vit uppliva, at heilsuverkið fúnar burtur og ikki fær loyvi at virka alt árið, at sjúk fólk verða víst av sjúkrahúsinum, tí deildir lata aftur, samstundis sum onnur bíða í mánaðir fyri at fáa neyðuga viðgerð [...] Tað er eingin heimsins tjóð ella ríki, sum forðar okkum at taka okkara egnu avgerð. Tí er tað so mannminkandi alla tíðina at billa fólki inn, at danir og Nyrup niðurbinda okkum og hava tikið sjálvsavg [...] annað, so er vandi á ferð. Lat meg siga tað greitt, at fyri mær er fullveldisætlan landsstýrisins er stórlætisørskapur. Tað er stórlætisørskapur at taka vælferðina og lívsfrælsið frá vanliga føroyinginum
rlitinum sigur, at tiltakið við trygdarhjálminum er bert ein byrjan í royndini at fáa fólk at akta boðunum um persónliga trygdarútgerð. Ætlanin er, at næsta átak skal snúgva seg um at kanna, hvussu stendur [...] fyri at fáa nakað niður yvir seg ella at verða kleimdur. Tað er eingin loyna, at tað verður heldur tilvildarliga farið um persónligu trygdina á arbeiðsplássum. Serliga torført hevur tað verið at fáa a [...] Arbeiðseftirlitið eisini, at fólk hava ilt við at góðtaka trygdarhjálmin, tí hesin skal vera ein bági í arbeiðinum. Eftirlitsfólkini fara at vitja virkir og arbeiðsøki kring landið at kanna, um trygdarhjálmar
er bara at vóna, at úrslitini eisini fara at koma, tí tað gevur uppaftur betur hug at halda fram við bæði at venja og spæla dystir. Vit hava slettis ikki givið upp, men hava enn vónina um, at vit kunnu [...] formaðurin, at tað sær eitt sindur ljósari út: ? Menn vóru samdir um at geva tí ein kjans, og teir søgdu seg vera hugaðar at møta til tær venjingar, sum eru, tí uttan venjing ber jú heldur ikki til at fáa nakað [...] teir yngru spælararnar í felagnum, sum helst skulu hava teir eldru at síggja upp til. Ragnar sigur, at tá tey í nevndini hava roynt at fingið fólk til venjing, men spælararnir hava ikki verið so hugaðir
ávara hesi menniskju móti fortapilsinum. Um so var, at trúgvandi hataðu samkynd menniskju, so var eingin orsøk til at ávara ella at siga, at tað er skeivt at liva upp á henda mátan. Men nú elska vit, og tað [...] livimáta er, at tey elska! Tey elska sín næsta. Og tað er hesin kærleikin, sum fær tey at skriva. Tí kærleikin vil ikki, at nakar skal fortapast! Trúgvandi menniskju eru av tí sannføring, at livimátin hjá [...] lesur ein, at kirkjan skal vælsigna samkynd eins væl og hon signar øll onnur. Og eisini lesur ein, at samfelagið er demokratist, bla bla bla? tað er ikki átrúnarligt. Osf. Men alt hetta er at fara skeivur
Nýggi venjarin ætlar at halda seg til fløtu verjuna við fýra monnum. Hetta saman við tí at Henrik Larsen skal hava møguleika at læra spælararnar at kenna ger, at tað er neyðugt at savnast í fleiri dagar [...] spælarar fara at fáa boð kann tað hugsast, at heitt fer at verða á onkrar aðrar at vera við í venjingardystum. Jákup Mikkelsen er framvegis á beinkinum í Molde, men tað tykist greitt, at hann verður málverji [...] men tað kann hugsast, at uppaftur fleiri spælarar fara at fáa boð, og at síðsta sáldið ikki verður gjørt fyrrenn dagin fyri dystin. Fyri venjingina hevði tað komið væl við, um 22 spælarar vóru tøkir. Um
