Jógvani, og Eileen. Mamma og babba eiga eisini 10 barnabørn og 4 langommu- og langabbabørn. Mamma og babba hava givið okkum systkjununum ein góðan og tryggan uppvøkstur. Mamma vildi helst vera heima og fjálga [...] um og minnist aftur á við gleði. Mamma kom heilt ung at kenna babba – Jógvan Tróndheim, og tey giftust og búsettust í Klaksvík. Ta fyrstu tíðina búðu tey í kjallaranum hjá Ingrid, systir mammu, og Jákup [...] fylgja væl við ítróttinum. Hon kennir væl fólk og minnist væl til. Tá vit sita og tosa um okkurt, og vit ivast nær okkurt hendi, so veit mamma ofta bæði dato og árstal. Ofta tekur hon til, at tað var sama
Jarðfeingi seinastu 10 árini, fer at røkja stjórastarvið á stovninum frá 1. november og tvey ár fram. Sigurð í Jákupsstovu, stjóri á Jarðfeingi fer í farloyvi komandi tvey árini og flytur til Íslands saman [...] nóg mikið at gera, tí áhugin fyri økinum er framvegis stórur, og nógv virksemi verður her komandi árini. Her er bæði talan um boringar og seismiskar kanningar. Hvat væntar Sigurð sær av komandi BP boring [...] orkustovninum, har hann skal taka sær av ráðgevarauppgávum fyri Jarðfeingi, her serstakliga á orku- og elveitingarøkinum. Petur Joensen, sum hevur búskaparliga útbúgving, hevur eitt nú tikið sær av mongu
orku má ganga skjótari, og at tey átøk, ið longu eru sett í verk, mugu halda áfram. - MVG-frítøka av hitapumpum, elbilum og vetnisbilum, frítøka fyri vektgjald og virðisgjald – og ikki minst lægri elprísur [...] gongd, og flokkar, valevni, áhugabólkar og enn tá fakfeløg eru farin at kunngera, hvat hevur týdning í hesum valstríðnum. Eitt evni, ið serliga hevur verið nógv at sæð til hesaferð, er umhvørvið og veðu [...] valstríðnum og komandi løgtingssetu. Fyrsta evnið er útlátið av vakstrarhúsgassum í Føroyum. Umhvørvisstovan vísir til Paris-avtaluna og tilmælini hjá IPCC, ið mæla til at skerja samlaða útlátið á landi og á sjónum
við serligum avbjóðingum størri og betri rættindi. Við tínum róliga og positiva lyndi hevur tú birt treysti og mót í mongum føroyingi. Úrslitið av tínum eldhuga, áræði og stríði kenna vit øll: Handikap [...] hesi orð verða fest á blað. Leygardagin 10. mars 2012 andaðist ein av okkara størstu kvinnuligu fyrimyndum, Leila Solmunde, bara 50 ára gomul. Tað var við sorg og skelki, at eg sunnumorgunin fekk boðini [...] mist eitt stórt menniskja og eitt slóðbrótandi fakfelagsfólk. Leila Solmunde hevur sett varandi spor eftir seg. Seinastu átta árini sum forkvinna í MBF hevur tú meistarliga og tignarliga vunnið fólki við
Klettskarð. Og tit eru fimm stig fremst? -Vit fegnast um øll stigini og allar sigrarnar, og nú fara vit at flyta fokus á næsta dystin, sigur KÍ toppskjúttin. https://in.fo/myndasavn KÍ - B36 4-0 (0-0) 1-0: Jonn [...] fleiri nærdystir, og tað var skjótt, at tað luktaði av máli. Tíggju minuttir eftir steðgin varð Jonn Johannesen skiftur inn, og fýra minuttir seinni var hann málskjútti eftir horna úr vinstru og tvørsending [...] í uppspælinum, og Árni Frederiksberg legði flatt innfyri úr vinstru. Tíggju minuttir seinni var B36 miðverjin Bjarni Petersen óheppin at gera sjálvmál, og hóast Heini Vatnsdal sá reytt og KÍ var undirmannað
