landsstýrismannin væl, at hann nú leitar eftir einum útvegi, fyri at sleppa burtur úr hesum hurlivasa, men hetta gerst ikki við at gera enn fleiri mistøk. Hetta gerst bert við at rætta gjørd mistøk. VIT [...] eitthvørt mál, har talan er um at bjarga fornminni undan týning. At fara at kanna, um Kirkjubømúrurin er eitt fornminni er, sum longu sagt av øðrum, ein absurditet. Tað svarar til, at sjógarpurin Sámal Petur [...] slíkum førum, her er einki at ivast í. Lógin hevur ikki til endamáls, at einhvør Hanus og Janus, sum ikki tolir sýnið av einum fornminni, ið stendur sum toft, skal sleppa at gera hesa toft til brúkshús
júst løgmaður hevur dugað at handfarið hetta málið. Fýlst hevur verið at honum fyri ikki at hava lurtað nóg væl eftir sakkunnleikanum. MARKNAMÁLIÐ er heilt náttúrliga tengt at einum øðrum stórmáli, nevniliga [...] sagt, at hann prioriterar markið framum eina oljuleiting við Føroyar. Tað kann ljóða skilagott, men eigur tó ikki at setast so ultimativt upp kortini. Tí við tí rætta handalagnum eigur at bera til at fáa [...] hann hevur gjørt í bankamálinum, nevniliga hana at bíða til eftir valið. EFTIR okkara tykki eigur ikki at verða drálað við marknatrætuni. Men vit halda tó, at tað er best fyri allar partar, um tað verður
vera rætt, at leikluturin hjá kristindóminum ólavsøkudag og í samfelagnum annars verður markeraður við at bispur skal ganga fremstur. Men hann heldur eisini, at tað hevði ikki verið rætt at flutt løgmann [...] og tí kann sigast, at løgmaður so at siga hevur vunnið hevd á hesum plássinum. ? Eg havi kannað málið so gjølla, sum tað hevur borið til, og tað tykist einki forgjørt at vera í ti, at skrúðgongan verður [...] longst í tinginum, fer at ganga fremstur, og teir, sum hava verið styttst í tinginum, fara at ganga aftastir. Aftanfyri løgmann fara varaløgmaður og hinir landsstýrismenninir at ganga. Vanligu landsst
ppan var farin at hótta samfelagið. Vit halda tí, at nú tíðirnar eru við at gerast meira vanligar aftur, er tað bæði ráðiligt, rætt og rímiligt, at inngjaldið verður hækkað, soleiðis at endamálið við hesum [...] Endamálið við hesum uppskotinum er at hækka útgjaldið úr arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum. Fyri at røkka hesum máli er neyðugt at hækka inngjaldið. Skotið verður upp, at inngjaldið, sum nú er 0,5 prosent [...] við at siga, at við lógini um samhaldsfastan arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn, varð tann 17. mars 1988 lagt uppskot fram á ting um eina arbeiðsmarknaðareftirløn fyri øll. Í uppskotinum varð ásett, at inngjaldið
av«. Men kemur tað ikki at gera, at júst hesi feløg, sum tit fáa stuðul frá ikki fara at stuðla øðrum feløgum? ? Nei, tað meti eg ikki verður úrslitið, tí vit hava eisini roynt at fara uttanum teir sponsorar [...] stuðulin frá býráðnum og landinum, er ikki nóg mikið til at grunnurin klárar at fíggja restina við láni. Tað hevur nú eisini ligið í kortunum alla tíðina, at privatir sponsorar skulu vera ein stórur partur av [...] men kortini hevur tað vakt ónøgd, at Tórsvøllur eisini skal inn á sponsormarknaðin. Grundgevingin fyri hesi ónøgd er, at føroyski sponsormarknaðurin er so lítil, at pengarnir eru so smábýttir frammanundan
