- Vóni at okkara viðhaldsfólk hava lært okkurt av hesum

? Eg vóni, at okkara viðhaldsfólk í dag hava sæð, at tað ikki longur eru sonevndir »underdogs« í altjóða fótbólti, segði bosniski venjarin aftan á landsdystin

Bosniski venjarin Dzemaludin Musovic helt ikki, at liðið hjá sær var farið á vøllin við ov lítlari virðing fyri føroyska liðnum.

? Hugburðurin, viljin til at vinna og stríðsandin hjá mínum monnum var í lagi. Føroyingar høvdu nógv fólk aftanfyri bóltin, og tað var torført hjá okkum at koma ígjøgnum, segði Musovic.

? Eg haldi, at tað eisini var týðiligt, at mítt lið framvegis ikki er so samanspælt, sum tað er ynskiligt. Men hetta er so júst tað úrslitið, vit høvdu brúk fyri, áðrenn vit nú skulu spæla móti Estlandi, segði bosniski venjarin og helt fram:

? Eg vóni eisini, at okkara viðhaldsfólk í dag hava sæð, at tað ikki longur eru sonevndir »underdogs« í altjóða fótbólti. Viðhaldsfólkini hjá okkum hava lyndi til onkuntíð at halda, at tað er nóg mikið hjá okkara spælarum bert at fara á vøllin, so hava teir longu vunnið. Men soleiðis er tað jú als ikki.

Bosniski venjarin segði, at í Bosnia halda nógv, at teirra lið fer at fáa tólv stig burtur úr teirra fyrstu fýra dystum í hesum EM-undanbólkinum.

? Eg havi altíð sagt, at vit mugu vera varin við at siga sovorðið, men nú rokni eg eisini við, at mínir spælarar eftir henda trupla dystin fara at verða enn meira avgjørdir til okkara dyst móti Estlandi.