligi ríkisumboðsmaðurin sagdur at hava.
Dan Knudsen er væl integreraður dani í føroyska samfelagnum. Hann etur føroyskan mat, stuðlar saman við konuni, har børnini nýta sína frítíð, og hann rennur saman við hinum í Bragdinum og einsamallur.
Føðingardagurin verður hildin saman við familju, vinum og arbeiðsfeløgum í amtmansborgini. Har búði familjan fram til í november í fjør. Tá fluttu tey niðan í Hoyvíkar at búgva. Orsøkin er tann, at stórar umvælingar og dagføringar nú skulu gerast í stásiligu húsunum í miðbýnum.
-------
J