Todi Jónsson 40 ár

Í morgin, 2. februar ella á kyndilsmessu, verður Todi Jónsson 40 ár. Hann er tann føroyingurin, ið hevur rokkið glæsiligastu úrslitunum sum fótbóltsspælari. Í skreyti og gulli var úrtøkan trý DM og tveir steypasigrar og eitt silvurmerki í norsku lands­kappingini við Start, sum á seinasta leikdegi í 2006 misti gullkrónurnar á stokkinum.
Eingin ivi er um, at evnini, viljin og áræðið kundu havt borið við sær møguleikan at spæla í størri europeiskum landskappingum enn tí donsku og norsku. Feløg úr eitt nú Belgia vóru sinnað at keypa, men Todi vildi heldur spæla í Keypmannahavn. Dreymurin var ivaleyst at fáa møguleikan í Onglandi, har Liverpool er felagið hjá honum. Tað eydnaðist ikki, tí tað var so stutt millum skaðarnar, og tað var sum oftast, tá ið Todi var um at røkka á tindin, at hann varð forðaður at staðfesta fyri útlendsku keypmonnunum, at tað kundi roknast við hon­um.
Eitt langt skifti var tað skaði í lærkrikanum, sum ikki varð viðgjørdur á rætt­­an hátt, ið darvaði, og aðrar ferðir var talan um vødda­skaðar. Tað kendist sum um, at væl trimmaði muskula­tururin so at siga ikki rúm­aðist í kroppinum!
Tað var í Vejle, at Hanna Adam átti sín frumborna. Hon og maðurin, Ludvík Jóns­son, búðu í Jyllandi í nøkur ár. Fýra ár eftir, at son­urin var føddur, fingu tey dóttrina Elsebeth. Lud­vík gjørdist stutt eftir álv­ars­liga sjúikur, og í juni 1979 varð 7 ára gamli Todi faðir­leysur. Tá vóru tey flutt aftur til Klaksvíkar og búðu hjá ommuni, Ebbu Adam, og hjá ommuni á Heygum, sum hann altíð hevur verið ógvuliga tætt knýttur at, búði Todi, inntil hann í 1993 flutti úr Klaksvík at stríðast fyri at gera barndómsdreymin um at liva av fótbóltinum til veruleika.
Eingin ivaðist í, at evnini at spæla fótbólt og til alt annað bóltspæl vóru serliga góð, og áhugin og evnini vóru ikki frá fremmandum. Tað lá væl fyri hjá Hannu Adam á hondbóltsliðnum hjá Stjørnuni, og Ludvík Jóns­son spældi á fremsta fót­bóltsliðnum hjá KÍ.
Eitt stutt skifti royndi Todi seg á unglingaliðnum hjá AGF í Århus, men hann valdi at flyta aftur til Klaks­víkar, har hann tók HF prógv og var við á KÍ liðnum, sum vann steypakappingina í 1990 og landskappingina í 1991, og sum árið eftir spældi fyrsta Europa Cup dystin á Svangaskarði ímóti Skonto Riga.
Eftir stuttan steðg í B36 flutti Todi á sumri í 1993 til Danmarkar, har hann frá botninum av og í eirinda­leys­ari kapping stríddi seg fram ímóti toppinum í donsk­um fótbólti. Fyrstu fetini vórðu tikin í Lyngby, með­an hann samstundis ar­beiddi sum náttarvakt á gistingarhúsi í miðbýnum. Fyrstu venjingarnar vóru á 3. liði, men tað gekk skjótt og væl í Lyngby, har Todi skor­aði 18 mál í 76 dystum. Álopsfelagi hansara Miklos Molnar varð toppskjútti eitt árið, og tað var hann fyrst og fremst tí, at Todi serveraði honum so nógvar góðar mál­møguleikar.
Tað var stórt lop rætta vegin, tá ið Todi á sumri í 1997 flutti til FCK. Flemming Østergaard, sum hevði verið ein av ábyrgdarmonnunum í Lyngby, varð vorðin odda­maður í FCK, og hann vildi hava álopsessið við sær til FCK og harvið at spæla á heimavølli í Parkini.
Frá á sumri í 1997 og fram til 2005 umboðaði føroyski álopsspælarin FCK 207 ferðir. Hann skoraði 68 mál, og tað var inn til stutt undan ársskiftinum met í felagnum, har so kend nøvn vóru mill­um venjararnar sum Roy Hodgson og Hans Backe. Suðurafrikanski Zuma var í nøkur ár álopsmakkari hjá Toda, og tað verður framvegis tikið til, hvussu stórt hugflog tað var í samanspælinum mill­um teir báðar.
