standa saman sum ein maður. Hon vísir m.a. til, at fleiri av oljufeløgunum, sum vilja leita eftir olju her, eru amerikonsk, og sipar við hesum til, at fakfeløg eru ikki júst so væl dámd í USA. -Tí mugu vit gera [...] vit í felag mugu byrgja upp fyri ikki skal henda. Ingeborg Vinther sigur, at tað nú ræður um at fáa øll tey føroysku fakfeløgini á tal og verða við til at leggja hetta til rættis. Hon er eitt sindur hugstoytt [...] fakfeløgunum, sum tey høvdu kontaktað í sambandi við norsku vitjanina, møttu ikki upp ella lótu als ikki við seg koma. Sær fram til eina oljuvinnu Men hvat heldur forkvinnan í Føroya størsta fakfelag um eina
at sendingin verður seld til sjónvarpsstøðir uttanlanda, verður tónleikur eisini gjørdur til sendingina. Tað er Niclas Johannesen, sum millum annað hevur gjørt tónleikin til Skeyk, ið stendur fyri hesum [...] mesta eru nationalar rásir, eru av teirri fatan, at Eurosport ikki er ein kappingarneyti hjá teimum, og tí europeiska rásin røkkur langt frá til allan hyggjaraskaran hjá teimum. Tískil kann væl hugsast, at [...] millum føroyingar fyri at síggja kappingina er ovurhonds stórur, tí at tey vóru nógv, sum ikki høvdu umstøður til at fara niðan í Gundadal ólavsøkuaftan, tá ið kappingin var. Við á sjónvarpsstevnu í Cannes
at teir í seinna hálvleiki ikki fingu nakran veruligan málmøguleika. Sum tíðin gekk, tyktist bosniska liðið at missa tolið. Tað sá út til, at heimaliðið stutt og greitt ikki kundi finna nakran veg gjøgnum [...] at hetta ikki fór at verða nakað stórt kvøld hjá bosniska liðnum. Tað spældi sum vera man álopsfótbólt, men sum oftast vístu royndirnar hjá teimum seg at vera ov fløktar, ov seinar og ikki nóg beinleiðis [...] Hevði Todi Jónsson verið við mikukvøldið, hevði hálvleiksstøðan kanska ikki verið 0-0, men heldur 1-0 ella kanska enntá 2-0 til Føroyar. Um at missa tolið Í seinna hálvleiki hildu gestirnir fram við at
hevði givið okkum boð um. Jens Kristian hevur nú góðar vónir til restina av hesi EM-undankappingini. ? Soleiðis sum vit spældu í kvøld, rokni eg ikki við, at vit fara at fáa serliga nógv mál ímóti okkum í hesi [...] spældu vit sera illa, og vit søgdu við okkum sjálvar aftan á tann dystin, at ein tílíkan dyst spæla vit ikki aftur. Tað gjørdu vit eisini beint áðrenn henda dystin, segði Jens Kristian Hansen, sum umframt at [...] rokni eisini við, at vit kunnu fáa fleiri stig burturúr kappingini. Dysturin í kvøld var byrjanin til eina góða undankapping fyri okkum, segði Jens Kristian Hansen.
