gleddi meg at fara í land dagin eftir. Men so skuldi ikki vera. Um náttina skifti ættin og skilliga sást, at best var at fara áðrenn vindurin vaks, tó skuldu Kári og Jonhard fyrst í land at keypa onkur [...] lá nær klettunum, vindurin lá at landinum, og vit vistu ikki um fortoyningin helt. Tvær ferðir sendi eg Heina niður at hyggja eftir fortoyningini, hann helt, at hon fór at halda. Eitt var vist, um hon slitnaði [...] var slept at ganga í tí kongaliga urtagarðinum, og har gekk hon heilt til 1966, tá hon yvir 200 ára gomul doyði. Oyggjarnar vóru vakrar, og vit trivust øll væl, alt talaði fyri at her fór at vera stuttligt
Vit hava longu nevnt, at Bob Dylan er sjáldsamur í beat og rokkheiminum í teirri merking, at hann umframt at vera teksthøvundur við natúrligum, musikalskum gávum, og umframt at vera sprottin úr eini ríkari [...] felag yvir sær nakað paradoksalt, soleiðis at skilja, at samstundis sum tú hevur ilt við at grynna í innihaldinum, veitst tú, at har er ein substansur, og at hann er týdningarmikil. BRYNHILD Á HILDARFJALLI [...] Í hesi næstu greinini fari eg at nema við eitt annað brigdi í Dylans list at royna at lýsa nútíðarskaldið Dylan, metropolsins og modernitetsins yrkjara. Eg fari sum dømi at taka fram fýra tekstir, sum spegla
. Hóast tað alla tíðina lá í luftini, at Poul fór at festa garðin eftir pápan, Óla Jákup Müller, gekk ungi maðurin ikki bara og bíðaði eftir festibrævinum, tó at hann alla tíðina hjálpti til á garðinum [...] hjá pápanum. - Hjá mær var eingin ivi um, at hugurin lá til at føra tað víðari, sum bæði abbin og pápin høvdu bygt upp, og eg sá tað sum eina spennandi avbjóðing at gerast festari á garðinum, sigur Poul Müller [...] hava vit nú eisini eina hegnrætt, soleiðis at vit eisini kunnu taka seyðin her niðri á trøðni. Poul Müller vísir á, at seyðurin í neðra hevur ikki verið so lættur at rikið, tí her er fólk til gongu allastaðni
Eitt dømi var, at kokkurin Jóhannes Sólheim, sum leingi hevði verið kokkur við, knappliga noktar at fara avstað eftir at vera komin umborð við klæðsekkinum. Roynt varð at sannføra hann um at fara, men einki [...] seinni sjálvur at handla. Hann tók eisini fisk frá skipum, sum hann turkaði til klippfisk. Eisini fór at hann at taka ímóti sild til saltingar at flyta út. Við øllum hesum virksemi kom at tørva atløgupláss [...] samtykti eisini at lata 75% av kostnaðinum í stuðul til byggingina, men treytin var, at kommunustýrið tók undir við hesum, og at arbeiðið skuldi vera byrjað innan árslok 1943. Fyri at skunda undir málinum
saa af, at alle passagererne stod og saa paa mig og havde hørt hvad styrmanden sagde. Men det meste, der har gjort, at jeg blev hidsig, var nok det, at Tjaldur havde standset, saa at jeg naaede at komme [...] Hjemlandstonesangbogen. So at leita eftir ríkissjúkrahúsinum Da jeg saa blev færdig med at spise, saa fik jeg forstanderen til at ringe ind paa Rigshospitalet for mig for at faa at vide, hvornaar jeg skulde [...] nøvn. Eitt tað mest áhugaverda man vera Sigmund Petersen, ein tann mest produktivi og væl umtókti málari í landinum. Máttu hava prógv fyri at vera arisk Eg fari eisini at koma eitt sindur aftur til ættina
