Í Degi og Viku fríggjakvøldið segði løgmaður, at talan verður um eitt trísiffrað tal, altso eitt gjald, sum liggur ímillum 100 milliónir og eina milliard.
Hann endurtók eisini, hvussu lítið hann helt um avrikið hjá Jákupi Mikkelsen, frákoyrda landsstýrismanni, sum hevur sent sítt uppskot um rullandi fiskiloyvi í 12 ár til hoyringar.
- Soleiðis arbeiða vit ikki í landsstýrinum framyvir, hevur løgmaður sagt.
Soleiðis eru tekin í sól og mána um, at løgmaður ætlar at stýra uttan um Fólkaflokkin – ella vil hann siga Fólkaflokkinum, hvør tað er sum ger av, hvar skapið skal standa.
Men aftur er tað hesin ólukku blokkstuðulin, sum løgmaður ikki fekk. Hóast Fólkaflokkurin ikki hevur viljað sagt nakað alment um, hvussu lítið hann helt um hesa roynd løgmans, so legði Jákup Mikkelsen ikki fingrarnar ímillum. Við háðandi vendingum segði hann, at Fólkaflokkurin alla tíðina visti, at tað var ómøguligt at hækka blokkstuðulin aftur. Tí gekk Fólkaflokkurin við til orðingina í samgonguskjalinum.
Men kanska er tað júst tað, sum Fólkaflokkurin nú fær aftur frá løgmanni í gráum kálvskinni: Uttan um vilja Fólkafloksins at kroysta hann til at fáa einar 2-300 milliónir inn í onkrum formi fyri loyvisgjaldi.
Tá Sambandsflokkurin ikki fær fíggjað skattalættan til tey ríku við stuðuli í Danmark, so má hann taka onnur ráð fyri – og her er loyvisgjaldið kanska svarið – samstundis sum løgmaður kann seta Fólkaflokkin upp á pláss...