hetta var ein dystur millum yrkisleikarar og áhugaleikarar, vísti hesin munurin seg ikki á vøllinum, í øllum førum ikki kropsliga, segði Allan Simonsen. ? Vit royndu at forða teimum í at skapa sær teir heilt [...] Eftir vónbrotið í Estlandi var einki at siga til, at Allan Simonsen var ein væl nøgdur maður á tíðindafundinum aftan á dystin. ? Avrikið hjá okkum í dag var nógv, nógv betri enn tað, vit vístu móti Estlandi [...] heilt stóru møguleikarnar, men vit royndu eisini at spæla fótbólt sjálvir, hóast tað ikki var so lætt móti einum so sterkum liði sum tí bosniska. Allan Simonsen viðgekk tapið, men hevði kortini hesa endaligu
Bosniski venjarin Dzemaludin Musovic helt ikki, at liðið hjá sær var farið á vøllin við ov lítlari virðing fyri føroyska liðnum. ? Hugburðurin, viljin til at vinna og stríðsandin hjá mínum monnum var í [...] eisini, at okkara viðhaldsfólk í dag hava sæð, at tað ikki longur eru sonevndir »underdogs« í altjóða fótbólti. Viðhaldsfólkini hjá okkum hava lyndi til onkuntíð at halda, at tað er nóg mikið hjá okkara spælarum [...] okkum at koma ígjøgnum, segði Musovic. ? Eg haldi, at tað eisini var týðiligt, at mítt lið framvegis ikki er so samanspælt, sum tað er ynskiligt. Men hetta er so júst tað úrslitið, vit høvdu brúk fyri, áðrenn
Føroyum. Uppskriftin Uppskriftin til, at føroyingar megnaðu at avmarka tapið til tað eina hepna málið, sum kom, tá seinna umfarið var hálvrunnið, var væl skipað verjuspæl, og ikki minst hugburðurin um at vilja [...] trupulleikar og misskiljingar við sær, men tað bilti ikki. Í síðsta enda hevði hetta við sær, at stóri munurin, hvat konditiónini viðvíkur, ikki kom til sjóndar síðstu løtuna, og tað hevði aftur við sær, [...] venjara positiva trupulleikanum, at hann skal taka støðu til, um tað skulu gerast nógvar og stórar útskiftingar, ella um hann skal halda seg til tað fólkið, sum sammett við ússaliga avrikið í Talinn 4.
feløgunum skránna, sum spælast skal eftir í teimum yngru deildunum, sum í skipanini bara eru lagdar fram til summarsteðgin. Í flestu førum eru kappingarnar skornar eftir sama leisti sum í fjør, men onkrar smávegis [...] broytingar eru gjørdar. Í staðin fyri at liðini í øllum deildum skulu spæla úti og heima, so er lagt upp til, at onkrar kappingar verða avgreiddar soleiðis, at øll liðini eru á sama stað ein dag. Hetta verður [...] verður m.a. gjørt fyri at minka um ferðingina, og tí hetta ger tað lættari at leggja kappingarnar til rættis. Mynstrið, sum verður brúkt, er tað, sum vit kenna frá FM endanum í yngru deildunum. Smádreingir
eftir summarsteðgin, tann 2. august. Í vikuskiftinum tapti EB 1-2 á heimavølli móti NSÍ, og heldur ikki hesaferð eydnaðist eiðiskvinnum at fáa nakað stig burturúr einum heimadysti. B36 vann dystin 2-0 við [...] Judith Joensen at fáa hol á, og seks minuttir fyri leiklok eydnaðist tað eisini Rakul Joensen at skora til endaligu støðuna 2-0. B36 hevur nú spælt átta dystir og hevur 22 stig, meðan HB hevur spælt níggju [...] seinasta umfari av landskappingini hjá kvinnunum spæla júst HB og B36, og við hesi gongdini er lagt upp til eina reina finalu, tá kappingin endar.
árligu Ovastevnu, og nú um vikuskiftið er túrurin so komin til sandavágsmenn at hava sína bygdastevnu, sum tó ikki varar alt vikuskiftið. Tað verður nevniliga bert tann eini dagurin - leygardagurin. Men hví [...] vóna tey at nógvir gamlir røðarar úr øllum landinum koma til Sandavágs at hugna sær ein róður. Eisini fótbóltur og dansur Men tað verður nú ikki bara kappróður alt samalt. FS Vágar skal spæla dyst móti [...] Hóast summarið er farið afturum bak, so hava ikki allar stevnurnar verið enn, minni enn so. Men nú munnu tær í eftir eru, um nøkur, fara at fækkast av álvara. Fyri stuttum høvdu nólsoyingar sína árligu