enn tvey mál á muni. Liðini skiftust um at hava leiðsluna, og tað sást týðuliga, at tað var ein styrkur fyri tjaldursmenn, at útisetin Sverri Justinussen var aftur at síggja á liðnum. Samanspælið millum hann [...] seinna hálvleiki fór undir at mansverja Jens Martin, tóktist hetta at ørkymla Tjaldur so mikið, at uppspælið hjá teimum fullkomiliga datt niðurfyri. Tað skal tó eisini nevnast, at Jens Martin var ógvuliga [...] helt fram, har sum tann fyrri slepti. Liðini skiftust um at hava leiðsluna, og tað var ikki fyrr enn, at Kyndil fór undir at mansverja Jens Martin, at teir veruliga fingu takið á Tjaldur. Álopsspælið hjá Tjaldur
Norðmenn siga, at orsøkin til, at prísurin bleiv so sera høgur, er, at fiskurin var fyrstafloks. Hetta var kanska seinasti túrur hjá Frøyanes undir norskum flaggi. Arbeitt verður uppá at fáa hann til Føroyar [...] Frøyanes avgjørdur, at skipið er á svartalsita hjá norskum myndugleikum. Við norsk bløð sigur hann, at hann hevur fingið váttan frá fiskarídirektoratinum, at báturin er ikki á nøkrum lista, og at hann tískil ikki [...] sigur, at báturin hevur fiskað eftir tannfiski í Suðuratlantshavi. Men júst tí at teir hildu seg til lógligan fiskiskap, fingu teir tað ikki at bera til og góvust, og hann er ógvuliga misnøgdur við, at Frøyanes
eisini, at verða depilsleiðarin og varaleiðarin í flestu førum ikki før fyri at taka avgerðir í felag, má hetta tulkast so, at leiðslan ikki tekur útgangsstøði í heildini. ? Hetta vil føra til, at sjúkr [...] sett seg hart ímóti, at hesin bygnaðurin verður settur í verk. Tær taka málið so álvarsliga, at tær hava hótt við at fara í verkfall, um hendan ætlanin ikki verður slept. Tær, siga, at tær hava eina avtalu [...] formaðurin í serlæknafelagnum vísur aftur at nøkur slík avtala finst. Sjúkrasystrarnar ætla nú at leggja málið fyri Helenu Dam á Neystabø, heilsumálaráðharra, at loysa og at biðja hana loysa tað í samsvari við
stjórnini um at vitja Bretland. Sosialurin skilur, at ætlanin er eisini at bjóða eini løgtingsnevnd á vitjan í Bretlandi. Enn er ikki avgjørt, nær løgmaður skal til Bretlands. Men blaðið skilur, at talan kann [...] Hetta er eitt fínt høvi til at fáa gongd í útviklingin og samvinnuna millum londini. Sjálvur haldi eg, at ein slík vitjan kann vera við til at lata upp nógvar hurðar, um ein dugur at brúka hana rætt. Vit hava [...] skrivingina. Vil bert endurtaka, at flest øll eru nøgd við avtaluna og skal eisini minna á, at eitt samt løgting tók undir við henni. Annars fegnast løgmaður um tíðindini um, at oljufelagið Mobil sigst hava
hann, at leygarkvøldið á Kambsdali ikki hevði verið so gott sum hini bæði kvøldini. Hann helt, at høllin var ov stór til at fáa tað rætta sambandið við áskoðararnar. Chris greiddi eisini frá, at tað var [...] Teir siga, at móttøkan av Dream Boys her í Føroyum hevur verið sera góð, og at fólk hava víst tiltøkunum stóran áhuga. Sjálvir siga limirnir í Dream Boys eisini, at teir kundu væl tonkt sær at vitja aftur [...] Kambsdali leygarkvøldið, høvdu fyrireikararnir borið so í bandi, at teir høvdu útvegað vælumtókta tónleikabólkin Tangz at spæla til dans, umframt at ein plátuvendari eisini var. Hetta var eitt gott tiltak, sum