Barsilsskipanin má broytastBarsilsskipanin má broytast

- Viðmerkingar til grein í Sosialinum 6. juli 2007

Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum

 

Sosialurin hevði í seinasta vikuskiftisblaði drúgva grein um Barsilsskipanina. Fleiri faktuellir feilir eru í greinini, og er tí neyðugt at koma við ávísum rættleiðingum til greinina.

Barsilsskipanin varð sett á stovn við Løgtingslóg nr. 48 frá 3. apríl 2001. Henda nýggja skipan gjørdi tað munandi lættari hjá foreldrum at vera heima hjá børnunum ta fyrstu tíðina, eins og skipanin tryggjaði, at foreldrum varð veitt endurgjald fyri mista lønarinntøku í sambandi við barnsburð og barnsburðarfarloyvi. Eisini javnsetti Barsilsskipanin fyri fyrstu ferð tímaløntar løntakarar við starvssett.

Barsilsskipanin er ætlað øllum, sum rinda og fáa lønarinntøku. Barsilsskipanin fevnir sostatt bæði um tey, sum fáa barsilsgjald beinleiðis úr Barsilsskipanini og tey, sum fáa løn í barsilsskeiðnum. Hesi fáa frá Barsilsskipanini allan lønarmiss endurgoldnan, tó ikki meira enn kr. 25.000 um mánaðin. Flest allar kvinnur, sum fáa barsilspening beinleiðis úr Barsilsskipanini, hava mánaðarliga lønarinntøku, sum er minni enn kr. 25.000, og fáa hesar kvinnur í størstan mun allan lønarmiss endurgoldnan.

Sambært tølum frá Barsilsskipanini er miðalútrokningargrundarlagið hjá pápum kr. 28.100 (í 2006). Hesir pápar fáa tó í mesta lagi kr. 25.000 endurgoldnar. Tað er sostatt skeivt, tá greinin vísir á, at miðalútgjaldið til pápar í 2006 var kr. 28.100.

Tey, sum hava rætt til farloyvi við løn frá arbeiðsgevara, fáa fulla løn í 6 mánaðir, hóast henda løn er meira enn kr. 25.000. Arbeiðsgevarin kann síðani fáa hesa løn endurgoldna frá Barsilsskipanini, tó ikki meira enn kr. 25.000 um mánaðin.

Sum víst verður á í greinini, er talan um eina arbeiðsmarknaðarskipan, sum er fíggjað av pørtunum á arbeiðsmarknaðinum. Barsilsgjaldið, ið er 0,62%, verður kravt av øllum A-inntøkum, sum tey gjaldsskyldugu (t.e. løntakarar og arbeiðsgevarar), fáa ella rinda. Talan er sostatt um eina samhaldsfasta skipan, har øll rinda ávísan part. Ávís undantøk eru tó til hesa meginreglu.

Av tí at talan er um eina arbeiðsmarknaðarskipan, er tað avgerandi, um viðkomandi hevur eina lønarinntøku. Hetta er avgerandi fyri, um foreldur fáa barsilspening úr skipanini. Tað er ikki avgerandi, at viðkomandi hevur rindað til skipanina. Barsilsveitingin er at meta sum endurgjald fyri mista lønarinntøku, og verður barsilsveitingin útgoldin eftir hesi meginreglu.

Sambært Sosialinum, so kann blaðið avdúka, at Barsilsskipanin hevur havt avlop í 2006. Sosialurin hevur frammanundan undrast á, at avlopið í Barsilskipanini ikki er komið løntakarunum til góðar við t.d. hægri ella longri útgjaldi. Sum skipanin er uppbygd, so er einki løgi í hesum. Øll árini frammanundan 2006 hevur Barsilsskipanin havt hall. Hetta hallið er rindað av landskassanum, uttan at funnist hevur verið at tí. Løntakarin hevur jú fingið sítt. Skal fatanin hjá Sosialinum um tað órættvísa í, at landskassin í 2006 hevur fingið inngjaldsavlopið, so skuldi útgjaldið øll árini frammanundan verið lækkað ella útgjaldstíðin verið stytt, heldur enn at landskassin átók sær tapið. Skal skipanin hinvegin skipast sum ALS, har partarnir einvegis skipa útgjaldið, nakað sum undirritaði heldur vera skilabestu loysnina, so krevur tað lógarbroyting og tillagingar annars.

