Genturnar høvdu jólaljós í eygunum

Tá ið teir snøggu dreymadreingirnir úr Onglandi vóru á pallinum í Føroyum í vikuskiftinum og vístu sínar vælvaksnu kroppar, var tað ikki sørt, at tey mongu konufólkini høvdu jólaljós í eygunum

Tað hevur næstan verið siðvenja í Føroyum, at kvinnuligir strippar hava leitað sær hagar um ólavsøkumundið, og onkuntíð hevur onkur mannligur strippari eisini verið her. Um vikuskiftið kom so ein heilur bólkur av mannligum stripparum, teir ensku Dream Boys, til Føroya, og teir høvdu tríggjar framførslur her á klettunum. Fríggjakvøldið vóru teir í TB-húsinum á Tvøroyri, leygarkvøldið vóru teir á Kambsdali, og sunnukvøldið vóru teir í Club 20 í Havn.


Drúgv framførsla

Tá ið Dream Boys vóru á Kambsdali leygarkvøldið, høvdu fyrireikararnir borið so í bandi, at teir høvdu útvegað vælumtókta tónleikabólkin Tangz at spæla til dans, umframt at ein plátuvendari eisini var. Hetta var eitt gott tiltak, sum tíverri ikki var so væl vitjað.

Tá ið Yngd eftir framførsluna í Club 20 sunnukvøldið hevði eitt prát við ein av dreymadreingjunum, Chris, segði hann, at leygarkvøldið á Kambsdali ikki hevði verið so gott sum hini bæði kvøldini. Hann helt, at høllin var ov stór til at fáa tað rætta sambandið við áskoðararnar. Chris greiddi eisini frá, at tað var nær við, at teir vóru rýmdir av pallinum leygarkvøldið, langt áðrenn framførslan hjá teimum var liðug. Hetta komst av, at tað vóru nøkur, helst øvundsjúk mannfólk, sum blakaðu onkrar hvassar lutir eftir teimum, men hetta steðgaði tó, og so valdu bretarnir at vera á pallinum. Hetta hoyrir sjálvsagt ikki heima nakrastaðnis, og tað er eisini óhoyrt, at onkur einstakur áskoðari rópti nøkur ógvuliga óhóskandi ljóð eftir tí myrka liminum í Dream Boys. Slíkt er ikki við til at fremja okkara umdømi uttanlanda, og slíkur atburður er undir alt lágmark.

Framførslurnar hjá Dream Boys vóru annars rættuliga drúgvar. Teir mundu vera ein góðan tíma á pallinum, og hóast teir nærum ongantíð vóru allir á pallinum í senn, so gjørdi tað einki, tí hetta hevði óivað bert ført við sær, at pallurin bleiv ov trongur, og at tær skríggjandi genturnar høvdu havt tað alsamt truplari við at savna tankarnar um framførsluna.


Føroysku genturnar smæddust ikki

Framførslan hjá Dream Boys var, sum áðurnevnt, rættuliga drúgv, og allir limirnir í bólkinum vóru fleiri ferðir á pallinum undir framførsluni. Tað kom eisini meiri enn so fyri, at onkur kvinnuligur áskoðari bleiv hálaður upp á pallin at dansa saman við teimum, og meðan vinkonurnar ýldu í eini blanding av kæti og fjaldari øvundsjúku, fekk gentan á pallinum høvi til at hyggja nærri at teimum naknu mannfólkakroppunum.

Eftir framførsluna á Kambsdali leygarkvøldið var stórur áhugi millum tær mongu ungu genturnar at fáa autografar frá ungu bretunum, sum við eiggiligum dansirørslum høvdu víst sín kropp fram á pallinum. Tað var heldur ikki frítt, at onkur genta stóð við blonkum eygum og hugdi upp á ein av bretunum, meðan hon við einum inniligum suffi segði: ?hann er soooo lekkur?!

Til framførslurnar á Tvøroyri fríggjakvøldið og á Kambsdali leygarkvøldið, var umframt Dream Boys eisini ein kvinnuligur strippari, Miss Linda, á skránni, og hetta var nakað, ið hóvaði teimum mannligu áskoðarunum sera væl. Framførslan hjá henni var kanska eitt sindur meiri erotisk enn tann hjá Dream Boys, og í mun til bretarnar, so lat hon einki vera eftir til fantasiin.


Væntast aftur

Sambært fyrireikarunum av tiltøkunum við Dream Boys her í Føroyum, so kunnu vit vænta okkum bretarnar aftur her á klettunum skjótt. Teir siga, at móttøkan av Dream Boys her í Føroyum hevur verið sera góð, og at fólk hava víst tiltøkunum stóran áhuga.

Sjálvir siga limirnir í Dream Boys eisini, at teir kundu væl tonkt sær at vitja aftur skjótt, so alt bendir á, at tann betra helvtin av føroyska fólkinum fer at hava okkurt at gleða seg til í framtíðini.