Makabra søgan um skuldsetingarnar frá Tórbirni Jacobsen ímóti løgmanni og fiskimálaráðharranum heldur fram. Í felag royna Fólkaflokkurin og Tjóðveldisflokkurin at grugga málið so nógv, at tað kann fjara burtur.
Brævlótir
Fólkaflokkurin hevur sent Tjóðveldisflokkinum eitt onkisigandi ultimatum, har tey krevja svar uppá spurningar, sum ikki viðkoma kjarnini í spurninginum. Tí veruliga málið snýr seg um, at løgtings, fólkatings- og samgongulimurin Tórbjørn Jacobsen, skuldsetur løgmann at vera so kriminellan, at hann ikki kundi sitið í stjórn í nøkrum øðrum landi.
Og fyri tann spurningin er tað fullkomuliga líka mikið, um onnur í Tjóðveldisflokkinum eru samd ella ikki og tað hevur enn minni týdning at vita, hvørt Tjóðveldisflokkurin stendur við samgonguskjalið ella ikki. Tað er eitt heilt annað mál, sum kann viðgerast fyri seg.
Hvat Tjóðveldisflokkurin so svarar uppá teir ikki-spurningar, sum Fólkaflokkurin setur, so standa skuldestingarnar hjá Tórbirni framvegis við. Og løgmaður hevur onki gjørt fyri at reinsa seg.
Tí tað er bara ein máti, løgmaður kann reinsa seg: Skuldsetingar mugu verða gjørdar til onkis, annahvørt soleiðis at Tórbjørn Jacobsen - sjálvboðin ella noyddur av sínum partamonnum - alment kunngerð at hansara skuldsetingar eru rangar, ella at dómsvaldið staðfestir, at skuldsetingarnar eru órættar og dømir tær deyðar at verða.
Megnar løgmaður ikki at reinsa seg á henda hátt, so má hann leggja frá sær.
Omandottið trúvirði
Dag undan degi minkar tign løgmansembætisins, sleppa hesar skuldsetingar at standa við. Tað snýr seg jú ikki bert um løgmann sum persón, men fyrst og fremst um alla politisku skipanina í Føroyum. Ongin kann hava álit á eini skipan, har ovasti leiðarin av útinnandi valdinum av sínum egnu er skýrdur at vera so kriminellur, at hann ikki kundi sitið í nakrari aðrari stjórn í heiminum.
Einhvør, sum hereftir skal samskifta við løgmann, fer at gera tað við vitanini um, at hesin ikki afturvísti grovastu skuldsetingum. Tá landsstýrið skal samráðast við onnur lond, veit mótparturin, at samráðingarleiðarin ikki megnaði at vísa aftur skuldsetingum frá sínum egnu.
Í løtuni er støðan hon, at Føroyar hava eitt kriminaliserað løgmansembæti, og verður embæti ikki reinsað nú, verður tað ein myrkur skuggi yvir øllum komandi løgmonnum.
Atgerðarloysi løgmans
Vanliga atgerðarloysi, sum hevur eyðkent løgmann í hvørjari kreppustøðu, hevur aftur lagt hann lamnan politiskt. Dagarnir ganga og løgmaður tosar um alt annað. Men onki hjálpir. Skuldsetingarnar hvørva ikki - tvørturímóti vaksa tær fyri hvønn tíma.
Okkara natúrliga krav er tískil at løgmaður annahvørt reinsar seg ella leggur frá sær. Og hann má gera tað nú!