Endaliga ábyrgdin skal hvíla á einum einsamøllum leiðara

?Hvør depil á Landssjúkrahúsinum skal skipast við einum leiðara, sum hevur endaligu ábyrgdina. Tað úrslit er sjúkrahúsleiðarin, Jákup Mørkøre, komin til. Mikumorgunin legði hann nýggja leiðslubygnaðin alment fram fyri starvsfólkið

? Landsjúkrahúsið skal býtast sundur í deplar.

Á hvørjum depili skal ein leiðari setast, sum vanliga skal vera ein lækni.

Afturat sær skal hann hava ein varaleiðara, sum vanliga skal vera ein sjúkrasystir.

Hetta er kjarnin í tí nýggja bygnaðinum, sum leiðarin á Landssjúkrahúsinum, Jákup Mørkøre, nú hevur lagt fram.

Mikumorgunin legði Jákup Mørkøre, leiðari á Landssjúkrahúsinum tann nýggja leiðslubygnaðin alment fram fyri starvsfólkið á Landssjúkrahúsinum.

Landssjúkrahúsið skal skipast í tríggjar kliniskar deplar, ein tænastudepil og nakrar minni deildir.

Teir tríggir klinisku deplarnir eru skurðdepilin, medisindepilin og psykiatridepilin.

Tænastudepilin verður ikki skipaður í fyrsta umfarið.

Tænastuøkið umfatar m.a. goymsluna, reingerð, køkin, vaskarí, medicoteknisku deild og teknisku deild.

Heldur ikki hini økini, verða skipað enn.

Tey eru oyra-næsa og hálsadeildin, eygnalæknin, tannlæknin, patologurin, rannsóknardeildin, fysioterapi, ergoterapi, røntgendeildin og sjúkraflutningurin.

Deplarnir kunnu kanska eisini skipast í minni deildir.

Jákup Mørkøre sigur í tilfarinum, sum hann legði fyri starvsfólkið á Landssjúkrahúsinum, at hann hevur lagt dent á meginregluna um eina einstreingjaða leiðslu,

Men samstundis hevur hann lagt dent á at tryggja, at tað verður ein røktarfaklig leiðsla, har røkarfakligt innlit og røktarfaklig vitan kunnu hava avgerandi ávirkan á sjúkugongdina.

Ætlanin er tí bæði at tryggja eina einstreingjaða leiðslu og at tryggja heildina.

Tann einstreingjaða leiðslan verður tryggað við at depilsleiðararnir verður ovasta leiðslan deplunum.

Depilsleiðarin skal vanliga vera ein lækni.

Heildin skal tryggjast við at varadepilsleiðararnir fær í roynd veru heimildina at gera leiðbeiningar fyri røktina.

Varaleiðarin skal vanliga vera ein sjúkrasystir. Leiðarin og varaleiðarin skulu virka saman sum ein eind og arbeiðshátturin skal verða grundaður á samstarv.

? Tað er eyðkenni fyri eina góða depilsleiðslu, at avgerðir verð tiknar í felag.

? Men tá ið ósemjur taka seg upp, kann depilsleiðarin taka endaliga avgerð.

Leiðarin hevur ábyrgdina av umsitingini, leiðsluni og fíggjarligu viðurskiftunum á deplinum.

Eisini skal hann taka lut í rakstraruppgávum tvs at hann skal ganga vaktir.

Somuleiðis skal varaleiðarin taka lut í rakstrarligum uppgávum, tvs, ganga vakt og taka lut í røktini.

Annars skal sjúkrahúsleiðarin, Jákup Mørkøre, hava ovastu leiðsluna av sjúkrahúsinum sum heild og hava ábyrgdina av samlaða rakstrinum.

Tað er eisini hann, sum setir leiðarar og varaleiðarar í starv, og sigur teir upp.

Hann sigur eisini, at verða depilsleiðarin og varaleiðarin í flestu førum ikki før fyri at taka avgerðir í felag, má hetta tulkast so, at leiðslan ikki tekur útgangsstøði í heildini.

? Hetta vil føra til, at sjúkrahúsleiðarin verður drigin inn í avgerðarmannagongdina.

Ábyrgdin hjá sjúkrahúsleiðaranum verður so at seta tiltøk í verk sum tryggja samlag í avgerðarmannagongdini á deplinum.

At enda verður sagt, at uppgávurnar hjá fyristøðukvinnuni verða lagdar undir depilsleiðslurnar, deildarleiðslurnar og sjúkrahúsleiðaran.


Stór mótstøða

Sum greitt frá í Sosialinum í gjár, hava sjúkrasystrarnar sett seg hart ímóti, at hesin bygnaðurin verður settur í verk.

Tær taka málið so álvarsliga, at tær hava hótt við at fara í verkfall, um hendan ætlanin ikki verður slept. Tær, siga, at tær hava eina avtalu við serlæknarnar um, at tað skal vera felags leiðslu á deplunum.

Tvs, at í leiðsluni skulu bæði vera ein lækna og ein sjúkrasystir á javnbjóðis føti.

Eisini fyrrverandi landsstýrismaðurin i heilsumálum, Kristian Magnussen, vísti til hesa avtaluna.

Og hann umhugsar nú at seta landsstýrismanninum í almannamálum, Helenu Dam á Neystabø ein skrivligan fyrispurning um leiðsluviðurskiftini á Landssjúkrahúsinum.

Hetta er ein avtala, sum landsstýrið hevur samtykt at seta í verk.

Men formaðurin í serlæknafelagnum vísur aftur at nøkur slík avtala finst.

Sjúkrasystrarnar ætla nú at leggja málið fyri Helenu Dam á Neystabø, heilsumálaráðharra, at loysa og at biðja hana loysa tað í samsvari við avtaluna, sum varð gjørd um eina felags leiðslu.