leita eftir og útvinna olju í einum dýrum og truplum øki sum okkara. Og tað merkir, at vit kunnu rokna við stórum áhuga fyri leiting á landgrunninum í framtíðini. Hetta eru spennandi tankar og niðurstøður [...] spurning og spyr, um tað er rætt, at SEV framhaldandi skal vera einasta forum í landinum, sum umsitur og hevur ábyrgdina av orkumálinum sum heild. Hann heldur, sum eisini rætt er, at orkumálið og komandi [...] Tingmaðurin vísir á, at nú oljugoymslurnar tømast og oljuprísurin fleirfaldast, hevur tað skund at troyta alternativar orkukeldur sum vind, aldu og streym. Og hetta er ikki bara nakað, sum onnur skulu taka
vórðu fluttir, og stólar settir inn og væl bar til. Eini 25 ár seinni sang sonurin Hannis hesa somu solo. Enn runga orðini millum Kamb og Blábjørg: Hvør er hesin dýrdarkongur? Harrin veldigur og sterkur, Harrin [...] tað er ein sjarma meira, og minni er at kemba. Tú ert so "streymlinjaður" sum fáur, og ikki sum eg veit um, hevur skammlop verið í tíni atferð. Væl er Jutta farin við tær, og elskulig eru tit bæði í ellini [...] ørindi 7 til 10. Ikki høvdu vit hoyrt slíkan sang í bygdini. Ja, hetta setti so djúp spor í sanggleðina, at børn gingu runt og sungu solina eftir konsertina. Sangurin var fyri einrødd, kór og orgul(klaver)
heimavøll, og B36 saman. Úrslitini undanfarnu ferðirnar leggja upp til, at talan verður um intensa og spennandi uppgerð. Í fyrsta umfari var úrslitið 1-1, eftir at B36 hevði verið á odda, og í 10. umfari [...] nakað um nú, hvussu tað verður. Okkum dámar væl at spæla ímóti HB, og teir báðar undanfarnu dystirnar hevur tað verið intenst og spennandi, og ivaleyst hevur tað eisini verið undirhaldandi fyri áskoðararnar [...] sentrala verjupartin heilt av nýggjum. Málverjin, Tórður Thomsen, og miðverjarnir fleiri tær seinastu ferðirnar, Hørður Askham og Robert Heðin Brockie, eru allir leikbannaðir. Trygvi Askham hevur fyrr í summar
útlendskum leikarum, og nú tveir dystir eru leiktir, kann ikki annað enn stafðestast, at liðið verður tungt at syfta í ár. Fyrst tóku tær ímóti einum nakað viknaðum meistaraliðið úr Fuglafirði, og her var eingin [...] røttum avsmurningi, men eftir at KÍF tók hetta settið við 25-10, so fótaðu gestirnir seg kortini nakað. Næsta settið góvu tær KÍF harða mótstøðu, og tá TB so í triðja settinum minkaði til 2-1, kom spenningur [...] tóku sær av triðja settinum, og sum um tað ikki var nóg mikið, so tóku tær sær eisini av teimum báðum næstu, soleiðis at tær eftir ein harðan fimm-settara stóðu við stigunum, og tað fær ikki annað enn verið
vera heima hjá børnunum ta fyrstu tíðina, eins og skipanin tryggjaði, at foreldrum varð veitt endurgjald fyri mista lønarinntøku í sambandi við barnsburð og barnsburðarfarloyvi. Eisini javnsetti Barsilsskipanin [...] Barsilsskipanin er ætlað øllum, sum rinda og fáa lønarinntøku. Barsilsskipanin fevnir sostatt bæði um tey, sum fáa barsilsgjald beinleiðis úr Barsilsskipanini og tey, sum fáa løn í barsilsskeiðnum. Hesi [...] lógarbroyting og tillagingar annars. Viðmerkingar til einstøku dømini Dømi 1: “Ein kvinna, sum ikki hevur havt lønandi arbeiði, verður við barn. Hon hevur góða útbúgving, finnur sær eitt arbeiði og arbeiðir