Fiskaði fyri tríggjar milliónir í 26 dagar

Manningin fekk 100.000 krónur í part fyri túrin, sum kanska verður tann seinasti undir norskum flaggi - um sølan til Føroyar gerst veruleiki

Frøyanes, sum ætlanin er at fáa til Føroya, hevur gjørt ein rættiligan roktúr í Barentshavinum.

Teir hava fiskað á Nordkappbankanum og í farnu viku avreiddi hann í Ålesund.

Og hetta bleiv ein túrur, sum, reiðari, skipari og manning fer at minnast leingi.

Tí tá ið alt varð talt saman, hevði Frøyanes fingið 3 milliónir fyri lastina.

Og tað er ikki so galið, tí teir høvdu bara fiskað í 26 dagar.

Manningarparturin var 100.000 krónur í part til teir 13 menninar, sum við vóru.

Skiparin, Svein Ove Reksten sigur fyri norska blaðnum, Fiskaren, at hann heldur, at hýran er onki ov nógv til manningina, tí dagarnir hava verið langir, 15-18 tímar, sjey dagar um vikuna.

Tað var nýggjarsdag, at Frøyanes byrjaði túrin og síðani tá fiskaði skipið fyri 115.000 krónur um dagin í miðal.

Nú báturin avreiddi, hevði hann 80 tons av toski, 50 tons av hýsu og 20 tons av øðrum, tilsamans 150 tons.

Prísurin, sum skipið fekk á uppiboði, var sera góður.

Fyri tosk undir 2, 5 kilo fingu teir 23,70 krónur fyri kilo.

Fyri tann størra toskin yvir 2, 5 kilo, fingu teir 25,10 fyri kilo. Prísurin á hýsu var 20, 90 fyri kilo.

Norðmenn siga, at orsøkin til, at prísurin bleiv so sera høgur, er, at fiskurin var fyrstafloks.

Hetta var kanska seinasti túrur hjá Frøyanes undir norskum flaggi.

Arbeitt verður uppá at fáa hann til Føroyar, sum sum kunnugt hava trupulleikar stungið seg upp sum gera, at hetta verður møguliga av ongum.

Eitt nú kannar landssstýrið, um treytin um ognarviðurskiftini er hildin, tvs, treytin um, at norðmenn kunnu í mesta lagi eiga 1/3 í fiskiskipum undir føroyskum flaggi

Men undir øllum umstøðum sleppur báturin ikki í Barentshavið aftur fyrrenn síðst í árinum, tí teir fiskaðu heili 70% av kvotuni hendan eina túrin.

Verður sølan til Føroyar av ongum, fer Frøyanes á leiðirnar við Hetland at fiska brosmu í longu.


28.000 húkar

Fiskaren skrivar, at Frøyanes hevur línu við 28.000 húkum.

Men skiparin er ikki við uppá, at støddin á bátinum sigur so nógv um fiskiorkuna.

? Eg skilji ikki tey sum siga, at støddin á bátinum hevur nakað við fiskiorkuna at gera, sigur hann.

? Tey, sum siga tað, vita litið um línufiskiskap.

? Tí línan verður ikki longri fyri tað um báturin verður longri sigur skiparin.


Bilsin um svartalistan

Annars afturvísir reiðarin á Frøyanes avgjørdur, at skipið er á svartalsita hjá norskum myndugleikum.

Við norsk bløð sigur hann, at hann hevur fingið váttan frá fiskarídirektoratinum, at báturin er ikki á nøkrum lista, og at hann tískil ikki er undir serligum treytum í norskum sjógvi.

?Hann sigur, at báturin hevur fiskað eftir tannfiski í Suðuratlantshavi. Men júst tí at teir hildu seg til lógligan fiskiskap, fingu teir tað ikki at bera til og góvust, og hann er ógvuliga misnøgdur við, at Frøyanes er endaður á svartalistanum.

Ein umboðsmaður fyri Naturvernforbundet, sum hevur gjørt svartalistan, sigur, at teir hava sett øll skip á listan, sum hava fiskað eftir tannfiski í Suðuratlantshavi, lógliga og ólógliga, og at tað so stendur til myndugleikarnar at gera av, antin talan er um ólógligan fiskiskap, ella ikki.

Sami umboðsmaður váttar eisini, at ongin fráboðan er komin um at Frøyanes hevur fiskað ológliga eftir patagoniskum tannfiski í Suðuratlantshavi.