Besta kvinnuliðið hjá B36 er í løtuni einasta liðið, sum veruliga kann hótta núverandi oddaliðið í 1. deild, sum er HB.
Mikukvøldið (samstundis sum landsdysturin var í Bosnia) var B36 á Eiði og spældi útsetta dystin móti EB, sum annars skuldi verið spældur beint eftir summarsteðgin, tann 2. august.
Í vikuskiftinum tapti EB 1-2 á heimavølli móti NSÍ, og heldur ikki hesaferð eydnaðist eiðiskvinnum at fáa nakað stig burturúr einum heimadysti.
B36 vann dystin 2-0 við málum frá Judith Joensen og Rakul Joensen.
Hóast hetta var ein dystur millum eitt lið úr ovara og eitt lið úr niðara enda av landskappingini, var eingin munur í málum fyrstu 70 minuttirnar av dystinum.
Men so megnaði Judith Joensen at fáa hol á, og seks minuttir fyri leiklok eydnaðist tað eisini Rakul Joensen at skora til endaligu støðuna 2-0.
B36 hevur nú spælt átta dystir og hevur 22 stig, meðan HB hevur spælt níggju dystir og fingið 23 stig.
Í seinasta umfari av landskappingini hjá kvinnunum spæla júst HB og B36, og við hesi gongdini er lagt upp til eina reina finalu, tá kappingin endar.