partamonnum - alment kunngerð at hansara skuldsetingar eru rangar, ella at dómsvaldið staðfestir, at skuldsetingarnar eru órættar og dømir tær deyðar at verða. Megnar løgmaður ikki at reinsa seg á henda hátt [...] egnu er skýrdur at vera so kriminellur, at hann ikki kundi sitið í nakrari aðrari stjórn í heiminum. Einhvør, sum hereftir skal samskifta við løgmann, fer at gera tað við vitanini um, at hesin ikki afturvísti [...] í spurninginum. Tí veruliga málið snýr seg um, at løgtings, fólkatings- og samgongulimurin Tórbjørn Jacobsen, skuldsetur løgmann at vera so kriminellan, at hann ikki kundi sitið í stjórn í nøkrum øðrum
vikuni, at talan var um eina avtalu við toll og Skatt um mvg, sum var gjørd. Ein orsøkin til hetta var, at Føroya Tele fer at senda og tað skal betala mvg og tað var hildið at vera rættast, at Canal Digital [...] skatt krevur nevniliga, at Canal Digital skal betala mvg av tí teir senda í Føroyum. Og hetta er ikki nakað nýtt. Óli Heinesen, leiðari á Toll- og Skatt sigur, at teir fara at krevja Canal Cigital eftir [...] greitt, at tænastan, sum teir veita í Føroyum, er mvg skyldug, og at tað hevur hon altíð verið. Tað er ikki toll og Skatt, sum ásetur mvg, tað er Føroya Løgting og tað hevur onki hald í veruleikanum, at vit
frammundir at farið verður undir at einskilja Føroya Banka, so kreppurakta alivinnan kann megna at hóra undan. Í tí viðfangi ætlar nú Javnaðarflokkurin aftur at royna seg við uppskoti um at einskilja Føroya [...] Eidesgaard fast. Hann leggur afturat, at uppskotið kann verða við til at venja føroyingar at hava partabrøv um hendið. Tað er rættiliga vanligt í londunum rundan um okkum, at flest fólk hava partabrøv, og tey [...] Jørn Astrup hevur fleiri ferð víst á týdningin hjá bankanum at hava eina fólksliga forankring, og hetta uppskotið er avgjørt við til at tryggja, at fólksliga forankringin verður varðveitt, sjálvt um bankin
verður, at hon fær gildi frá 1. januar 2002, og tað er áðrenn nýggja Gjaldskipanin kom í gildi. Sostatt er lítið at ivast í, at kunngerðin er ætlað at fevna um Gjaldskipanina. ? Fer tað at vísa seg, at Gja [...] ingar, sum fara til Danmarkar at venda og avgreiðast. Sambært nýggju kunngerðini er hetta ikki loyvt. Men Jørn Astrup Hansen sigur, at tey fyribils fara at halda fram at brúka hana, sum einki var hent [...] skilt tað. Men eftir øllum at døma er ætlanin at raka peningastovnarnar serliga. ? Eg upplivi hetta sum serlóggávu fyri okkum, og tað havi eg ilt við at skilja. Um endamálið er at verja Elektron, so hevði
Samstundis segði hann seg vera fullvísan í, at tað vanliga fólkið skilir støðuna, og at fólk fara at atkvøða fyri evruni. Blair gjørdi vart við, at evran fer ikki at skerja tað politiska rásarúmið hjá Bretlandi [...] vísur í at fáa evruna 45 prosent av bretska fólkinum eru ímóti at seta felags evropeiska gjaldoyrað, evruna, í gildi ístaðin fyri pundið, men kortini kennir Tony Blair, forsætisráðharri, seg vísan í, at meirilutin [...] Bretlandi í ES, tí stjórnin fer framhaldandi at tryggja, at landið hevur sín egna uttanríkis- og trygdarpolitikk. Eygleiðarar í London siga, at hetta seinasta var ætlað sum ein ávaring til teirra, sum tosa