Nýggjur maður á brúnni á Jarðfeingi

Frá 1. november verður nýggjur skipari á brúnni á almenna stovninum Jarðfeingi. Petur Joensen loysir Sigurð í Jákupsstovu av, meðan hesin er í farloyvi í tvey ár.

Tað verður ein nýggjur maður, sum fer at hava ábyrgdina av eitt nú oljuleitingini við Føroyar komandi tvey árini. Petur Joensen, sum hevur arbeitt á Jarðfeingi seinastu 10 árini, fer at røkja stjórastarvið á stovninum frá 1. november og tvey ár fram. Sigurð í Jákupsstovu, stjóri á Jarðfeingi fer í farloyvi komandi tvey árini og flytur til Íslands saman við familjuni.

 

Sigurð fer hesa tíðina m.a. at arbeiða hjá íslendska orkustovninum, har hann skal taka sær av ráðgevarauppgávum fyri Jarðfeingi, her serstakliga á orku- og elveitingarøkinum. Petur Joensen, sum hevur búskaparliga útbúgving, hevur eitt nú tikið sær av mongu milliónunum, sum oljufeløg hava latið til førleikamenning av føroyska vinnulívinum í oljuhøpi.

 

Sigurð heldur sjálvur, at vit kunnu læra nógv av íslendingum á ikki minst elveitingarøkinum. Hann kann so eisini afturfyri geva sítt íkast til komandi oljuleiting á íslendska landgrunninum. Íslendingar eru júst í ferð við at leggja seinastu hond á eina kolvetnislóggávu í sambandi við, at teir fara undir fyrstu útbjóðingina nakrantíð. Útbjóðingin verður um eitt ár ella so. Tað er eitt øki á Jan Mayen rygginum, sum liggur innanfyri 200 fjórðinga markið.

 

Sigurð í Jákupsstovu heldur ábyrgdin av Jarðfeingi liggur í góðum hondum, nú Petur Joensen tekur yvir. Eitt tað seinasta, sum Sigurð tekst við, nú áðrenn hann fer í farloyvi er at fáa 3. útbjóðingina uppá pláss. Uppá fyrispurning um treytirnar í komandi útbjóðing fara at vera strangari sigur hann, at sjálvandi eiga vit fyrst og fremst at fremja føroysk áhugamál, men samtíðis skulu vit gera tað áhugavert hjá útlendskum oljufeløgum at vera her. Talan er um at finna ta bestu javnvágina. Arbeitt verður út frá hesum setningi, nú ein nýggj útbjóðing verður sett út í kortið.

 

Sigurð ivast ikki í, at eftirmaðurin fær nóg mikið at gera, tí áhugin fyri økinum er framvegis stórur, og nógv virksemi verður her komandi árini. Her er bæði talan um boringar og seismiskar kanningar.

 

Hvat væntar Sigurð sær av komandi BP boring!

 

-Hon verður sera spennandi. Sjálvandi er hon sera váðafull, tí vit vita so lítið um hetta økið. Sannlíkið at finna olju er ikki serliga høgt, men boringin er sera týdningarmikil, tí hon kann geva okkum meiri vitan um okkara egnu undirgrund. Hon er á einum eitt sindur øðrvísi øki enn Brugdan, sum varð borað í fjør og liggur tættari upp at teimum boringum, sum vórðu gjørdar tíðliga í 2000. Sigurð í Jákupsstovu heldur ikki tað er nøkur vanlukka, verður eingin olja funnin hesaferð heldur. Hann vísir á, at tað er so umráðandi at skilja størri part av økinum. -Vit hava longu staðfest, at her er olja í økinum, tó at vit ikki hava rakt við stórar goymslur. Vit hava tørv á nýggjari og aftur nýggjari vitan, tí tað er hon, sum best kann finna vegin til oljugoymslurnar. Liggur oljan djúpt ella grynri osfr. Hetta eru spurningar, sum vit mugu fáa svar uppá. Tí er Williambrunnurin hjá BP av stórum týdningi eisini fyri heildarmyndina.