Í blaðnum í gjár nemur tingmaðurin Poul Michelsen við henda spurning og spyr, um tað er rætt, at SEV framhaldandi skal vera einasta forum í landinum, sum umsitur og hevur ábyrgdina av orkumálinum sum heild. Hann heldur, sum eisini rætt er, at orkumálið og komandi avbjóðingarnar á hesum álvarsliga øki, eru so mikið stórar, at tað má vera ein uppgáva fyri onnur enn bara SEV.
Tingmaðurin vísir á, at nú oljugoymslurnar tømast og oljuprísurin fleirfaldast, hevur tað skund at troyta alternativar orkukeldur sum vind, aldu og streym. Og hetta er ikki bara nakað, sum onnur skulu taka sær av. Eisini vit føroyingar eiga at taka lut. Teir høgu oljuprísirnir eru tó ikki bara av tí ringa. Teir eru við til at gera tað meira attraktivt at leita eftir og útvinna olju í einum dýrum og truplum øki sum okkara. Og tað merkir, at vit kunnu rokna við stórum áhuga fyri leiting á landgrunninum í framtíðini.
Hetta eru spennandi tankar og niðurstøður. Tað er líkasum, at vit í Føroyum hava so nógvar góðar tankar, hugskot og ætlanir, men oftani kemur einki burtur úr. Hvussu oftani hava vit ikki hoyrt politikarar tosa um at orða ein orku- og umhvørvispolitikk! Vit velja tí at skilja orðini hjá tingmanninum sum eina positiva roynd at ávirka landsins myndugleikar og fáa teir at taka hesi mál í størsta álvara.
SEV hevur drúgvar royndir og vitan, og tí vildi tað verið skeivt at ignorera henda felagsskap. Spurningurin er heldur, hvussu tú fær SEV saman við øðrum ? á skipaðan hátt ? at taka størri ábyrgd av orku- og somuleiðis umhvørvispolitikkinum. Tað er ikki ein spurningur um antin ella, men um bæði og. Vit eru ov fáment í hesum landi, at hvør skal kunna draga í sína ætt. Her má samskipan til, men tá tað er sagt, so má skipanin heldur ikki vera so trek, at vit ikki koma víðari. Tað er tí gott við politikarum, sum vísa hesum málum ans og vilja broytingar. Men samtíðis sum vit mugu ansa eftir ikki at forkoma tí, sum er bygt upp, má tað heldur ikki forða fyri tí náttúrligu menning, sum oftani birtist uttanfyri ta etableraðu skipanina.
Tosað verður um at skipa eina granskingarpark. Hetta eru góðir tankar, men er ikki eitt livandi granskingarumhvørvi ein fortreyt fyri at taka hetta stig, og hava vit tað! Royndirnar vísa, at tað er sera torført at menna slíkt umhvørvi. Tað eru t.d. meira enn 10 ár síðani at farið varð undir at tosa um gengransking. Tað fór í ommu sína. Nú er tað so aftur frammi. Ov seint? Vit hava tosað um vindmyllur og um alduorku í mong Harrans ár, men tað er bara drigið út. Nú er tað aftur frammi. Ov seint? Ella bara ov hálvhjartað? Hóast tað kann vera ov seint, so kunnu vit eisini siga sum tingmaðurin, at tað er í tøkum tíma, at vit fáa eitt orðaskifti, ikki bert um orku- og umhvørvispolitikk, men so sanniliga eisini um granskingarpolitikkin. Hesi hoyra sum so saman.
Sosialurin