Eftir FCK árini var Todi eitt ár í IK Start í Kristiansand. Felagið var áhugað í at leingja samstarvið, men Todi takkaði nei og flutti aftur til Keypmannahavnar.
Stóra projektið var síðani á Amager. Saman við øðrum fekk Todi ábyrgdina av gamla arbeiðarafelagnum Fremad Amager. Dreymurin var at skapa stórlið, sum kundi kapp­ast við hini bæði stóru í høv­uðsstaðnum. FC Amager var yvirbygningurin hjá fleiri av feløgunum á oynni. Føroyingar taldust millum íleggjararnar.
Ætlanin kollsigldi, og Todi var vónbrotin og sjálv­rann­sakandi. Í miðlunum átók hann sær stóran part av skuld­ini við at siga, at hann ivaleyst hevði havt ov nógvar kaskettar, og hann harmaðist vegna viðhaldsfólkini og stuðl­arnar, sum av heilum hjarta høvdu tikið undir við ætlanini. At hann sjálvur í hesum hevði mist ikki so lítið, helt hann gjørdist ikki við, hóast tað rakti meint hjá familjumanni.
Todi hevur síðani tikið út­búgving sum venjari. Hann hevur havt privata venj­ing við talentum kring alt Dan­mark, og nú arbeiðir hann í FCK, bæði sum venjari og umboðsmaður.
Todi er giftur Andreu Vint­en, sum er ljósmóðir. Hon hevði tvey børn við sær í hjúnalagið, og síðani hava tey fingið trý børn.
Áhugin fyri føðilandinum hevur verið og er framvegis stórur. Todi spældi 45 lands­dyst­ir, og hann skoraði níggju mál fyri Føroyar. Tann fyrsti var í 1991, tá ið Turkaland við Sepp Pion­tek sum venjara vitjaði í Gunda­dali. Úrslitið var 1-1, og Todi skoraði føroyska málið. Fleiri av landsliðsavrikunum komast vit framvegis við. Eitt nú á Svangaskarði ímóti Russlandi, tá ið Todi legði Føroyar framum 2-1 og 2-1 sigurin niðri á Malta. Høgni Hoydal var frásøgumaður í sjónvarpinum. Malta var á odda eftir 1. hálvleik. So javnaði Øssur Hansen við brotssparki, sum Todi hevði tiltuskað sær, og sig­urs­mál­ið skoraði 40 ára føð­ing­ar­dagsbarnið í síðstu løtu við rimmar langskoti av brots­teigarmarkinum!
Nógvu skaðarnir vóru orsøk til, at Todi metti tað vera neyðugt at gevast á lands­liðnum, um tað skuldi bera til at savna seg um arbeiðið í FCK. Primitivar al­mennar ákærur um at hava svikið føði­landið, bar tað til at liva við, meðan tað var at undrast á aðrar avleiðingar.
Todi er framvegis popu­ler­ur millum fjeppararnar, og mong kenna seg á onkran hátt eiga part í honum. Í samrøðu við danska Tips­blaðið lýsti hann seg eina ferð sum krossveg í norður Atlantshavinum: Annar abb­i­­­n var skoti, sum hitti omm­una í Søldarfirði undir krígnum. Tey búsettust á Heyg­um í Klaksvík eftir krígg­ið. Hin abbin var ís­lend­ingur nevndur Todi. Hann giftist Jettu Kjelnæs, sum var ættað úr Víkunum í Klaksvík, har tey búsettust.
Tá ið tað í 2009 stóð heilt illa til hjá KÍ, heittu klaks­víkingar á Toda um at koma heim at hjálpa til. Hóast longu karrieruna uttan­lands, og hóast hann var slitin og hevði sett fótbólts­skógv­arnar á hillina, so játt­aði hann at koma heim til KÍ og Klaksvíkar at stuðla barndómsfelagnum. Øll vita, hvussu tað gekk. Seinni er skútan vend har norðuri, og nú fylgir Todi við í, hvussu teir ungu mennast, meðan teir droyma um at røkka so langt, sum tað eydnaðist honum. Talentið er ein fyritreyt, men eingin veit betri enn hann, sum í morgin fer um tey fjøruti, at grundleggjandi fyritreytir eru vilji, áræði og rætti hugburðurin, sum ber við sær, at alt annað verður lagt til síðis fyri at røkka málinum!
Hjartaliga tillukku við 40 ára føðingardegnum, Todi, og takk fyri allar tær mongu samrøðurnar í Sosialinum!
-----------
JH