tikið. Nú ráddi um at fara undir jørðina. Tað bar sjálvsagt ikki til at vera heima. Roknast kundi jú við, at týskarar komu at møta upp heima hjá honum, og tá ráddi um ikki at vera við hús. Tískil mátti [...] seg at vera fronsk, og sum vildu verja okkum móti enskum ófriðarkroppum. Tey vístu seg at vera enskir sjórænarar. Eitt av hesum skipum var skipið hjá Brillumanninum. Upprunaliga varð hann hildin at vera [...] fór hvør maður at leita, og at enda var hann funnin uppi við Tarvastein, har hann hevði krógvað seg. Teir fara í skundi oman til Havnar við honum, men tá var Brillumaðurin longu farin at skjóta við kanónum
Annan dagin eftir, at vit eru komnir til hús, tá sigur skiparin, at tað var best at fara oman at kanna líkini, so vit kundu vera sikrir í, hvør ið hvør var. Tá fóru vit einir tríggir oman at loysa av teimum [...] heysað fyri at fáa hana at fella, við tað at brimið fór út í lu. Tað var tað, sum uppá ein máta reddaði situatiónina, soleiðis at tað bleiv so frætt, sum hon yvirhøvur bleiv. Skipið kom at venda so beint [...] fjøruni, og tað sást tá eisini, at brimið stóð beint upp í bergið. Har vísti seg at vera lítið at gera, men rímiligt bleiv okkurt gjørt. Einaferð kom onkur ordri um, at vit skuldu seta bátin út. Báturin
opnum bátum. Svínoy lá mitt í fiskinum, og at bátsbandið varð loyst, at ognarleys kundu giftast uttan at lúka treytir um at eiga jarðarognir, og at tað bar til at sleppa av við fiskin – fyrst til úthandilin [...] Heimi at vera. Samstundis kom ein langomma mín, Anna Katrina úr Keldhúsinum í Hattarvík í sama hús at vera. Hon var móðirloysingur. Eg sigi hetta fyri at vísa, hvussu tilflytarar vóru við til at menna [...] umheimin. Telefonin Tað bar til at tosa í telefon, men tað var ikki sum at siga tað. Ein linja var úr Klaksvik og eystur um Múlan, og Berta og John royndu at gera sítt besta fyri at svínoyingar skuldu eiga sín
til Íslands at keypa fisk, og haðani var farið til Bretlands at selja. Jógvan Sofus um útróður Undir 1. heimsbardaga fekst líka nógv við at rógva út sum at fara til skips. Orsøkin mundi vera fyrst og fremst [...] ríkari enn Gjógv upp á fisk. Í Funningsfirði var nógv sild at fáa, og hendi seg eisini, at onkur funningsdrongur kom oman til Gjáar og gekk í húsini at selja sild. Um heystarnar, tá ið skipsmenninir komu aftur [...] vistu, at minur vóru har. Ein góðan morgun fóru vit sum aðrir bátar á Hestbakkan. Vit høvdu tikið agn við, tí ætlingin var at fara vestur á Sandar. Ikki kann verða sagt, at vit skundaðu okkum at draga.
Fyri at brennimerkja - 4 dálar Fyri at kákstrúka - 5 dálar Fyri at píska ónærislig konufólk ella onnur úr býnum - 7 dálar Fyri at brenna á báli - 10 dálar Tað mundi ikki altíð vera so hugaligt at døma [...] bøðlinum 10 dálar At høgga høvur av við øks - 8 dálar At høgga av eina hond ella ein fingur - 4 dálar At seta eitt høvur ella eina hond á stong - 4 dálar At heingja ein brotsmann - 10 dálar At taka ein hongdan [...] bygdafólk sítt, og kanska var tað tí, at gongdin var tann, at tað fólksliga dómsvaldið so við og við hvarv og kom at enda at liggja í hondunum á sorinskrivaranum, soleiðis at tingmenninir mestsum gjørdu seg