 

Viðmerkingar til einstøku dømini

 

Dømi 1: “Ein kvinna, sum ikki hevur havt lønandi arbeiði, verður við barn. Hon hevur góða útbúgving, finnur sær eitt arbeiði og arbeiðir í tríggjar mánaðir fyri 24.000 krónur um mánaðin. Síðsta árið, áðrenn hon fer í barsil, hevur hon soleiðis tilsamans 72.000 krónur í inntøku. Hon fer í barsil og fær 24.000 krónur um mánaðin. Ein onnur kvinna hevur eitt vaskiarbeiði. Hon arbeiðir bara nakrar fáar tímar um dagin og vinnur 6.000 krónur um mánaðin. Hon hevur tí eina ársinntøku á 72.000 krónur. Hon fer í barsil og fær 6.000 krónur um mánaðin.”

 

Í hesum dømi eru ymsar reglur galdandi fyri tær báðar kvinnurnar: Barsilspeningurin hjá fyrstnevndu kvinnu – sum hevur arbeitt í 3 mánaðir við eini mánaðarløn uppá kr. 24.000 – verður roknaður eftir § 12, stk. 2 í barsilslógini. Henda grein ásetur, at um viðkomandi umsøkjari beint fyri fráveruna hevur verið á arbeiðsmarknaðinum styttri enn 12 mánaðir, verður barsilspeningurin roknaður eftir miðalinntøkuni tað styttra tíðarskeiðið, sum tó ikki kann vera styttri enn 3 mánaðir. Henda áseting er ætlað teimum, sum ikki hava verið á arbeiðsmarknaðinum áður, t.d. ung fólk, fólk, sum júst eru liðug at lesa o.tíl. Seinna kvinnan – ið hevur arbeitt 12 mánaðir – hevur eina mánaðarliga lønarinntøku uppá kr. 6000. Henda kvinna fær, vísandi til § 13, stk. 1, sum ásetur at barsilspeningurin er 100% av útrokningargrundarlagnum, allan lønarmiss endurgoldnan.

 

Dømi 2:“Ein maður missir konu sína, stutt eftir at hon hevur átt. Hon doyr, men lítla barnið livir. Tær fyrstu 14 vikurnar av barsilsskeiðnum eru tilognaðar mammuni, og tær seinastu vikurnar kunnu mamman og pápin býta ímillum sín. Maðurin, sum missir konu sína, fær eina eyka revsing, tí hann hevur ikki rætt til barsilspengar fyrr enn eftir 14. viku. Barnið missir mammuna og fær ikki pápan heim ístaðin.”

 

Tað er ein vansi við skipanini, at eingin áseting skipar viðurskiftini, um so er, at mamman at barninum doyr, áðrenn barnið er 14 vikur gamalt. Vinnumálaráðið fer í næstum at taka málið upp.

 

Dømi 3: “Ein kvinna arbeiðir fulla tíð, frá tí hon er 18 ár til hon er 30. So verður hon av serligum orsøkum noydd at fara av arbeiðsmarknaðinum í eitt ár. Hetta sama tíðarskeiðið verður hon upp á vegin. Av tí, at hon ikki hevur lønandi arbeiði, teir seinastu tólv mánaðirnar áðrenn barsil, fær hon einki útgoldið úr barsilsskipanini.”

 

Enn einaferð verður víst á, at lønarinntøkan er avgerandi, ikki inngjaldið til skipanina.

 

Dømi 4:“Ein kona er heimagangandi, tí maðurin er sjómaður. Hann arbeiðir nógv og er nógv burtur. Av tí, at hann hevur høga inntøku, betalir hann eisini nógv inn í barsilsskipanina. Tey bæði fáa fýra børn, men hóast tey sum húsarhald hava goldið nógv inn í skipanina, fáa tey einki aftur.”

 

Ein heimagangandi kvinna, sum ikki hevur nakra lønarinntøku, hevur ongan lønarmiss í sambandi við barnsburð. Pápin, sum hinvegin er knýttur at arbeiðsmarknaðinum, hevur møguleika fyri at fáa pening úr skipanini í tveimum umførum. Í fyrsta lagi kann pápin fáa farloyvi í 2 vikur innan fyri tær fyrstu 14 vikurnar eftir at barnið er føtt. Í øðrum lagi kann pápin fáa farloyvi í 10 vikur eftir 14. viku. Í báðum førum hevur pápin rætt til barsilsveiting frá Barsilsskipanini ella rætt til løn frá arbeiðsgevara í farloyvistíðini. Leggjast kann afturat, at tað eru dømi um pápar, eisini sjómenn, sum velja at taka alt tað barnsburðarfarloyvi, sum teir hava møguleika fyri, nevniliga 2 vikur +10 vikur. Hetta ger seg serliga galdandi, um mamman er heimagangandi.

 

Vónandi eru allar misskiljingar við hesum rættaðar.