Nýtir tú trygdarhjálm allastaðni har vandi er fyri at fáa nakað niður yvir teg, og er skelti á arbeiðsøki, har tað er lógarkrav at nýta trygdarhjálm?
Hesi viðurskifti fer Arbeiðseftirlitið nú at kannað
Í oktober og november fara eftirlitsfólk hjá Arbeiðseftirlitinum at vitja virkir og arbeiðspláss, sum eftir arbeiðsumhvørvislógini, skulu útvega arbeiðsfólkunum trygdarhjálm, tá arbeitt verður, eins og skelti skal vera á arbeiðsplássinum, sum upplýsir um hetta.
Arbeiðspláss og virkir, sum kunnu vænta sær vitjan av Arbeiðseftirlitinum eru:
? Skipasmiðjur,
? lossingarpláss,
? byggipláss,
? allastaðni har arbeitt verður við krana, so sum traverskrana, lastbilkrana o.s.fr.,
? og har vandi er fyri at fáa nakað niður yvir seg ella at verða kleimdur.
Tað er eingin loyna, at tað verður heldur tilvildarliga farið um persónligu trygdina á arbeiðsplássum. Serliga torført hevur tað verið at fáa arbeiðsfólk at nýta trygdarhjálm, hóast hetta skuldi verið ein sjálvfylgja fyri einstaklingin, í royndini at verja seg móti arbeiðsóhappum.
Arbeiðseftirlitið veit um arbeiðsóhapp, har fólk hava bjargað lívinum, tí trygdarhjálmur varð nýttur. Kortini veit Arbeiðseftirlitið eisini, at fólk hava ilt við at góðtaka trygdarhjálmin, tí hesin skal vera ein bági í arbeiðinum.
Eftirlitsfólkini fara at vitja virkir og arbeiðsøki kring landið at kanna, um trygdarhjálmar verða nýttir, har tað er krav.
Har trygdarskelti eru sett upp og trygdarhjálmar eru útvegaðir og nýttir, hendir einki.
Er einki skelti á arbeiðsøkinum, og verða trygdarhjálmar ikki nýttir, verður frágreiðing skrivað og send fútanum, sum tekur støðu til at reisa ákæru móti arbeiðsgevaranum, og hann kann vænta sær bót, sum fútin ásetur við sektaruppskoti. Verður bótin ikki goldin, endar málið í rættinum.
Hugsast kann eisini, at arbeiðsgevarin hevur sett skelti upp og útvegað trygdarhjálmar, sum kortini ikki verða nýttir, og tá kann arbeiðarin eisini verða ákærdur, um hann ikki aktar givin boð.
Karl Joensen, stjóri á Arbeiðseftirlitinum sigur, at tiltakið við trygdarhjálminum er bert ein byrjan í royndini at fáa fólk at akta boðunum um persónliga trygdarútgerð. Ætlanin er, at næsta átak skal snúgva seg um at kanna, hvussu stendur til við trygdini, tá tað snýr seg um at nýta fallsikring og byggipallar.
Í 1992 gjørdi Arbeiðseftirlitið eina líknandi kanning og tá blivu 50 ymisk virkir og arbeiðspláss vitja. Av teimu, blivu 20 ákærd og fingu bót. Bótin tá var millum 1.000 og 1.500 kr. til stjórar og arbeiðsleiðarar.